Úrslit frá kastikapping 24. jan

Kastikapping leygardagin
21.01.2009
Kastivenjing avlýst til og við týsdagin 3. feb.
25.01.2009

Úrslit frá kastikapping 24. jan

Enn einaferð royndu kastarnir seg í teimum olympisku kastigreinunum á ávikavist kastivøllinum við Eysturskúlan og á Tórsbreyt.

 

Fyrsta kapping var hamarkast, har tað vóru tríggjir luttakarar. Her vísti Uni at venjing ger mun tá hann betraði um sítt persónliga met við næstan 4 m og nú er við at nærkast 30 m strikuni. Heri er í løtuni við at stabilisera nýggja teknikkin. Hetta er fyri at umganga at úrslitini framhaldandi svinga so nógv sum tey hava gjørt seinnu árini. Tekniskt gekk dagurin eftir vild, tó at longdin ikki var nakað at reypa av.

Bólkur Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn 7,26 kg   Heri Ziska   Hvirlan   42,20 m  
  Uni Højgaard   Hvirlan   27,75 m   Persónligt met
  Sigmund av Teigum   Hvirlan   20,45 m  

Næsta greinin var diskuskast. Har royndu Sigmund og Heri seg. Sigmund er nýggjur tá tað kemur til kast, men hann kom tó í gongd við einum góðum úrslitið, so tað verður spennandi at síggja hvussu tað ferð at ganga í komandi kappingum.

Bólkur Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn 2,00 kg   Heri Ziska   Hvirlan   38,57 m  
  Sigmund av Teigum   Hvirlan   22,74 m  

Eftir diskuskast var fari niðan á Tórsbreyt at kappast í spjótkast og Kúlustoyt.

Í spjótkastinum vóru tað fýra sum royndu seg. Besta úrslitið átti Rógvi, men kappingin um næstu plássini var hørð, og var tann dysturin avgjørdur í allar seinasta kastið tá Sigmund kastaði spjótið 4 cm longur enn Jákup hevði megna.

Bólkur Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn 800 g   Rógvi Højgaard   Hvirlan   53,36 m  
  Sigmund av Teigum   Hvirlan   27,86 m  
  Jákup Apol   n/a   27,83 m  
  Djóni Højgaard   Bragdið   23,50 m  

Seinasta greinin var kúlustoyt. Har vóru eisini fýra luttakarar, og her var dysturin um fyrstaplássi stak harður, og skiftið tað fleiri ferðir millum ymsu luttakarnar. Tað endaði tó við at Sigmund fór við sigrinum 13 cm frammanfyri Una, sum setti persónligt met við umleið ½ m.

Bólkur Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn 7,26 kg   Sigmund av Teigum   Hvirlan   9,05 m  
  Uni Højgaard   Hvirlan   8,92 m   Persónligt met
  Rógvi Højgaard   Hvirlan   8,72 m  
  Eyðfinn Magnussen   n/a   6,48 m  

Næsta kapping sum er á skránni er enn ein opin kapping í kast. Hon verður 21. februar.

Myndir frá kappingini eru at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *