Úrslit: FMU dagur 1

Gentur 8-9 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Lív Neshamar royndu seg í longdarlopi. Her legði Lív út við at bøta um sítt persónliga met við nøkrum sentimetrum. Hini bæði lopini hjá Lív vóru eisini longri enn hennar gamla persónliga met, men tað longsta var fyrsta lop. Elena byrjaði meir varliga, í øðrum leyp hon 2,21 m, sum var persónligt met, men í triðja leyp hon heilar 2,51 m, og ognaði sær silvurmerkið frammanfyri Lív, sum fór heim við bronsumerkinum.

Gentur 10-11 ár

Beinta roynd seg eisini á 60 m. Her var hon í fyrra riðlinum. Kravið fyri at koma í finaluna var antin at gerast ein av teimum tveimum fremstu ella hava ein av teimum tveimum bestu tíðinum hjá teimum sum, ikki gjørdust millum tær tvær fremstu. Beina kom skjótt úr blokkinum, og helt eitt gott tempo allan vegin. hon gjørdist nummar trý í sínum riðli, men átti bestu tíð av teimum sum ikki gjørdust nummar eitt ella tvey og rann seg sostatt trygt í finaluna. Tíðin gjørdist 10,9 sek, sum er næstan eitt heilt sekund skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Í longdarlopi vísti Beinta aftur, hvussu nógv hon hevur tikið seg fram, tí longu í fyrsta lopið legði hon 17 cm afturat sínum persónliga metið. Hon steðgaði tó ikki har, tí í síðsta umfarið legði hon 12 cm afturat á sítt persónliga met. Tær 2,98 m vóru neyvt líka langt sum nummar trý leyp. Tá tvey leypa líka langt, so er tað næstlongsta lop sum telur. Her var Beinta eitt vet ov stutt, og gjørdist hon sostatt nummar fýra í hesi sera tøttu kappingini. 

Beinta royndi seg eisini við 150 g tungu bóltunum. Her legði hon út við at bøta um sítt persónliga met við tveimum metrum. Kasti bleiv mált til 15,49 m. Í øðrum umfarið kom hon heilt út á 15,91 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð.

 

Dreingir 10-11 ár

Aron Mikkelsen og Jens Brandur Winthereig royndu seg í longdarlopi. Aron legði út við at bøta munandi um sítt persónliga met í fyrsta umfarið. Jens Brandur vildi ikki standa aftanfyri, og gjørdi tað sama í øðrum umfarið. Aron, bøtti aftur í øðrum umfarið, og aftur svaraði Jens Brandur við einum persónligum metið í triðja. Aron royndi aftur í triðja, og hóast lopið var longri enn hansara gamla persónliga met, so var hansara longsta í dag teir 2,8 m hann leyp í øðrum umfari. Tað longsta hjá Jens Brandur gjørdist 2,42 m.

Jens Brandur royndi seg við 150 g tungu bóltunum. Her legði Jens Brandur út við at leggja nakrar centimetrar omaná sítt persónliga met. Hann steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið legði hann meir enn sjey metrar omaná sítt persónliga met. Hesir 19,96 m, sum hann kastaði í øðrum umfarið, gjørdist teir longstu hesaferð.

 

Á 600 m teininum debuteraði Gutti Heinason á Tórsbreyt. Her legði Gutti agressivt út, við at leggja seg á odda, hann kempaði væl, og hóast ein fór framvið so kempaði Gutti væl allan vegin, og kom á mál á einum tryggum annað plássi við tíðini 2 min 7,00 sek.

Gentur 12-13

Børka Berg Jørgensen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaðu dagin við at royna seg á teimum seks 76 cm høgu rimunum. Børka, sum er eitt ár eldri, hevur áður víst at hon dugir stak væl at renna rimarenning, og so var eisini hendan dagin. Tá skoti fór, var hon farin, og hon helt góða rútmu og ferð allan vegin, og endaði við at vinna við næstan tveimum sekundum. Tíðin hjá Børku gjørdist 10,94 sek, sum er 0,38 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin við 76,2 cm høgum rimum áður. Kristina, sum ikki hevur roynt teinin áður, rann sera væl um tær fyri hana óvant høgu rimarnar. Hon kom á mál við tíðini 14,35 sek, sum er persónligt met.

 

Í hæddarlopi royndu Børka og Kristina seg. Hetta var fyrstu ferð at Kristina royndi seg í hesi grein, men tað sást ikki, tí eftir at fyrsta lop miseydnaðist, kom hon lætt yvir 100 cm. Eisini kom hon uttan trupulleikar uppum 107 cm. Hóast góðar royndir, so eydnaðist ikki at koma uppum 113 cm. Børka, sum hevur vant hæddarlop eina ferð í ár, byrjaði á 107 cm, sum hon kom uppum í fyrstu royndini. Hon kom somuleiðis lættliga uppum 113, 118 og 122 cm. 125 cm vildi ikki hesaferð, men eins og hjá Kristinu, so sást at har er potentialið til væl meir. Teir 122 cm hjá Børku rukku til silvurmerkið.

 

Børka og Kristina royndu seg eisini í spjótkasti. Her kastaði Børka, sum hevur skaða í hondini, bara eitt kast. Tað bleiv mált til 23,31 m, sum tryggjaði henni ein greiðan sigur. Kristina, sum er eitt ár yngri enn Børka royndi seg á fyrsta sinnið við 400 g tunga spjótinum. Hon legði út við at kasta 8,31 m, og hóast hon kempaði væl, so gjørdist hetta hennara longsta. Tað rakk til eitt fjórða pláss í finaluni.

Á 4×100 m boðrenning vóru Jóhanna, Kristina og Børka sjálvandi klárar, men tað krevjast fýra, og her hevði Beinta (G10-11) játta at hjálpa. Tað var eisini Beinta, sum byrjaði, og hon rann væl, og avleveraði boðini til Kristinu, sum tók annan túrin, og helt hon á í sama stíl. Jóhanna tók triðja túrin, og eins og hinar báðar, so kempaði hon væl. Jóhanna gav boðini til Børku, sum setti ein øgiligan spurt inn. Tað endaði við at liðið ognaði sær eitt silvurmerkið við flottu tíðini 1 min 5,90 sek.

 

Gentur 14-15 ár

Elin Niclasen byrjaði dagin við at kasta 750 g tunga diskin. Her legði hon seg á odda longu í fyrsta kasti, og hóast hetta kast var nóg mikið til at ogna henni gullið, so vildi hon meir, og í síðsta umfarið kastaði hon diskin heilt út á 22,88 m, sum er persónligt met.

 

Elin Niclasen byrjaði dagin á 100 m. Her var hon í fyrra riðlinum. Elin hevur ikki vant so nógv sprint, men kvik er hon, og tá vísti hon longu í startinum, har hon lá lið um lið við hinar. Hon rann væl, men misti eitt sindur í mun til tær skjótastu. Hon kom tó á mál við tíðini 14,20 sek, sum er persónligt met við 0,24 sek. Hetta rakk til eitt trygt pláss í finaluni.

Elin royndi seg eisini við 500 g tunga spjótinum. Her kastaði hon sera væl, og lendu spjótini nærhendis 30 m strikuni. Tíðanverri, manglaði eitt vet í at oddurin nart við fyrst, og um hann ikki nertur við fyrst, so verður kasti ikki góðkent. Hetta hendi fyrstu trý umførini. Í fjórða var hon meir varðin í kastinum, og tryggjaði tað eina markering, men tað kostaði longdina. Kasti bleiv mált til 20,10 m. Har hini trý kastini vóru so mikið long at tey nærkaðust gullinum, so rukku teir 20,10 m til eitt fjórða pláss.

Gentur 16-17 ár

Guðrið Káradóttir Petersen, Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska byrjaðu dagin við at kasta diskus. Her hevur Helena verði tann stinnasta, men hesaferð vildi teknikkurin ikki sita, og tá hinar báðar høvdu sína bestu kapping nakrantíð, so var vent við í úrslita talvuni. Helena legði seg tó á odda í fyrsta umfarið við at kasta 24,05 m. Hetta helt til triðja umfar, tá Guðrið kastaði 24,57 m. Guðrið økti í fjórða umfarið til 24,79 m. Í síðsta umfarið gjørdi Sunniva tó bart, tí uttan renningarlop økti hon við fýra metrum tá hon kastaði heilar 25,43 m. Hon ognaði sær sostatt gullmerkið frammanfyri Guðrið, við Helenu á triðja plássi.

 

Tær tríggjar fóru síðan til spjótkast. Tær løgdu allar hart út Sunniva við at kasta 28,99 m, Guðrið við at bøta um sítt persónliga met við 4½ m til 27,27 m og Helena við at bøta um sítt persónliga met við uml ½ metri til 25,44 m. Tær løgdu seg harvið á tey trý fremstu plássini. Sunniva bøtti um sítt úrslit við at kasta 32,96 m, men placeringarnar broyttust ikki. Tær fóru heim við øllum heiðursmerkjunum.

 

Dreingir 16-17 ár og Dreingir 18-19 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson royndu seg í 110 m rimarenning. Tær 10 rimarnar vóru settar á 91,4 cm hædd. Dánjal legði seg beinan vegin á odda, og økti allan vegin, meðan Bárður var í einum hørðum dysti um silvurmerki allan vegin. Bárður kempaði væl, og endaði við at ogna sær silvurmerki. Tíðirnar gjørdust 19,31 sek (Dánjal) og 22,16 sek (Bárður). Bæði eru persónlig met.

Í longdarlopið royndu Bárður og Dánjal seg aftur. Her var Tóki Bak Sørensen eisini við. Dánjal legði út við at leypa 4,83 m og legði seg á fyrsta pláss. Tóki leyp 4,01 og Bárður 3,65 m, sum rakk til ávikavist triðja og fjórða pláss. Í øðrum ognaði Tóki sær persónligt met í sættu kappingini á rað, við at leypa 4,67 m. Hann yvirtók harvið annað plássi. Hetta helt tó ikki, men teir 4,67 m tryggjaðu honum bronsumerkið. Dánjal leyp á fyrsta sinni útum fimm metur strikuna tá hann í triðja umfarið leyp 5,02 m. Hann ognaði sær eitt trygt gullmerkið, har øll hansara lop vóru longri enn longsta lop hjá nummar tvey. Bárður, sum ikki hevur lopið í langa tíð, kom væl í gongd aftur. Hansara longsta gjørdist 3,86 m.

Í diskuskasti royndu Dánjal og Bárður seg aftur. Her legði Dánjal út við at kasta 20,99 m, sum rakk til eitt annað pláss, meðan Bárður kastaði 15,97 m, sum tryggjaði honum eitt triðja pláss. Henda støðan helt seg til fjórða umfar, tá Bárður gjørdi bart við at kasta heilar 24,67 m, sum er persónligt met. Harvið yvirtók hann fyrsta pláss. Bárður, sum hevur arbeitt við tí tekniska, kastaði væl. Hann hevði eina stabila seriu, har tað longsta, sum bleiv mált til 16,03 m, kom í síðsta umfarið. Sostatt fór Dánjal heim við gullinum og Bárður við bronsuni.

Bárður, Tóki og Dánjal royndu seg eisini við 700 g tungu spjótunum. Her fekk Tóki ilt í armin í fyrsta umfarið, so eftir at hava kasta eitt kast afturat, sum bleiv mált til 22,65 m, valdi hann at steðga. Bárður kastaði tekniskt væl, men kastini lógu í so langt til vinstru, har heili trý endaðu uttanfyri uppmálda kastirætningin. Hansara longsta gjørdist 24,43 m, sum rakk til eitt bronsumerkið. Dánjal var í einum hørðum dysti um gulli, og tá hann í fjórða umfarið kastaði 29,61 m, lá hann sum nummar eitt, men hetta var ikki nóg mikið hesaferð. Hann gjørdist nummar tvey við teimum 29,61 m, sum er persónligt met.

Hóast sterku greinarnar hjá Tórur Mortensen (Dreingir 18-19) eru lop og sprint, so hevði Tórur Mortensen í dag valt einans at royna seg á 800 m, sum er langt frá hansara styrki. Tað er tó vælkent at ein skal útum sína “comfort zone” av og á, og hetta var so hansara túrur úr hansara “comfort zone”. Tað mundu tó verða fá, sum vantaðu at ein leypari megnaði at gera nakað við miðteina rennarar á teirra heimabana. Dreingir 14-15, 16-17 og 18-19 runnu saman, so har vóru seks rennarar til start. Millum luttakararnar hjá Dreingjum 16-17 var Dánjal Dahl Ljósheim, og hóast Dánjal og Tórur vóru í hvør sínum aldursbólki, so var ein hørð kapping millum hesar báðar um at koma fyrst á mál. Tórur metti seg leggja varliga út, men Tórur, sum er meir vanur við sprint-tempo, metti skeivt, tí eftir 100 m var hann greitt á odda, og helt henda støðan seg til 300 m vóru farnir afturum. So fór Dánjal framvið. Dánjal visti at Tórur, sum fyri seks døgum tók føroyska metið á 200 m, hevði ein góðan spurt, og tí skuldi dysturin vinnast áðrenn spurturin fór í gongd. Dánjal helt góða ferð, og økti støðugt til Tórur. Tá 100 m vóru eftir,  var Dánjal 8-10 m frammanfyri Tórur. Tá setti Tórur spurtin í gongd og tá tað restaðu 30 m vóru teir lið um lið. Dánjal svaraði aftur, og teir fylgdust síðstu 30 m. Mál foto vístu tó at Tórur var tann fremri. Tíðin hjá Tórur gjørdist 2 min 8,01 sek, meðan Dánjal kom á mál við tíðini 2 min 8,04 sek, sum er tað næst skjótasta hann hevur runnið teinin.

Fleiri myndir koma í myndasavni, og øll úrslit koma á www.fif.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *