Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix

Rigmor aftur skjótast á Marathon teininum
08.06.2014
Kristian Martin kom út á 9,41 m í INAS EM
12.06.2014

Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix

Annað umfarð av ársins Grand Prix á breyt vísti aftur at framtíðin sær gott út í Hvirluni. Nógv flott úrslit, og kanska enn meir hugaligt er at síggja, hvussu tekniskt væl fyri íðkarar eru. Tá teknikkurin er komin uppá pláss er munandi lættari at økja um venjingarmongd og fokusera uppá fysisku elementini av menningini hjá einstaka íðkarnum.

Gentur 8-9 ár

g8-9

Thora Debes Kúrberg og Emilia Soll byrjaðu í sandgryvjini, har longdarlop var á skránni. Her leyp Thora 2,31 m meðan Emilia leyp 2,28 m.

Thora og Emilia fóru síðan til 40 m startin, har Emilia var í fyrra riðlinum. Her gjørdist hon numar tvey við tíðini 8,45 sek, ið er persónligt met. Thora rann í øðrum riðli har hon kom á mál við tíðini 8,64 sek, ið eisini er persónligt met.

Thora var einsamøll á 400 m, har hon kom á mál við tíðini 1 min 41,20 sek, sum er persónligt met.

Síðsti starturin hjá Thoru og Emiliu var kúlustoyt, har 2 kg tungu kúlurnar bíðaðu. Thora byrjaði við yvirtrakk, men so gekk betur, og stoytti hon kúluna longst í síðsta umfarið. Tað bleiv mált til, 3,87 m. Emilia kom út á 2,69 m. Bæði úrslitini eru persónlig met.

Gentur 10-11 ár

g10-11

Naina Soll, Natasja Anjudóttir, Barbara Hammer Anjudóttir og Børka Berg Jørgensen byrjaðu dagin við sprint. Barbara og Naina vóru í fyrra riðlinum, har tær gjørdust ávikavist nummar tvey og trý. Barbara kom á mál við tíðini 13,74 sek og Naina við tíðini 14,82 sek. Hjá báðum var talan um persónlig met. Í øðrum riðli runnu Natasja og Børka. Natasja fekk eitt flott annaðpláss við tíðini 12,58 sek, meðan Børka kom á mál við tíðini 13,62 sek, ið er persónligt met.

Allar fýra fylgdust yvir til longdarlop. Her leyp Natasja 3,53 m, Børka 3,11 m, Barbara 2,91 m og Naina 2,79 m.

Natasja, Barbara og Naina endaðu dagin við at renna 800 m. Her kempaði Natasja seg fram til eitt flott annaðpláss við tíðini 3 min 8,62 sek, meðan Barbara ognaði sær eitt persónligt met við tíðini 3 min 39,31 sek. Naina ognaði sær eisini eitt persónligt met, har hon rann teir 800 m uppá 3 min 53,30 sek.

Kúlustoyt var triðja greinin, og her vóru Natasja, Barbara, Børka og Naina við. Her kom Børka út á 5,08 m, Naina út á 4,69 m, Natasja 4,63 m og Barbara 4,25 m. Natasja, Børka og Naina bøttu um síni persónligu met.

Dreingir 10-11 ár

D10-11

Mattias Nolsøe Isaksen var einsamallur í reyðum í hesum bólkinum. Hann byrjaði dagin við at renna 80 m. Hann skar meir enn eitt hálvt sekund av sínum persónliga metið, við at renna teinin uppá 12,65 sek í nógva mótvindinum.

Onnur greinin var Kúlustoyt, har Mattias aftur var klárur. Hann legði út við at stoyta 2 kg tungu kúluna út á 6,43 m, sum er persónligt met. Hetta var nóg mikið til at ogna sær eitt flott annaðpláss í kappingini.

Siðsta greinin har Mattias luttók var í longdarlopi. Her legði hann út við at leypa 3,75 m, ið er væl longri enn hann hevur lopið áður. Hóast góðar royndir, so kom hann ikki longur út á hesum sinni.

Gentur 12-13 ár

G12-13

Fyrsta greinin var 80 m. Her var Helena í fyrsta riðlinum, har hon gjørdist nummar tvey við tíðini 14,19 sek, sum er persónligt met. Maria Magnusdóttir var í øðrum riðli, har hon gjørdist nummar tvey. Tíðin hjá Mariu var 12,73 sek, sum eisini er persónligt met.

Genturnar fóru síðan til longdarlop, har Helena og Maria royndu seg. Maria legði út við at leypa 3,38 m í síni fyrstu kapping í longdarlopi, meðan lopið hjá Helenu miseydnaðist. Helena bøtti seg tó gjøgnum kappingina, og endaði á 3,46 m sum er persónligt met, meðan Maria ikki kom longur út, men ein flott debut.

Síðsta kapping var kúlustoyt. Her var Lydia Poula Simonsen við á fyrsta sinni. Hon kom útum 6 m strikuna longu í fyrstu royndini, og økti í øðrum umfarið til  6,77 m, ið gjørdist hennara longsta. Helena kom út á 5,68 m.

Dreingir 12-13

d12-13b

Onnur greinin var 80 m renning, har Bárður og Elias royndu seg. Báðir vóru teir í skjótasta riðlinum. Bárður imponeraði stórt við at renna teinin uppá 11,90 sek, sum er næstan 3 sek skjótari enn hann áður hevur runnið teinin. Bárður gjørdist nummar tvey samanlagt. Elias skar meir enn eitt sekund av sínum metið, tá hann kom kom á mál við tíðini 12,49 sek.

Í longdarlopi legði Elias seg á odda í fyrsta umfarið við 4,10 m. Í øðrum fór ein annar framvið, men teir 4,10 m rukku til eitt samla annaðpláss í tøttu kappingini.

Elias og Bárður endaðu dagin við at renna 800 m. Her sást tekin um, at Bárður er við at finna sín innara rennara fram aftur, tí hann rann ein vældisponeraða kapping, og kom á mál í tíðini 2 min 44,27 sek, sum er uml 10 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Elias kom á mál við tíðini 2 min 59,47 sek.

Gentur 14-15

g14-15

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge og Rebecka Monja Jørgensen byrjaðu við at leypa hædd. Her vildi tað ikki heilt rigga hjá Bjørk, meðan Rebecka kom uppum 115 og 120 í fyrstu royndini. á 125 tørvaði henni tríggjar royndir at koma uppum. So kom hon ikki longur og endaði hon sostatt á einum triðaplássi í kappingini.

Næsta greinin var spjótkast, og her vóru heilar fýra hvirlur við. Umframt Bjørk so vóru Eva Barba Arge, Guðrið Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen við.  Hetta var fyrsta kapping hjá Evu Barbu á Tórsbreyt, men tað sást ikki, tó hon ognaði sær eitt flott annaðpláss við einum kasti uppá 23,50 m. Tinna kastaði væl og bøtti um sítt persónliga met við meir enn tveimum metrum til 22,26 m á triðjaplássi. Bjørk kastaði 16,57 m og Guðrið 14,58 m. Báðar bøttu tær um síni persónligu met.

200 m er grein har Rebecka longu hevur forbetra seg nógv í ár, men hóast hon hesaferð eisini bardist móti vindinum, so skar hon meir enn ½ sek av sínum persónliga meti, so tað nú er 31,70 sek.

Síðsti starturin var 800 m, har Rebecka var einsamøll í reyðum. Her kom hon á fyrsta sinnið undir 3 min. Tiðin hjá henni gjørdist 2 min 59,77 sek.

Dreingir 14-15 ár

D14-15

Teir 14-15 ára gomlu dreingirnir byrjaðu við spjótkasti. Her luttóku Dánjal Dahl Ljósheim og Pauli Nolsøe Vang í reyðum. Dánjal rakti hampuliga væl í fyrsta umfarið, har hann fekk 600 g tunga spjótið út á 23,25 m. Pauli kastaði 10,89 m á triðja plássi. Báðir ognaðu teir sær persónlig met.

Dánjal royndi seg eisini á 200 m. Her rann hann teinin uppá 29,35 sek á triðjaplássi.

Triðja greinin var hæddarlop, har Dánjal og Pauli aftur royndu seg. Pauli fekk ikki lopini heilt at rigga, meðan Dánjal kom tryggur uppum allar hæddir til og við 135 cm, men so rakk tað ikki longur. 135 er tó 10 cm hægri enn Dánjal hevur lopið áður.

Síðsti startur hjá Dánjali var 800 m, har hann legði varliga út. Hetta gjørdi at hann hevði yvirskot móti endanum at nærkast hinum, og var hann bara 17/100 frá at ogna sær eitt flott triðjapláss. Tíðin hjá Dánjali var 2 min 38,98 sek.

Gentur 16-17 ár

G16-17

Genturnar byrjaðu við at leypa hæddarlop, har Marita var við. Marita hevur ikki lopið hædd leingi, og sást tað á vantandi tryggleikanum í lopinum. Marita kom tó uppum 130 cm uttan trupulleikar og ognaði sær eitt annaðpláss.

Næsta greinin var 200 m, har Alda Sigurðsdóttir Lamhauge og Marita royndu seg. Alda, sum hevur verði skadd í fótinum, rann sína fystu kapping í summar. Hon spenti ov nógv upp fyrstu metrarnar, og kostaði tað nakað av ferð, men so fekk hon gongd á beinini, og var hon líka við at renna seg fram á eitt annaðpláss. Tíðin hjá Aldu gjørdist 29,12 sek, sum er gott eitt sekund skjótari enn hon hevur runnið áður. Marita rann teinin uppá 30,94 sek.

Dagurin endaði við spjótkasti, har Marita royndi seg. Hon fekk ikki armin at sita heilt á degnum, men fekk tó eina stabila seriu við trimum kastum omanfyri 32 m, har tað longsta kom í síðsta umfarið (33,58 m).

Dreingir 16-17 ár

D16-17

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim vóru sum vant til dystin fús. Hesaferð byrjaðu teir í spjótkastinum, har teir royndu seg við 700 g tungu spjótunum. Tórur legði hart út við at kasta 700 g tunga spjótið góðar tveir metrar longri enn hann megnaði at kasta 600 g spjótið í 2013. Jákup vísti somu framgongd við at kasta 4 metrar longri enn hann kastaði lættara spjótið í 2013. Tórur kastaði 34,17 m og Jákup 26,36 m. Nevnast kann at hetta er fyrsta kapping í Føroyum í 2014 sum 15 ára gamli Tórur ikki vann í bókinum 16-17.

200 m var næst á skránni hjá Tórur og Jákup. Tórur legði varliga út, men á veg úr svinginum setti hann ferðina upp og økti hann avstandin til hinar allan vegin á mál. Hann megnaði í mótvindinum at bøta um sítt persónliga met við fleir sekundum, og kom hann eisini undir A-kravið til talentbólkin við tíðini 24,86 sek. Jákup kom á mál við tíðini 28,00 sek, sum er meir enn eitt sekund undir gamla persónlig meti hjá honum.

Hæddarlop var næstsíðsta greinin, og her vóru Jákup og Tórur aftur til dystin fús. Jákup kom tryggur uppum 135, men so byrjaði at blíva truplari, men hann kempaði væl, og megnaði at koma uppum 150 og bøtti sostatt um sítt persónliga met við 15 cm. Tórur var aftur í serflokki og kom uppum allar hæddir til og við 158 cm. Tá hevði hann vunnið kappingina og valdi hann tí at leggja yvirliggjaran á 166. Her hevði hann tríggjar góðar royndir, men a-krav í hædd megnaði hann ikki hesaferð.

Gentur 18-19 ár

g18-19

Bjørk Reynagarð Svabo roynd seg í spjótkasti. Øll hennara kast lógu millum 20 og 21 m, har tað longsta var 20,75 m.

Dreingir 18-19 ár

d18-19

Hans Hjørleivur Magnussen, Hallur Simonsen og Hanus Bergsson byrjaði dagin við at kasta spjót. Her var mest spenningur um hvørt Hanus rakti dagin og tók føroyska metið hjá Rógva. Hann “vildi tó for nógv” og spenti upp í kastinum, og tí bleiv hansara longsta 54,84 m, ið er smáðar 3 metrar frá føroyska metinum. Tað skal tó sigast at ein seria við trimum kastum (FÍF skipar bara fyri hálvum kappingum fyri ung) har tað styttsta bara er uml. 4 metrar frá føroyska metinum má sigast at verða góðkent. Hallur kastaði 40,23 m og Hans Hjørleivur 25,92 m. Úrslitið hjá Hans Hjørleivi er persónligt met.

Síðsta kapping var 200 m, har Tummas Napoleon Arge og Hanus Bergsson royndu seg. Tummas Napoleon hevur arbeitt við startinum í seinastuni, og er við at fáa eitt gott drive út blokkinum. Hesaferð miseydnaðist hetta tó, og var hann ov skjótur upp. Hann kempaði tó væl, og kom á mál við tíðini 24,23 m í mótvindinum. Tað er gott hálvt sekund undir hansara persónliga met. Hanus rann teinin uppá 24,71 sek, ið er persónligt met.

Kvinnur

k

Louisa Svabo royndi seg eisini í spjótkasti, og her vísti tað seg at venjing ger mun. Hon bøtti um sitt persónliga met við 2½ m tá hon í triðja umfarið kastaði spjótið út á 19,31 m.

Louisa endaði dagin við at renna 200 m. Hetta var hennara fyrsta roynd á teininum. Hon hekk  í hinum og kom á mál við tíðini 34,17 sek.

Menn

M

Eins og hjá dreingjum 18-19, so byrjaðu mennirnir við spjótkasti, og eisini her vóru bara luttakarar úr Hvirluni. Dysturin um fyrsta plássi stóð millum Helga Geyti og Trónd Arge. Her var Helgi tann stinnar við einum kasti uppá 43,00 m, meðan Tróndur við 42,31 m gjørdist nummar tvey. Steinolvur Geyti kastaði 36,46 m á triðja plássi, Rúni Jacobsen kastaði 31,97 m á fjóra pássi og Kristian Martin 29,48 m á fimta plássi.

Onnur greinin hjá monnunum var 200 m renning, har Bogi Berg og Helgi royndu seg. Bogi legði hart út og lá á odda eftir 150 m, men manglandi sprintúthaldinheits venjingin gjørdi, at hann mátti lata fyrsta pláss fara. Hann kom tó á mál við tíðini 25,01 sek í einum mótvindi uppá 2 m/s, sum má sigast at verða ein flott debut. Helgi rann teinin uppá 29,40 sek.

Mennirnir endaðu dagin við hæddarlopi, har Helgi, Bogi, Trygvi og Steinolvur royndu seg. Teir fylgdust upp á 1,55 m, har Helgi steðgaði. Bogi, ið nýliga er byrjaður at venja hædd, royndi seg við einum 200 m í beininum. Hann kom uppum 1,60 m. Steinolvur, sum uttan iva hevur flottastu flog-fasu í landinum, leyp 1,65 m og ognaði sær eitt persónligt met, meðan Trygvi valdi, eftir at hava lopið 1,70 m at fara upp á 1,80 m. Fyrstu tvær royndirnar vóru eitt sindur hálvhjartaðar, men í síðsta umfarið sást gamli Trygvi aftur, men langa pausan, sum í fyrsta umgang komst av skaða og í vetur komst av manglandi hæddarlops madrassu, gjørdi at neyvleikin ikki var har, og tí datt yvirliggjarin niður. Úrslitini hjá Boga og Steinolvi eru persónlig met.

Tað er klárt at melda til síðsta umfarð av Grand Prix her. Tvey myndasvøn frá kappingini eru at finna her og her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *