Úrslit FMU dagur 2

Annar dagurin av ársins dysti um føroyska meistaraheitið fyri ung byrjaði við at íðkarar og venjarar gingu skrúðgongu inn á kastibreytina, og síðan førdi Annika Olsen, Borgmeisari, fram røðu.

So var fari í gongd við at kappast, og sum vant, var hvirlan væl umboðað av røskum íðkarum í flestu greinum.

Gentur 8-9 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Lív Neshamar byrjaðu báðar dagin við at renna finalu á 60 m teininum. Báðar koma tær væl avstað, og kempaðu tær væl í mótvindinum. Elena fór um málstrikuna sum nummar tvey við tíðini 11,73 sek sum er persónligt met. Lív gjørdist nummar trý við tíðini 12,42 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Gentur 10-11 ár

Beinta Debes, sum leygardagin rann seg í finaluna á 60 m teininum. Beinta var skjót av stað, og helt eina góða ferð allar 60 metrarnar. Á málinum segði klokkan 11,19 sek.

Beinta helt áfram til kúlustoyt, og her tók hon og setti trumf á longu í fyrsta umfarið, tí við 4,98 m kom hon longri út enn nøkur onnur genta megnaði alla kappingina. Beinta steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið kom hon heilt út á 5,53 m. Tað triðja var nakrar centimetrar styttri, men Beinta fór heim við gullinum, og einum persónligum metið sum var 2,28 m betur enn tað hon kom við.

Dreingir 10-11 ár

Gutti Heinason, Aron Mikkelsen og Jens  Brandur Winthereig vóru allir klárir tá finalan á 60 m bleiv skotin í gongd. Gutti legði brádliga fyri og var skjótt fremstur, og hann økti allan vegin. Á málinum segði tíðin 9,52 sek og var hann sostatt tann einasti sum kom undir 10 sek í hansara fyrsta kapping á teininum. Aron kom á mál við tíðini 11,35 sek og Jens Brandur við tíðini 11,75 sek. Báðir bøttu teir munandi um síni persónligu met á teininum.

Gutti og Jens Brandur hildu áfram til 300 m startin. Gutti legði hart út, og lá fremstur á eftir 100 m, men hann misti nakað í svinginum. Hann setti ein øgiligan spurt inn seinastu metrarnar, men rakk akkurát ikki at taka fyrsta pláss aftur. Við tíðini 54,96 sek ognaði hann sær tó silvurmerkið. Jens Brandur royndi seg á fyrsta sinnið á hesum teininum. Hann kom væl avstað, men tá hann kom inn í nógva mótvindin, bleiv tað tyngri, men hann kempaði væl, og kom á mál við tíðini 65,01 sek, sum er persónligt met.

Aron royndi seg í kúlustoyt. Har legði hann út við at stoyta kúluna út á 5,23 m, sum rakk til eitt deilt annaðpláss eftir fyrsta umfarið. Hann økti til 5,93 í øðrum umfarið, og lá hann tí einsamallur á øðrum plássi. Í triðja fór ein framvið soleiðis at Aron ognaði sær broncumerkið við 5,93 m, sum er góðan metur longri enn gamla persónliga metið hjá honum.

Gentur 12-13 ár

Børka Berg Jørgensen, Jóhanna Pedersen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaðu dagin við finaluni á 80 m teininum. Børka lá frá byrjan og allan vegin á mál í einum tøttum dysti um gullið. Henda dyst vann hon. Tíðin hjá henni gjørdist 12,13 sek, sum hóast ein mótvind uppá 2,5 m/s, er persónligt met. Jóhanna og Kristina runnu henda tein á fyrsta sinnið, men tær runnu stak flott, og komu á mál við tíðunum 13,80 sek (Jóhanna) og 14,42 sek (Kristina).

Børka, Kristina og Jóhanna fóru síðan til 300 m startin. Her lá Børka aftur í einum tøttum dysti um gullið allan vegin, men hesaferð bleiv hon eitt vet ov stutt. Við tíðini 49,31 sek, sum er 3½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, ognaði hon sær silvurmerkið. Kristina og Jóhanna høvdu aftur ein góðan dyst sínamillum. Hesaferð var Kristina tann fremra við tíðin 59,11 sek, sum er 3 sekund skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, meðan Jóhanna kom á mál við tíðini 60,32 sek, sum eisini er 3 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

So var kúlustoyt á skránni, og her vóru tær allar aftur við. Børka var í flokki fyri seg, og ognaði sær eitt gullmerkið við 7,49 m. Kristina legði út við at stoyta 5,60 m, meðan Jóhanna legði út við at bøta um sítt persónliga met við góðum ½ metri til 4,84 m. Í triðja umfarið økti Kristina til 6,29 m, og bøtti hon harvið um sítt persónliga met við næstan ½ metri. Við hesum tryggjaði hon sær broncumerkið. Jóhanna kom ikki longur út, men kann gleðast um at fara heim við einum stórum persónligum metið.

Allar tríggjar royndu seg eisini í longdarlopi. Her tryggjaði Børka sær gullið við fyrsta lopið, og hóast hon ikki kom longur út, so vóru øll hennara lop nóg long til at vinna gullið. Tað longsta bleiv mált til 4,34 m. Jóhanna og Kristina lógu í einum tøttum dysti um broncumerkið, har Jóhanna byrjaði sterkari við atleypa 3,40 m, 5 cm longri enn kristina. Í øðrum umfarið økti Kristina við 2 centimetrum. Jóhanna svaraði aftur og økti við seks centimetrum í triðja umfarið. Tíðanverri fór ein framvið í allar síðsta lopi í kappingini, so jóhanna gjørdist nummar fýra og Kristina nummar fimm. Jóhanna  leyp 3,46 m, sum er næstan ½ m longri enn hon hevur lopið áður, meðan Kristina leyp 3,37 m, sum er neyvt tað sama hon hevur lopið áður.

Gentur 14-15 ár

Elin Niclasen rann seg í finaluna á 100 m leygardagin, og tí var tað henda finalan, sum var fyrsta uppgáva á degnum. Starturin sat ikki heilt hesaferð, men Elin kempaði seg fram, og var á liðini á hinum nærum allan vegin. Á málinum segði tíðin hjá Elin 14,77 sek, sum bara var ½ sek frá gullinum í hesi sera tøttu finaluni.

Tá 3,0 kg tungu kúlurnar komu fram, var Elin aftur klár. Hesaferð var Lý Høgnadóttir Mohr eisini við. Elin legði út við stoyta 8,34 m, meðan Lý kom út á 6,74. Harvið lógu tær ávikavist nr 2 og 4 eftir fyrsta umfar. Lý økti til 7,30 m í øðrum, men lá enn á fjórða plássi. Í triðja umfarið økti Lý enn eina ferð, hesaferð til 7,88 m, og tók hon harvið triðja pláss. Í síðsta umfarið hendu ongar broytingar, og sostatt tryggjaðu tær báðar sær silvur og broncumerkið í kappingini.

Gentur 16-17 ár

Hamarkast er ein av greinunum, har støði er skjótt hækkandi, ikki minst takka verði Guðrið Káradóttir Petersen, sum hevur tikið bólkametið, og flutt tað heilt út á smáðar 40 m. Tað var tí ikki serliga stórur spenningur um hvør fór við gullinum. Tá Guðrið, eftir at hava kasta uttanfyri kastirætningin í fyrsta umfarið, kastaði 36,71 m, var gullið tryggja, 12 metrar frammanfyri nummar tvey. Hetta gjørdist eisini hennara longsta ein dag, har teknikkurin ikki heilt vildi sita. Dysturin um silvur og broncu gjørdist sera spennandi. Sunniva tók leiðslurna í hesum dystinum við at kasta 19,64 m í fyrsta umfarið. Helena fór framvið í øðrum við 20,37 m, men Sunniva svaraði beinan vegin aftur við at akasta 21,03 m. Í triðja og fjórða umfarið hendu ongar broytingar, men í fimta kastaði Helena út á 22,19 m og tók annaðpláss. Sunniva økti um sítt besta, men við 21,50 m var hon enn á triðja plássi. Tá Helena so í sætta umfari bøtti um sítt persónliga met við góðum tveimum metrum til 24,14 m, var dysturin um silvurmerkið avgjørdur.

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við at leypa trýstøkk. Her leyp Dánjal heilar 10,92 m, sum er næstan hálvan metur longri enn hann hevur lopið áður. Hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson vóru báðir klárir í blokkunum tá skotið fór á 100 m finaluni. Dánjal fekk betra startin, men Bárður, sum er við at fáa ferð í beinini, var beint í hølinum allan vegin. Dánjal megnaði tó at halda fast, og var tann fyrri á mál, og ognaði hann sær harvið gullið við tíðini 13,20 sek, meðan Bárður fór við silvurmerkinum við tíðini 13,68 sek.

Dánjal royndi seg eisini á 400 m teininum. Her var vantandi at nógvu kappingarnar fóru at kosta, men Dánjal er væl fyri, og megnaði at ogna sær gullið við tíðini 56,84 sek, sum er næstan fýra sek skjótari enn hann rann samam tein fyri einum ári síðan.

Dánjal endaði dagin við at kasta 5,0 kg tunga hamaran. Hetta var hansara fyrsta roynd í hamarkasti, og her kom hann út á 19,37 m í fyrsta umfarið, sum eisini gjørdist hansara longsta.

Gentur 18-19 ár

Í ár er Alda einasta hvirla í hesum bólkinum, men hon vísti longu frá byrjan at hon er eitt gott umboð. Tað var í finaluni á 100 m. Ein av styrkjunum hjá Aldu er starturin, men hesaferð miseydnaðist starturin heilt, soleiðis at hon misti eitt heilt fet. Hon er tó ein fightari og var skjótt uppi á liðini á hinum gentunum. Hon tyktist nærkast allan vegin, men starturin kostaði í síðsta enda sigurin, tí á málinum var hon einans 0,05 sek aftanfyri vinnarin. At hon megnaði at renna teinin uppá 13,76 sek í einum mótvindi uppá 3,2 m/s og miseydnaðum starti, vísur hvussu nógv hon hevur hækka sítt støði í ár.

Fremsta greinin hjá Aldu er 100 m, hon plagar tó at royna seg á 200 m eisini. Á FMU hevði hon tó valt at fara heilt upp á 400 m at royna seg. Ein grein, sum krevur eitt heilt annað slag av venjing. Alda var tó til dystin fús. Alda legði varliga út, og eftir fyrstu 300 m lá hon á triðja plássi. Her setti hon ferð á, og megnaði at renna seg upp á eitt annað pláss, einans tvey sek frá gullinum. Tíðin gjørdist 65,83 sek, sum er persónligt met.

Dreingir 18-19 ár

Tórur Mortensen royndi seg einans við 6,0 kg tunga hamarnum seinna dag á FMU. Hetta var hansara fyrsta roynd við 6 kg hamarnum, men longu í fyrsta umfarið megnaði hann at kasta hamaran fim metrar longri enn hann hevur megna at kasta 5,0 kg hamaran. Hetta fyrsta kasti gjørdist hansara longsta, og hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Samanumtikið ein góður dagur, har íðkarar fingu enda eitt langt kappingarár við at vísa hvat tey duga. Høvið var eisini at hugna sær saman við vinum í Hvirluni og hinum feløgunum. Nú verður ein lítil steðgur í flestu venjingum í nakrar vikur. So verður farið í gongd aftur við at byggja upp til framtíðina.

Øll úrslit síggjast á fif.fo og fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *