Góð úrslit í opnari kapping á Tórsbreyt 24. mars

Nýtt lið byrjar mánadagin 28. mars
26.03.2011
Ólavur vann vetrarkapping fyri unglingar
27.03.2011

Góð úrslit í opnari kapping á Tórsbreyt 24. mars

Bragdið skipaði fyri opnari kapping á Tórsbreyt hóskvøldið har ymsir renniteinar og longdarlop var á skránni.

Hjá dreingjum 10-11 royndi Elias seg. Elias venur allar greinar og hesaferð luttók hann á 60 m, 100 m og í longdarlop. Tíðanverri var ongin tíð á 60 m, men á 100 m setti Elias persónligt met við flottu tíðini 17,89 sek. Longarlopið var, eins og renningin, nógv ávirka av kraftiga mótvindinum, men hóast hetta leyp Elias 2,89 m og var sostatt einans 8 cm frá sínum persónliga meti.

Hjá gentum 12-13 var tað Tinna sum royndi seg. Tinna venur mest sprint og longdarlop og hesaferð luttók í 100 m renning. Hon kom á mál við tíðini 15,69 sek, ið má sigast verða ein sera góð tíð, og tað blívur bara betur um hugsa verður um, at hon rann inn í ein mótvind uppá 2.7 m/s. Tíðin hjá Tinnu er persónligt met.

Hjá dreingjum 12-13 var Tórur við. Hann venur mest sprint og lop og hesaferð luttók hann í 100 m renning og í longdarlop. Á 100 m teininum bleiv tað til eitt flott persónligt met við tíðini 15,28 sek. Longdarlop var eins og hjá hinum bólkunum lopið í mótvindi og har var longsta lop hjá Tórur 3,85 m.

Hjá dreingjum 16-17 var Trygvi við. Trygvi venur mest sprint og lop. Hesaferð luttók hann í longdarlop og 200 m renning. Longdarlopið var darva av mótvindi og køldum regni, men hóast hetta so leyp Trygvi betur so hvørt kappingin leyg og longsta lop kom í síðsta umfarið, har hann leyp 5,18 m inn í ein mótvind uppá 3,1 m/s. Av tíð at el-tíð tøku skipanini hevur trupulleikar við myrkri, so var einans manuel tíð. Har rann Trygvi 25,7 sek.

Hjá monnum var Øssur við. Øssur er leypari burturav og hevur sett føroyskt met bæði inni og úti í hædd og trýstøkk seinastu 6 mánarnar. Hesaferð var tað tó longdarlop og 200 m renning sum skuldi roynast. Í longdarlopinum kom hann út á 5,61 m hóast ein mótvind uppá 4,3 m/s. Hann valdi at steðga eftir 3 lop fyri at ein gamal skaði ikki skuldi koma aftur. Øssur hevur ongantíð luttikið á so langum teini sum 200 m fyrr, og er venjingin heldur ikki til slíkar teinar, men hóast hetta so kom hann á mál við flottu tíðini 24,8 sek.

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Bragdinum.

2 Comments

  1. Elisabeth says:

    Tíðin hjá Elias á 100m var 17.89 🙂

  2. hziska says:

    Hey Elisabeth.

    Takk fyri at tú gjørdi vart við at eg hevði gloymt at seta tíðina inn 🙂

    heri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *