Ungu hvirlurnar kastaðu og runnu fyri allar pengarnar

Venjarin hevur forfall
05.02.2009
Vaxjø – gevandi uppá nógvar mátar
07.02.2009

Ungu hvirlurnar kastaðu og runnu fyri allar pengarnar

Venjingin hjá hvirluvindunum og teimum ungu var í sínum vandu rammum, eftir at føstu venjarnir høvdu fingið góða hjálp frá øðrum venjarum og foreldrum seinasta mikudag.

Tey 6-9 ára gomlu áttu gólvið fyrst í niðaru høllini. Randi var afturkomin úr Svøríki, og Ragnar var liðugur við sína starvsvenjing sum lærari í Mikladali. Vit løgdu fyri við at práta um síðstu venjing, sum foreldur høvdu staðið fyri, og børnini lótu væl. Síðan greiddi Randi eitt sindur frá um Svøríki, hvat tey høvdu gjørt, sætt og vant, og at tey høvdu fingið íblástur til barnavenjing, tí tey høvdu fylgt barnavenjingum haryviri.

 

Vit prátaðu um vinalag, og hvussu ein kundi bjóða vælkomin, so at nýggj fólk kendu seg væl, síðan fóru vit í holt við eitt navnaspæl, ið tóktist falla í góða jørð. Aftaná tað gjørdu vit ymisk øvilsi við bólti, og síðan hildu vit á við bóltøvilsum, har dentur varð lagdur á ymisk køst. Bitarnir vórðu koyrdir niður í ymsa hædd og børnini fóru í tríggjar bólkar, sum eftir tørni skiftust at kasta “spjót” við lítlum vektarbólti, “kúlu” við størri og tyngri vektarbólti, ið skuldi upp um bitan til makkaran hinumegin, “sleggjuavlevering”, har hvirluvindarnir skuldu “oysa” bóltin yvir um bitan til makkaran og at enda varð gyrði (spenst) vant, tá børnini við løttum bólti millum beinini í hálvgum húkandi støðu skuldu leypa upp og kasta høgt aftur um seg til vinin hinumegin. Eisini eitt gott øvilsi, ið eina ferð kanska verður til eitt reiðiligt beinbend, ið er eitt ógvuliga grundleggjandi styrkiøvilsi í øllum ítróttum.

At enda drønaðu vit vaxjø-stafettina ígjøgnum, og væl dámdi børnunum. Røsk og fitt sum altíð 🙂

Tey ungu vandu hesa ferð koordinatiónsvenjing og við medisinbóltum. Koordinatiónsvenjingin var skipað sum sprint-koordinatión, har spurtir vóru lagdir inn fyri at gera tað meira fjølbroytt og fyri at útfordra ungu hvirlurnar enn meir. Síðan komu medisinbóltarnir fram, og vóru teir kastaðir á nógva ymsar hættir, har sjálvt beinini blivu brúkt til at “kasta” við. Til síðst varð strekt út, og í tí sambandinum varð eisini tosað um, hví tað er so týdningarmikið at strekkja út.

Tey 7-10 ára gomlu høvdu ein dag, har tey sluppu at royna kast á nógvar ymsar hættir. Fyrst varð tó hitað upp við einum navnaspæli. Kast varð skipað í fýra bólkar ,har ein bólkur kastaði “spjót” við smáum innandurakúlum, ein “stoytti kúlu” við medisinbóltum, ein vandi “styrki” við medisinbóltum og ein vandi spænstigheit við løttum bóltum. Allir hvirluvindarnir skiftu so millum ymsu statiónirnar, so at øll sluppu at royna alt. At enda var ein Vaxjø-inspirerað stafettbreyt sett upp, og tað sá út til, at børnunum dámdu væl hesa stafett.

Fleiri myndir er í savninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *