Úrslit frá fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt

Lýdia aftur føroyskt met
18.05.2019
Úrslit frá øðrum umfari av Grand Prix á breyt
25.05.2019

Úrslit frá fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt

Fyrsta umfar av grand prix á breyt var leygardagin 18. mai, og sum vant, so var Hvirlan væl umboða í øllum greinum. Dagurin var nógv merktur av, at vindurin lá inn eftir Tórsbreyt. Hetta gjørdi at tað var ov nógvur undanvindur í fløtu lopunum til at met kundu blíva góðkend, og ov nógvur mótvindur í sprint til, at man kundi gera sær vónir um at seta met. Kappingin var tó stuttligt, og tey allar flestu hugnaðu sær á Tórsbreyt so leingi kappingin vardi.

Sprint

Lilja Sørensen (G8-9), sum byrjaði at venja við Hvirluni eftir at hon hevði roynt “opið hús” debuteraði í kapping við at renna 60 m. Mótvindurin var omanfyri 6 m/s, so her slapp Lilja verðuliga at royna seg. Hon rann flott og koma á mál við tíðini 13,40 sek.

Eyðun Olsen (D8-9) var eisini til dystin fús. Tá skotið fór var hann skjótur avstað, og hann kempaði væl allan vegin, har tað var sera tætt millum allar. Tíðin hjá Eyðun gjørdist 12,89 sek (w: -4,0 m/s).

Elena Ellinsdóttir Olsen (G-10-11) royndi seg á 100 m. Eins og hjá hinum, so kom harðasta mótstøðan frá vindinum. Elena kom væl frá byrjan, og eyðkendi viljin bar hana á mál við tíðini 18,07 sek, sum hóast nógva mótvindin er persónligt met við 0,16 sek.

Dánjal Dahl Ljósheim (D18-19) og Miso Buha (D16-17) sluppu at renna hvør móti øðrum á 100 m teininum. Teir eru ofta tættir og so var aftur hesaferð. Miso var skjótari úr blokkinum, men Dánjal fór skjótt framvið. Dánjal hevði munin størsta partin av teininum, men tá nakrir fáðir metrar reystaðu í fór Miso framvið. Tíðin hjá Miso gjørdist 12,75 sek, meðan tíðin hjá Dánjal gjørdist 12,78 sek. Báðir vóru uml ½ sek frá síni bestu tíð í nógva mótvindinum (5 m/s).

Miðtein

Lilja Sørensen (G8-9) royndi seg eisini á miðtein. Lilja hevur ikki roynt slíkan tein áður, og tá er 1½ umgangur á Tórsbreyt langt, serliga um man skal kappast við børn ið hava servant miðteina renning. Lilja kempaði tó væl, og kom á mál við tíðini 3 min 29,18 sek.

Elena Ellinsdóttir Olsen (G10-11) royndi seg eisini á 600 m. Tað sást at Elena hevur roynt teinin áður, tí hon legði varliga út, og eftir fyrstu 300 m lá hon rættuliga aftarliga, men so økti hon um ferðina soleiðis, at hon rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Tíðin gjørdist 2 min 20,59 sek, sum er 11 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Longdarlop

Yngru bólkarnir lupu longdarlop í ár. Hesir leypa allir (upp til og við 12-13 ár) frá zonu. At leypa frá zonu merkir at ein metur av atrenningarbreytini verður merkt av, og so skal bara leypast innanfyri hesa avmerking. Longdin er so frá har íðkarin leypur til har hann lendur. Vanliga er henda zonan beint áðrenn lopgryvjina, men hesaferð var hon flutt nakað aftur. Hetta vísti seg at ørkymla fleiri av børnunum, sum høvdu trupulleikar við at tillaga atrenningina.

Hjá yngstu gentunum royndi Lilja Sørensen (G8-9) seg. Liljan traðkaði forbí zonuna í fyrstu royndini og tí var lopið ikki góðkent. Næsta royndin eydnaðist betur og kom hon út á 2,38 m. Í triðju royndini leyp hon nakrar centimetrar styttri, og tískil vóru teir 2,38 m í aðru royndini tað besta hesaferð. Ein flott debut.

Hjá teimum yngstu dreingjunum royndi Eyðun Olsen (D8-9) seg. Eyðun legði, eins og Lilja út við at traðka forbí zonuna. Í næsta  umfarið var hann aftur eitt sindur varin, men hann kom tó heilt út á 2,55 m, sum gjørdist tað longsta hjá honum

Hæddarlop

Elena Ellindsdóttir Olsen (G10-11) royndi seg í hæddarlop. Ein tann størsta avbjóðingin hjá yngri íðkarum er, at madrassan við sokli er 90 centimetrar høg. Tað merkir at byrjunarhæddi má setast til 90 centimetrar. Hetta er rættuliga høgt, og sást tað á degnum, tí av teimum fýra gentunum sum kappaðust kom bara ein uppum teir 90 centimetrarnar. Elena hevði onkra góða roynd, men hesaferð gekk ikki.

Trýstøkk

Børka Berg Jørgensen (G14-15) og Jóhanna Óladóttir Joensen (G18-19) royndu seg báðar í trýstøkk. Børka hevur vant trýstøkk, men skinnabeinsbruni hevur forða henni at venja hesa grein í seinastuni. Hendan pausan í venjing ger at kenslan og timing ferð. Hetta sást tí at Børka tyktist ótrygg tá hon kom inn á plankan. Hon legði tó út við at leypa 8,83 m, og økti so til 9,22 m í øðrum. Triðja miseydnaðist, men nú sást at hon var við at finna kensluna aftur, og gjørdist tað fjórða 9,67 m. Tíðanverri var tað síðsta lop, tí í kappingum, sum FÍF stendur fyri sleppa tey 14-15 ára gomlu bara at royna seg 4 ferðir, har standard er seks royndi.

Jóhanna royndi seg á fyrsta sinnið í trýstøkk. Hon er nýliga byrja at venja frælsar, og er tí enn í gongd við at byggja grundina upp. Jóhanna byrjaði við at leypa 7,61 m frá stuttari at renning. Í næstu royndini kom hon útum 8 m strikuna, og somuleiðis í trijðu royndini, har hon leyp 8,10 m. So var avgjørt at leingja atrenningina, nakað sum hon ikki hevur vant. Hetta tyktist eydnast væl, tí hóast vindurin legði seg og hon tískil leyp 20-30 cm aftanfyri plankan, so bleiv lopið máta til 8,14 m.

Hjá monnunum royndu Miso Buha (D16-17) og Dánjal Dahl Ljósheim (D18-19) seg. Miso hevur trýstøkk sum sína sergrein, og hevur venjingin gingið væl í seinastuni. Tað var nógvur men ójavnur undandvindur, og tá kann vera trupult at fáa atrenningina at sita. Fyrstu trý lopini miseydnaðust, tey bæði fyrstu av yvirtrakk, og tað triðja tí hann kompenseraði ov nógv fyri vindinum, og tók ferðina av atrenningini. Úrslitið av slíkum er, at man roterar framyvir, og so er nærum ógjørligt at fáa næsta avsett at sita. Í triðja lopinum var hann varin, og fekk eitt góðkent lop, sum bleiv máta til 12,20 m. Fimta miseydnaðist aftur, meðan tað síðsta gjørdist tað longsta við 12,36 m.

Dánjal royndi seg í trýstøkk. Hetta er ikki grein hann venur, men hann er væl fyri kropsliga, og tí var vantandi at hann fór at koma nakað útum gamla metið hjá sær. Eftir tvær royndir har hann gjørdi yvirtrakk, so sat tað betur í triðja. Hann kom út á 11,43 m, sum er 61 cm longri enn hann hevur lopið áður. Hann royndi eina ferð afturat, men valdi so at steðga, tí hann føldi til skaðan í táðini.

Bóltkast

Lilja Sørensen (G8-9) royndi seg eisini við 150 g tunga bóltinum. Bóltkast er grein, sum børn kasta áðrenn tey blíva gomul nokk til at kasta spjótkast. Orsøkin til hetta er, at tað er munandi minni krevjandi tekniskt at kasta ein bólt, og tí hóskar tað seg betur í mun til kropsligu menningina hjá børnum at kasta bóltar. Durita legði út við at kas 8,22 m, men í øðrum legði hon smáðar 3 m omaná. Kastið bleiv máta atil 10,97 m. Tað síðsta var eisini flott, men eitt vet styttri.

Elena Ellindsdóttir Olsen (G10-11) royndi seg eisini við 150 g tungu bóltunum. Her legði hon út við at bøta um sítt persónliga met við smáðum trimum metrun til 12,39 m. Næsta var nakað styttri, meðan triðja kast var heilt gott. Tó ikki líka langt sum tað fyrsta, so hennara úrslit gjørdist 12,39 m.

Diskuskast

Børka Berg Jørgensen (G14-15) royndi seg eisini í diskuskast, har hon skuldi kasta 750 g tunga diskin. Fyrsta kasti kom út á 16,51 m. Fylgjandi royndirnar vóru meinlíkar, men hesaferð kom Børka tó ikki longur út, enn teir 16,51 m hon kastaði í fyrsta umfarið.

Elin Niclasen (G16-17) venur spjótkast, men hesaferð skuldi hon á fyrsta sinnið royna seg við 1,0 kg tunga diskinum. Hon legði út við at kasta 21,04 m. Næsta kasti fór í netið, meðan tær síðstu fýra royndirnar allar lógu um 20 m. Hon endaði tí við 21,04 m sum tað besta. Hetta er bara smáðar 2 m styttri enn hon kastaði 0,75 kg diskin í 2018.

Lýdia Poula Simonsen og Guðrið Káradóttir Petersen (G18-19) royndu seg eisini í diskuskast. Lýdia venur mest kúlustoyt, har hon eigur føroyska metið, meðan Guðrið mest venur hamarkast, har hon eigur føroyska metið. Lýdia, sum eisini eigur føroyska metið í diskuskast legði út við einum miseydnaðum. Næsta kasti lendi á 29,97 m, áðrenn hon rakti plett í triðja umfarið og kastaði diskin út á 33,46 m, sum er 1½ m longri enn gamla føroyska metið. Meir um metið hjá Lýdia sæst her. Guðrið legði út við at kasta 21,94 m. Hetta økti hon um tvær ferðir, soleiðis at hon endaði á 25,19 m.

Brøðurnir Aron og Benjamin Mikkelsen (D12-13) debuteraðu báðir í diskuskast. Teir høvdu eisini rættuliga lík kast, við einum miseydnaðum, einum uppá góðar 5 m og so einum longri uppá góðar 9 m. Tað longsta hjá Aron gjørdist 9,47 m, meðan tað longsta hjá Benjamin gjørdist 9,10 m.

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg við 1,75 kg tunga diskinum. Her legði hann út við einum miseydnaðum kasti. Tað næsta sat betur, og bleiv mátað til 27,19 m. Hann fekk tvey góðkend kast afturat, og lógu tey bæði nakrar centimetrar aftanfyri tað longsta. Dánjal endaði sostatt við at kasta 27,19 m, sum er 7 centimetrar frá hansara persónliga meti.

Fleiri myndir frá kappingini síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *