Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix á breyt – uppdatera

Marathon í Stockholm og Tórshavn
04.06.2016
Úrslit í triðja umfari av Grand Prix á breyt
18.06.2016

Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix á breyt – uppdatera

Annað umfarð av Grand Prix á breyt var á Tórsbreyt fyrr í dag. Her vóru aftur nógvar Hvirlur við, og líka frá teimum yngstu, ið enn ikki eru farnar í skúla, til tær elstu, sum langt síðan hava lagt skúlan aftanfyri seg, varð kempað so tað stóð eftir.

G14-15

Børn yngri 7 ár og yngri

Tey yngstu kappaðust í longdarlopi í dag. Her vóru Sigrið Hansdóttir, Andrea Heinadóttir og Christian Dal Christiansen klár at royna seg. Fyrsta lopið hjá Andreu var 1,60 m. Hon økti til 1,75 m í øðrum og gjørdist tað hennara longsta lop. Sigrið legði fyri við at leypa 2,23 m, sum gjørdist hennara longsta. Christian legði út við at leypa 1,47 m, men økti síðan til 1,60 m í øðrum. Hetta gjørdist hansara longsta í dag.

B-7

Gentur 8-9 ár

Beinta Debes royndi seg í dag í kúlustoyti, 60 m renning og longdarlopi. Á 60 m teininum kom hon á mál við tíðini 11,97 m, sum er persónligt met. Í kúlustoyt byrjaði hon við at stoyta kúluna út á 2,72 m. Tey næstu tvey blivu tiðanverri kolldømdi vegna kast og tí gjørdist 2,72 hennara longsta á degnum. Í longdarlopi byrjaði Beinta við at leypa 2,44 m. Annað lopi var eitt vet styttri, meðan hon í triðja lopinum økti ut á 2,54 m.

G8-9

Dreingir 8-9 ár

Heilir fýra 8 til 9 ára gamlir hvirlu dreingir royndu seg á Tórsbreyt í dag. Teir vóru Aron Mikkelsen, Terji Dal Christiansen, Jens Brandur Wintereig og Arni Bartal Joensen. Teir 60 m, sum var sprint teinurin hesaferð rann Terji uppá 12,17 sek, Aron uppá 12,55 sek, Jens Brandur uppá 12,88 sek og Arni Bartal uppá 13,52 sek. Siðsta grein var 400 m, har Terji, Jens Brandur og Arni Bartal royndu seg. Eins og á 60 m var tað ein tættur dystur teirra millum. Endin var at Terji kom á mál við tíðini 1 min 45,33 sek, Jens Brandur við tíðini 1 min 45,63 sek og Arni Bartal við tíðini 1 min 56,72 sek. Í longdarlopið byrjaið Terji við at leypa sítt longsta lop nakrantið. Tað bleiv mált til 2,78 m. Aron leyp eisini væl longri enn hann hevur lopið áður, tá hann í øðrum umfarið leyp 2,72 m. Arni Bartal og Jens Brandur lupu báðir 2,34 m í síni fyrstu kapping í longdarlopi. Allir royndu teir seg eisini  við 2 kg tungu kúlunum. Aron kom heilt út á 4,19 m. Terji út á 3,60 m, Jens Brandur út á 3,16 m og Arni Bartal út á 2,95 m. Hjá Aron var hetta munandi longri enn hann hevur megna áður, meðan tað var debut hjá hinum trimum.

D8-9

Gentur 10-11 ár

Birita Debes var einsamøll hvirla millum tær 10-11 ára gomlu genturnar. Har smæddist hon tó ikki burturímillum, tí á 100 m debuteraði hon í nógva mótvindinum við at renna teinin uppá 18,79 sek. Í kúlustoy byrjaði hon við 3,68 m, men økti so í øðrum til 3,71 m og í triðja kom hon heilt út á 4,19 m. Fleiri royndur vóru ikki, so hennara besta gjørdist 4,19 m. Birita royndi seg eisini í longdarlopi. Her kom hon útum 3 m strikuna í øllum lopunum. Tað longsta kom í øðrum umfarið, og var tað mált til 3,16 m.

G10-11

Dreingir 10-11 ár

Benjamin Mikkelsen royndi seg við 2,0 kg tungu kúluni, og eins og hjá Biritu, so bøtti hann um sítt úrslit í hvørjum umfarið, frá 3,45 m til 3,58 m fyri at enda við 3,78 m.

Gentur 12-13 ár                                              

Børka Berg Jørgensen var, sum altíð, til dystin fús. Á 100 m bøtti hon í nógva mótvindinum um sítt persónliga met til 15,24 sek. Í longdarlop leyp hon longu í fyrsta lopið góðan hálvan metur longri enn hon hevur lopið áður. Næsta lopið var enn longri. Tað bleiv mált til 4,25 m, sum gjørdist hennara longsta á degnum. Í kúlustoyt er hon eisini við at finna longdirnar framaftur, tí hon kom heilt út á 7,38 m við 2 kg tungu kúluni.

G12-13

Dreingir 12-13 ár

Brandur Kjartansson var komin líka úr Sandavági at royna seg í kúlustoyti. Hetta var hansara fyrsta roynd við 3 kg tungu kúluni, men tað sást ikki, tí hann kom nærum líka langt út, sum hann í 2015 kom við 2 kg kúluni. Tað longsta kom í síðsta umfarið, og bleiv tað mált til 6,74 m.

Gentur 14-15 ár

Ly Høgnadóttir Mohr, Lydia Simonsen, Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska vóru allar klárar at vísa hvat tær duga. Lý royndi seg á 100 m teininum. Her var vindurin beint ímóti, so tað gjørdi tað ikki lættari at fáa ferðina upp, men Lý megnaði at bøta um sítt persónliga met við 0,21 sek so tað nú er 15,20 sek. Lydia, Sunniva og Helena royndu seg við 500 g tungu spjótunum. Her var Sunniva í topform, tí hon legði út við at kasta spjótið út á 29,08 m, sum er smáðar 7 m longri enn 14 daga gamla persónliga metið. Hon hevur síðstu seks vikurnar nærum tvífalda sítt persónliga met. Lydia Simonsen bøtti eisini um sítt persónliga met til 22,69 m í fyrsta umfarið. Hetta gjørdist hennara longsta. Eins og Lydia og Sunniva, so legði Helena út við at bøta um sítt persónliga met, og eins og hjá hinum báðum gjørdist fyrsta kast tað longsta. Nýggja persónliga metið hjá Helenu eitur 16,16 m.

Dreingir 14-15 ár

Bárður Jóhansson royndi seg bæði á 100 m teininum og við 600 g tung spjótinum. Á 100 m bøtti hann um sítt persónliga met við at renna teinin uppá 13,63 s. Í spjótkast byrjaði hann róliga við at kasta spjótið út á 24,59 m. Í øðrum umfarið kom hann út á 27,69 m, og triðja kom hann heilt út á 29,78 m, og ognaði sær harvið sítt næsta persónliga met á degnum.

D14-15

Gentur 16-17 ár

Guðrið Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen umboðaðu Hvirluna millum tær 16 og 17 ára gomlu genturnar. Tinna byrjaði við hæddarlopi, har hon hevði trupulleikar við at fáa avsetti til at sita. Hon kom tó uppum allar hæddir til og viðv 125 cm í fyrstu royndini, sum vísti seg at blíva hennara besta. Í spjótkast royndu báðar tvær seg. Báðar megnaðu tær at bøta um síni persónligu met. Tinna kom út á 23,59 m, sum er góðan metur longri enn hon hevur kasta áður, meðan Guðrið kom út á 22,79 m, sum er næstan hálvan annan metur longri enn gamla persónliga metið.

G16-17

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim hevur tikið seg nógv fram síðsta árið, og í dag skuldi hann so royna seg á 200 m, 800 m, hæddarlopi og spjótkasti. 200 m var fyrsta greinin, men her valdi hann at taka tað eitt sindur róligt, tí at 800 m er tað primera hjá honum. Hann rann teinin uppá 27,76 s. Dánjal hevði trupulleikar við at fáa tað at rigga í spjótkasti, men í fimta umfarið kom hann út á 23,74 m, og í sætta heilt út á 24,56 m, sum er persónligt met. Í hæddarlopi byrjaði hann á 1,30 m. Hann fekk tó ikki atrenning at sita, og tí blivu lopini ikki nóg flótandi. Hann kom tó uppum 1,40 m sum tað besta í dag. Síðsta greinin var 800 m, har hann kom at liggja einsamallur í nógva vindinum á miðum teini. Hetta kostaði, men hann kempaði væl. Endaliga tíðin gjørdist 2 min 14,59 sek. 

D16-17

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes, sum primert venur longd og trýstøkk, hevði avgjørt at royna seg í hæddarlopi og spjótkasti. Fyrra greinin var hæddarlop. Her byrjaði hon á1,25 m, sum hon kom lættliga uppum. Sama søga endurtók seg til og við 1,40 m, sum hon eisini kláraði í fyrstu royndini. Á 1,45 m reiv hon fyrstu ferð, men hon kom uppum í aðru royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,49 m, sum er 1 cm hægri enn hennara egna føroyska met. Hon hevði onkra góða roynd, men hesaferð gekk ikki. So tað hægsta gjørdist 1,45 m. Í spjótkast kastaði Edna Maria út um 20 m strikuna við 600 g tunga spjótinum í fyrsta umfarið. Í øðrum økti hon við trimum metrum til 23,54 m, sum er persónligt met við góðum metri. Hon endurtók neyvt somu longd í fjóra umfarið, sum gjørdist hennara longsta. Úrslitini hjá Ednu Maria røkka til ávikavist nr 9 og 7 á danska ranglistanum hjá 18-19 ára gomlu gentunum.

Dreingir 18-19 ár

Tórur Mortensen royndi seg í spjótkasti og hæddarlopi. Hvørgin grein er hansara fyrsta val, men hann vísti at hann er væl fyri, tí í báðum greinum bleiv tað til greið persónlig met. Fyrrra greinin var spjótkast, har hann í ár kastar við 800 g spjótinum. Tað er sama vekt sum hjá teimum vaksnu. Hann kastaði 39,49 m, sum er góðar 3 m longri enn hann kastaði 700 g spjótið í somu kapping fyri einum árið síðani. Hann royndi tvey kast afturat, sum bæði miseydnaðust, og so valdi hann at gevast. So var hæddarlop á skránni. Eins og í spjótkast, so hevur hann ikki roynt seg í hesi grein síðan mai 2015. Hann fór inn í kappingina á 150 cm, sum hann lættliga kom uppum. So fór yvirliggjarin upp á 165 cm. Har hann kom uppum í aðru royndini. 170 cm kláraði hann í fyrstu royndini, og hóast hann hevði onkra roynd, ið var sera nær við á 175 cm, so bleiv 170 cm tað hægsta i dag. Úrslitini hjá 17 ára gamla Tórur røkka til ávikavist nr 5 og nr 7 á ranglistanum hjá 18-19 ára gomlu dreingjunum í Danmark.

Kvinnur

Sólja Jóanisdóttir royndi seg við 600 g tunga spjótinum. Hon kom heilt út á 29,01 m í fyrsta umfarið, og í øðrum bøtti hon um tað til 29,33 m.  Tey næstu køstini vóru eitt sindur styttri, men eitt flott úrslit.

G20+

Menn

Hanus Bergsson hevur leingi stríðst við ein skaða, sum hevur vitja aftur. Nú gongur betur, og tí valdi hann, fyri at koma í gongd aftur, at luttaka í kappingini. Hansara fyrsta kast var 50,43 m. Tað næsta valdi hann at gera yvirtrakk, fyri at kasta spjótið út á 52,70 m í triðja umfarið. Fjóra var eitt sindur styttri, og so valdi Hanus at steðga. Tað er gott at síggja, at hann er komin í gongd aftur, so nú verður nokk ikki leingi áðrenn vit síggja 60 m kast aftur frá honum. Kasti rakk tó til eitt fimtapláss á danska ranglistanum og eisini til talentkrav hjá FÍF.

D20

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Øll úrslitini síggjast á www.fif.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *