Úrslit frá øðrum umfari av Grand Prix á breyt

Úrslit frá fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt
19.05.2019
Elin Bólkamet og Dánjal í talentbólkin
01.06.2019

Úrslit frá øðrum umfari av Grand Prix á breyt

Annað umfar av ársins Grand Prix á breyt fyri børn og ung, var leygardagin 25. mai. Hvirlan var, sum altíð, væl umboða, og serliga stuttligt var at síggja nógvar hvirlur royna seg á fyrsta sinnið í yngru aldursbólkunum.

40 m

Lilja Sørensen og Helena í Skorini (G8-9) byrjaðu dagin við 40 m sprint. Hjá báðum var hetta fyrsta royndin á hesum teininum, men tað var ikki til at síggja, tí báðar vóru skjótar avstað, og tær kempaðu væl allan vegin. Á málinum segði klokkan, at Lilja rann teinin uppá 8,57 sek, meðan Helena rann teinin uppá 8,65 sek.

Hjá dreingjunum (D8-9 ár) royndu Eyðun Olsen, Kristjan Róksson, Theodor Salter og Oddmar Olsen seg. Teir seinnu tríggir fóru í fyrra riðlinum. Hvar var Kristjan sum eitt skot avstað, men Theorod og Oddmar fylgdu honum væl. Á málinum segði tíðina 7,94 sek til Kristjan, 8,19 sek til Theodor og 8,38 sek til Oddmar. Eyðun rann í øðrum riðli. Her var eisini tætt millum allar, og endin gjørdist at Eyðun kom á mál við tíðini 8,50 sek.

200 m

Elena Ellindsdóttir Olsen (G10-11) royndi seg aftur í ár á 200 m teininum. Elena, sum enn ikki hevur vant seg við at brúka startblokk (at byrja at brúka blokk áðrenn styrkin er til tað, skapar tekniskar trupulleikar tá man annars er klár at brúka starblokk), kom væl frá byrjan og úr svinginum spenti hon á. Alla langsíðuna megnaði hon at halda ein flottan sprintstíl. Á málinum var lønin at hon skar 2,46 sek av sínum persónliga meti.  

Hjá kvinnunum royndi Ragnhild Andreasen (G18-19) seg á fyrsta sinnið á 200 m teininum uttandura. Ragnhild hevur stríðst við spenningar í baklærinum, sum hevur gjørt at hon ikki hevur fingið servant ferð, men hon hevur ein lættan rennistíl, sum eyðkennir stóra kraftyvirføring í jørðina, og harvið effektiva konvertering til  ferð. Hon hevði truplu innastu geil, men kom væl frá startinum, men móti endanum av svinginum byrjaði hon at spenna upp, við tí úrslitið at rørslurnar blivu styttri og minni effektivar. Á málinum segði tíðin 31,56 s, sum var runnin í ein mótvind uppá 0,9 m/S. Ein góðkend debut.

Hjá monnunum runnu Miso Buha (D16-17) og Tórur Mortensen (M) samstundis. Báðir hava teir trýstøkk sum sergrein. Trýstøkk var tó ikki á skrá hesaferð. Miso hevur arbeitt við at fáa opna rørslumynstri í sprint, og tykist hetta at rigga stak væl. Tórur arbeiðir við at fáa ferðina upp, nú hann er við at fyrireika seg til oyggjaleikir, har hann hesaferð skal royna seg á 100 m og 200 m, meðan hann arbeiðir við at koma av við ein óvanliga treiskan knæskaða. Tá starturin fór vóru teir báðir skjótir avstað, men eykenda drive fyrstu 20 m hjá Tórur gjørdi at hann longu hevði trekt frá Miso. Miso fekk eisini ferðina skjótt upp, og hesaferð sat opni sprint stílurin betur, so hann kom eisini úr svinginum við góðari ferð, tó nakað aftanfyri Tórur. Báðir hildu teir formin á mál, har tíðin hjá Tórur segði 22,96 sek, sum hóast ein mótvind uppá 1,4 m/s bara er 0,05 sek frá hansar føroyska meti. Tíðin hevði rokki til eitt pláss millum teir seks í finaluni á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.  Miso bøtti um sítt persónliga met við heili 0,34 sek.

400 m

Yngstu dreingirnir (D8-9) runnu 400 m sum teirra miðtein hesaferð. Kristjan Róksson, Oddmar Olsen og Theodor Salter royndu seg allir á hesum teininum, sum er ein umgangur á Tórsbreyt. Allir løgdu hart út, og leingi var javnt, men Kristjan megnaði at halda harða útleggi longur og kom á mál við tíðini 1 min 27,32 sek. Honum á baki kom Oddmar við tíðini 1 min 38,01 sek, meðan Theodor vær stutt aftanfyri við tíðin 1 min 40,78 sek. Fyri allar var hetta fyrstu ferð teir royndu seg á hesum teininum.

800 m

Elena Ellinsdóttir Olsen (G10-11) var einasta Hvirlan, sum hesaferð royndi seg á 800 m teininum. Hetta var fyrstu ferð at Elena royndi seg á 800 m. At renna 800 m (tveir heilar umgangi á Tórsbreyt), tá man er so ungur er langt. Tað kann vera freistandi at leggja hart út, men tað kostar altið í síðsta enda. Elena legði varliga út, og megnaði tískil at halda eina støðuga ferð báðar umgangir. Á málinum var lønin flotta tíðin 3 min 10,46 sek.

Longdarlop

Lilja Sørensen royndi seg aftur í longdarlop í bólkinum G8-9. Hesaferð var Helena í Skorini eisin við. Lilja legði út við at leypa 2,22 m, meðan Helena leyp 2,33 m. Hvørgin økti í øðrum umfarið, men í triðja øktu báðar. Lilja til 2,30 m og Helena til 2,38 m.

Elena Ellindsdóttir Olsen (G10-11) byrjaði við at leypa 2,62 m. Hon vildi tó meir, tí í øðrum umfari kom hon heilt út á 3,20 m, sum er 18 cm longri enn hennara persónliga met. Triðja royndin var eisini longri enn gamla persónliga metið, men 2 cm styttri enn í øðrum umfari.

Eyðun Ellindson Olsen, Theodor Salter, Oddmar Olsen og Kristjan Róksson royndu seg allir í longdarlop. Her legði Eyðun út við at leypa 2,27 m. Theodor kom út á 2,18 m, sum var neyvt sama longd sum Oddmar leyp. Kristjan fekk verðuliga ferðina við sær og leyp heilar 2,70 m. Í øðrum umfari økti Eyðun til 2,50 m,  Theodor økti til 2,32 m og Oddmar til 2,45 m. So var eitt umfar eftir. Her megnaði bara Theodor at økja. Hann kom út á 2,36 m. Úrslitið gjørdist sostatt at Eyðun leyp 2,50 m, Theodor leyp 2,36 m, Oddmar leyp 2,45 m og Kristjan leyp 2,70 m.

Hæddarlop

Børka Berg Jørgensen (G14-15) var einasta hvirla, sum royndi seg í hæddarlopið hesaferð. Børka venur primet rimarenning og trýstøkk. Í hædd velur hon vanliga at saksa, tvs at leypa og lenda á beinunum á hæddarlopsmadrassuni. Hon legði út við at saksa 110 cm, sum ikki var nakar trupulleiki. Somuleiðis á 115 cm, sum hon kom uppum í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 120 cm. Her broytti hon so til lenda á rygginum (Fosbury flopp stílin). Hetta er ikki nakað hon hevur vant, og tí var trupult at fáa rútmuna at sita. Eftir tvær góðar royndir valdi hon at melda pass fyri at fyrireika seg til spjótkast í staðin.

Kúlustoyt

Helena í Skorini (G8-9) royndi seg eisini í kúlustoyt. Her legði hon út við at stoyta 2 kg tungu kúluna heilt út á 3,48 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið kom hon heilt út á 3,90 m. Triðja var eitt vet styttri, so teir 3,90 m frá øðrum umfarið gjørdist tað besta.

Elena Ellindsdóttir Olsen (G12-13) royndi seg eisini við 2 kg kúluni. Longu í fyrsta umfarið legði hon 23 centimetrar omaná sítt persónliga met. Í øðrum komu 4 centimetrar afturat. Hetta gjørdist hennara besta, so nýggja persónliga meti eitur 3,51 m.

Hjá yngstu dreingjunum (D8-9) royndu Theodor Salter, Jógvan Ziska Simonsen og Kristjan Róksson seg. Theodor legði út við at stoyta 2 kg tungu kúluna út á 2,44 m. Jógvan, sum á fyrsta sinnið royndi seg í kapping á Tórsbreyt legði út við heili 5,94 m, meðan Kristjan bleiv kolldømdur tí at hann gekk skeivan veg út eftir at hava stoytt kúluna (í kúlustoyt skal ein fara úr ringinum aftureftir tá man er liðugur, annars verður royndin kolldømd). Í øðrum umfarið økti Theodor við góðum ½ metri til 2,99 m, meðan Kristian kom út á 2,68 m. Jógvan var aftur omanfyri 5 m, men ikki líka langt sum í fyrsta umfarið. Í triðja umfarið var tað bara Kristjan sum megnaði at økja. Hann kom út á 3,21 m.

Benjamin Mikkelsen (D12-13) royndi seg við 3 kg tungu kúluni. Her legði hann tú við at stoyta kúluna heilar 83 centimetrar longri enn hansara persónliga met frá fyrr í ár. Næstu royndirnar vóru eisini longri enn hansara gamla persónliga met, men hesaferð kom hansara besta í fyrsta umfarið. Avrikið gjørdist 5,17 m.

Spjótkast

Børka Berg Jørgensen (G14-15) royndi seg eisini við 500 g tunga spjótinum. Her markeraði fyrsta kast ikki (oddurin av spjótinum skal nerta við grasið fyrst fyri at kasti skal blíva góðkent). Í øðrum umfari kom hon heilt út á 30,28 m, sum er 7,14 m longri enn hennara gamlar persónliga meti. Í triðja og fjóra vísti hon at tað ikki var held, tí bæði lendu nærhendis 30 m strikuni. Hennara longsta var tó teir 30,38 m frá øðrum umfari.

Elin Niclasen (G16-17) hevur spjótkast sum sína fyrstu grein, og hetta var eyðsýnt, tá hon longu í fyrsta umfarið legði út við at kasta 500 g tunga spjótið 36,53 m, sum er góðan ½ m longri enn hennara persónliga met. Næsta kasti sat ikki heilt, fylgjandi 4 kastini lógu millum góðar 33 m og smáðar 36 m. Uttan iva tann besta kappingin Elin hevur havt, so tað sær út til at teknisku trupulleikarnir í seinastuni eru við at verða lagdir afturum.

Hjá gentum 18-19 vóru tað heilar tríggjar hvirlur sum royndu seg; Lýdia Poula Simonsen, sum hevur føroyska metið í kúlu og diskus, Guðrið Káradóttir Petersen, sum hevur føroyska metið í hamarkast og Sunniva Bogadóttir, sum fyri viku síðan umboðaðið Danmark í landsdysti. Her hevði Sunniva ein, fyri hana, ein ringan dag, men hon megnaði tó at hála eitt kast uppá 33,28 m úr hattinum. Guðrið tók sítt persónliga met við góðum tveimum metrum, so tað nú er 28,36 m, meðan Lýdia somuleiðis tók sítt persónliga met við góðum 2 metrum, so tað nú er 24,10 m.

Fleiri myndir síggjast her. Úrslit koma á www.fif.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *