Úrslit frá kastikapping á Tórsbreyt

Kastikapping leygardagin 13. desember
09.12.2008
Frælsar við nýggjum blusum og myndatøku
14.12.2008

Úrslit frá kastikapping á Tórsbreyt

Hvirlan skipaði fyri síni fyrstu kasikapping á Tórsbreyt leygardagin 13. desember. Veðrið var, eftir árstíðini stak gott, við einum lotið, og eittans ælið meðan kappingin var. Tað vóru 6 luttakarar.

Kast krevur, at ein hevur gott fótafesti, tí at annars so sleppur ein ikki í tær støðurnar, sum gera at kastið verður ein spurningur um at nýta allan kroppin optimalt heldur enn bara at hála við arminum. Hetta er orsøkin til at kastarnir ikki hava fingið vant í seinstuni, men hóast hetta var okkurt gott úrslit.

Fyrsta grein var spjótkast, har Randi Kúrberg (kvinnur), Helgi Geyti (dreingir 15), Hjalti Lamhauge (menn) og Rógvi Højgaard (menn) luttóku. Rógvi staðfesti at hann, hóast ósikkurheit í renningarlopinum vegna manglandi kast í seinastuni, er væl fyri, tí at hann kastaði øll síni kast omanfyri 52 m, ið fyri stuttari tíð síðan var eitt mark, sum ongin var komin uppum í Føroyum. Longsta kasti hjá honum var omanfyri 55 m, men tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk við 4-5 cm. Úrslitið hjá honum er nýtt felagsmet í Hvirluni. Tann ungi Helgi royndi seg í síni fyrstu kapping, og ikki kann sigast annað enn at hann byrjaðið væl. Hann byrjaði á 23 m og økti í hvørjum umfarið, soleiðis at hann endaði á 30,24 m.

Úrslitini í spjótkast vóru:

bólkur   Reiðskapur   íðkari  felag  úrslit  
kvinnur   600 g   Randi Kúrberg  Hvirlan  25,26 m  
dreingir 15   600 g   Helgi Geyti  Hvirlan  30,24 m  Persónligt met
menn   800 g   Rógvi Højgaard  Hvirlan  52,65 m  Felagsmet
menn   800 g   Hjalti Lamhauge  Hvirlan  31,73 m  Persónligt met

 

Næsta greinin var hamarkast har Randi, Uni Højgaard (menn), Rógvi og Hjalti luttóku. Randi fekk besta úrslit á degnum við sínum 33,94 m, men tað var hugaligt at síggja hvussu nógv Uni hevur tikið seg fram síðan hann luttók í FM í kasti 5-kamp í august, hann megnaði tó ikki at vinna á beiggjanum (Rógva).

Úrslitini í hamarkast vóru:

bólkur   reiðskapur  íðkari  felag   úrslit  
kvinnur   4,00 Kg  Randi Kúrberg  Hvirlan   33,94 m  
menn   7,26 Kg  Rógvi Højgaard  Hvirlan   24,32 m  
menn   7,26 Kg  Uni Højgaard  Hvirlan   23,82 m  Persónligt met
menn   7,26 kg  Hjalti Lamhauge  Hvirlan   16,31 m  

 

Triðja grein var diskuskast, men henda grein upplivdi einasta æl á degnum, og at kasta diskus í regnið er nærum ógjørligt. Tí var henda kapping avblást eftir eittans umfarð.

 

Seinasta grein var kúlustoyt har Hjalti og brøðurnir Uni og Rógvi høvdu ein stak spennandi dyst. Tó vísti tað seg at Uni var sterkasti maðurin og endaði hann við at vinna kappingina.

Úrslitini í kúlustoyt vóru:

bólkur   reiðskapur  íðkari  felag   úrslit  
menn   7,26 Kg  Uni Højgaard  Hvirlan   8,58 m  Persónligt met 
menn   7,26 Kg  Rógvi Højgaard  Hvirlan   8,11 m  
menn   7,26 Kg  Hjalti Lamhauge  Hvirlan   7,84 m  Persónligt met

 

Øll vinnara úrslitini eru nýggj vallarmet á Tórsbreyt.

Fleiri myndir frá kappingini eru at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *