Úrslit frá kastikapping

Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum
09.05.2008
Hvirluvindarnir pøstir í sólini :-)
14.05.2008

Úrslit frá kastikapping

Kastarnir royndu seg aftir í kapping á kastivøllinum við Eysturskúlan Hvítusunnudag. Við í kappingini vóru Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard, Janus Jakobsen og Heri Ziska.Heri kastar diskus

Fyrsta grein var diskuskast, ið er primer greinin hjá Hera. Her megnaði hann eisini at kasta diskin út á 44.15m, sum er næstan ein metur longur enn á seinastu oyggjaleikum, men tað er tó ikki nakað sum Heri er nøgdur við. Hann hevur sett sær hægri mál, og um tey skulu náðast so skal diskurin longur út.

Næsta kapping var hamarkast, og her setti Rógvi persónligt met tá hann á fyrsta sinni kastaði hamaran útum 30 m strikuna. Hansara longsta kast var 30.57 m, so ikki kann sigast annað enn at hann fær nakað burturúr tíðini hann ikki fær kasta spjótkast, ið er hansara primer grein.

Síðan kom spjótkast. Her imponeraði ungi Janus við í síni fyrstu kapping nakrantíð at kasta spjótið út á 43.91 m. Við málrættaðari venjing er lítil ivi um at hann kann náða nógv longur.

Úrslit:

Diskuskast

Navn árg. reiðskap Felag úrslit  
Heri Ziska 1967 2 kg Hvirlan 44.15 felagsmet
Rógvi Højgaard 1993 2 kg Hvirlan 26.59  

 

Hamarkast

Navn árg. Reiðskap Felag úrslit  
Heri Ziska 1967 7.26 kg Hvirlan 42.74  
Rógvi Højgaard 1983 7.26 kg Hvirlan 30.57 persónligt met
Janus Jakobsen 1989 7.26 kg 20.06 persónligt met
Randi Kúrberg 1972 4.00 kg Hvirlan 34.20  

 

Spjótkast

Navn árg. Reiðskap Felag Úrslit  
Janus Jakobsen 1989 800 g 43.91 persónligt met
Randi Kúrberg 31.65 600 g Hvirlan 31.65  

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *