Úrslit av FM í fartelefonkast

Meir enn ein triðingur av øllum hvirlunum gingu skrúðgongu
28.07.2013
Hvirluvindarnir byrja aftur mikudagin 7. august
29.07.2013

Úrslit av FM í fartelefonkast

Annað árið skipaði Hvirlan fyri kapping í at kasta fartelefonir. Henda kapping fer fram á tann hátt, at hvør luttakari fær tvær royndir, við ymiskum telefonum. Longsta kast telur. Eisini er liðkapping, her eru reglarnir teir, at tríggir kastara eru á liðnum. Hvør fær eitt kast, og øll kastini telja.

Fyrsta árið var einans ein luttakari við hjá kvinnunum, og var viðkomandi 11 ár. Í ár vóru fimm við, og leingi var dysturin um gullið tættur, men tá Rúna Højgaard tók telefonina í hondina var avgjørt, tí hon kastaði 28,54 m, ið er nýggja føroyska metið. Úrslitini hjá kvinnum vóru:

Fornavn Eftirnavn árg. kast 1 kast 2 Úrslit
Rúna Højgaard ’89 27,81 28,54 28,54
Rigmor Napoleonsdóttir Arge ’69 12,98 20,45 20,45
Bjørg Krett ’95 19,99 19,99
Linda Zachariasen ’94 13,92 16,81 16,81
Kristina Højgaard ’59 12,79 14,64 14,64

Best umboðaði bólkur var menn, og millum luttakarnar var Rógvi, ið setti føroyska metið (77,03 m) í 2012. Hann hevði tó ein minni góðan dag, og sostatt endaði tað við at Tróndur Arge fór við gullinum við einum kasti uppá 66,20 m. Úrslitini hjá monnunum vóru:

Fornavn Eftirnavn árg. kast 1 kast 2 Úrslit
Tróndur Arge ’94 66,22 66,22
Rógvi Mohr ’80 58,87 65,57 65,57
Hanus Bergsson ’95 60,80 60,80
Uni Højgaard ’80 47,16 55,88 55,88
Helgi Geyti ’93 54,79 54,79
Steinolvur Geyti ’94 49,20 47,38 49,20
Rógvi Højgaard ’83 36,93 47,34 47,34
Heri Ziska ’67 43,91 43,91
Thomas Hansen ’71 43,61 43,61
Gundur Michalsen ’64 38,78 36,94 38,78
Regin Arge ’69 30,10 25,95 30,10

Tvær gentur royndu seg, harímillum vinnarin hjá kvinnunum í 2012. Hesaferð kastaði Helena Svabo Ziska, tó ikki heilt so langt sum í 2012, men tað rakk tó til gullmerkið. Úrslitini síggjast niðanfyri:

Fornavn Eftirnavn árg. kast 1 kast 2 Úrslit
Helena Svabo Ziska ’01 14,56 14,56
Bjørt Holm ’03 8,95 9,79 9,79

Heili átta dreingir royndu seg, men her var tað ikki óvanta Tórur Mortensen, ið fór við sigrinum, men tað var flott av tí einans 9 ára gamla Hera Lava Láadal, at kasta næstan 30 m á øðrum plássi. Úrsitini vóru:

Fornavn Eftirnavn árg. kast 1 kast 2 Úrslit
Tórur Mortensen ’98 41,59 41,59
Heri Lava Láadal ’04 18,10 29,48 29,48
Johannes Mikkelsen ’02 20,64 24,27 24,27
Daniel Mikkelsen ’00 22,61 22,61
Jónas Kristiansson ’02   21,41 21,41
Teitur Thomasson Hansen ’05 16,26 17,16 17,16
Niklas Gaard ’05 14,92 14,92
Róar Arge ’01 14,36 9,08 14,36

Hjá kvinnunum var eitt lið við, tær ognaðu sær sostatt gullmerkið við tilsamans:

lið Fornavn Eftirnavn árg. longd úrslit
Team Højgaard Rúna Højgaard ’89 20,30 53,71
Ingrið Mortensen ’82 16,94
Kristina Højgaard ’59 16,47

Trý lið hjá monnum. Hjá monnunum var ikki tann stóri spenningurin, tí at “Team Kristiansgøta” var næstan 40 m frammanfyri “Team Tórur”. Á liðnum vóru feðgarnir Anton og Tróndur Arge umframt Hanus Bergsson. Viðmerkjast kann, at kasti hjá Anton Arge var næstlongsta á degnum, men hann luttók ikki fyri einstaklingar.

lið Fornavn Eftirnavn árg. longd úrslit
Team Kristiansgøta Tróndur Arge ’94 58,58 184,74
Hanus Bergsson ’95 60,11
Anton Arge ’64 66,05
Team Tórur Uni Højgaard ’80 54,02 146,30
Tórur Mortensen ’98 50,59
Heri Ziska ’67 41,69
Hvirlan 1 Rógvi Højgaard ’83 51,81 131,04
Steinolvur Geyti ’94 39,56
Helgi Geyti ’93 39,67

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *