Úrslit frá kapping á Tórsbreyt

Hvirlan á instruktørskeið í Svøríki
13.04.2011
Heri kvalificera seg til 11. oyggjaleikirnar
19.04.2011

Úrslit frá kapping á Tórsbreyt

Nú endaspurturin í oyggjaleika-kvalifikatiónini nærkast eru kappingarnar tættar. Ein var á Tórsbreyt í dag (Pálmasunnudag), har diskuskast og longdarlop var á skránni. Í diskuskast var tað Heri sum skuldi royna at klára oyggjaleikakravið sum er 43,17 m. Hinir luttakarnir vóru Helgi og Steinolvur. Kappingin byrjaði tó í regni, ið er tað ringasta fyri diskuskast og fyrstu ferð diskurin fór á flog lendi hann longu á góðum 36 m. Heri økti tó til 38 m í øðrum, 40 m í triðja kasti. Í fjóra kom so dagsins longsta kast tá diskurin lendi á 42,40 m. Her steðgaði framgongdin tó, og sostatt kláraði Heri ikki oyggjaleika kravið á hesum sinni. Helgi kastaði 28,89 m, meðan Steinolvur kastaði 26,82 m.

Í longdarlop var tað eitt sindur óvantað einans Trygvi sum møtti, men roynt var allíkavæl. Tað sást at Trygvi var væl fyri og leyp hann 5,40 í triðja lopi. Tað er næstbesta úrslit nakrantíð hjá Trygva. Sigast skal tó at hansara síðsta lop var mált til heilar 5,83 m. Tíðanverri var tað yvirtrakk við nøkrum millimetrum.

Næstu kappingar verða ávikavist Skírshósdag og Páskaaftan, har somu greinar eru á skránni.

1 Comment

  1. Daniel Djurhuus Rein says:

    Flott Trúgvi.

    Verður kappingin somu tíð Hósdagin? (:

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *