Hóast februar mánaður enn ikki er farin aftur um, so skipaði Hvirlan á tríðja sinni í 2009 fyri kapping í olympisku kastigreinunum. Hesaferð varð kappast í øllum greinunum á Tórsbreyt, og var tað sera hugaligt at kunna kappast undir so inspirerandi umstøðum.
Fyrsta greinin var hamarkast har fýra mans og tvær kvinnur luttóku. Randi var ikki heilt so væl fyri sum ynskiligt var, men megnaði hóast hetta at kasta omanfyri 35 m. Tað er lítið at ivast í at hon ferð útum 40 m strikuna í summar. Eins og so ofta áður so var dysturin millum brøðurnar Una og Rógva øtiligur, men í síðsta umfarið setti Uni trumf á og vann dystin teirra millum við 30 cm.
Úrslitini í hamarkast vóru:
Bólkur | Reiðskapur | Íðkari | Felag | Úrslit | |
Kvinnur | 4,00 kg | Randi Kúrberg | Hvirlan | 35,42 m | |
Meifríð Hansen | Hvirlan | 19,32 m | |||
Menn | 7,26 kg | Heri Ziska | Hvirlan | 40,92 m | |
– | – | Uni Højgaard | Hvirlan | 26,77 m | |
– | – | Rógvi Højgaard | Hvirlan | 26,47 m | |
– | – | Sigmund av Teigum | Hvirlan | 16,42 m |
Næsta grein var diskuskast, og her vóru trýggir mans og ein kvinna við. Hóast glottar, so fekk Heri ikki nýggju tilgongdina til kasti at hanga saman. Tó er lítið at ivast í at potentialið í tí nýggja lærdóminum er stórt. Sigmund og Rógvi dystaðust um annað plássi, men hesaferð gjørdist Sigmundur, ið nýliga er byrjaður at venja diskuskasta, tann styttri.
Úrslitini í diskuskast vóru:
Bólkur | Reiðskapur | Íðkari | Felag | Úrslit | |
Kvinnur | 1,00 kg | Meifríð Hansen | Hvirlan | 26,80 m | |
Menn | 2,00 kg | Heri Ziska | Hvirlan | 40,04 m | |
– | – | Rógvi Højgaard | Hvirlan | 26,73 m | |
– | – | Sigmund av Teigum | Hvirlan | 23,10 m |
Spjótkast var hesaferð ein undirhaldandi kapping har í brøðurnir Rógvi og Uni høvdu ein áhugaverdan dyst. Tó við tí broyting at Rógvi kastaði við vinstru hond. Uni átti munin, og tí valdi Rógvi at takað eitt róligt kast við høgru, og tað kláraði Uni so ikki at takað aftur. Tann ungi Helgi vísti enn einaferð at har eru møguleikar í honum, tí at hóast hann ikki fekk flog á spjótið, so náddi hann næstan 30 m strikuni allíkavæl.
Úrslitini í spjótkast vóru:
Bólkur | Reiðskapur | Íðkari | Felag | Úrslit | |
Kvinnur | 600 g | Randi Kúrberg | Hvirlan | 28,34 m | |
– | – | Meifríð Hansen | Hvirlan | 25,07 m | |
Menn | 800 g | Rógvi Højgaard | Hvirlan | 31,49 m | |
– | – | Uni Højgaard | Hvirlan | 26,59 m | |
D16-17 | 700 g | Helgi Geyti | Hvirlan | 29,04 m |
Seinasti dysturin var dysturin við teimum tungu stoypijarns kúlunum. Hjá monnunum var tað enn eina ferð ein dystur millum brøðurnar Rógva og Una. Báðir betraðu teir seg fleiri ferðir, men tá Rógvi stoytti kúluna útum 9 m strikuna mundi hann føla seg tryggan, men Uni var beint í hølunum tá hann beint aftaná rakti 9 m strikuna. Hetta vísti seg í báðum førðum at verða bestu royndirnar, og har vann Rógvi so við 10 cm. Báðir settu teir tó persónligt met.
Úrslitini í kúlustoyt vóru:
Bólkur | Reiðskapur | Íðkari | Felag | Úrslit | |
Kvinnur | 4,00 kg | Randi Kúrberg | Hvirlan | 8,33 m | |
Meifríð Hansen | Hvirlan | 7,05 m | |||
Menn | 7,26 kg | Rógvi Højgaard | Hvirlan | 9,07 m | Persónligt met |
– | – | Uni Højgaard | Hvirlan | 8,97 m | Persónligt met |