Ungir Hvirlu íðkarar góðan túr í Íslandi

Eingin venjing komandi viku í Eysturskúlanum vegna roynd
Flott úrslit á Stórmót

Ungir Hvirlu íðkarar góðan túr í Íslandi

Ungu íðkararnir í Hvirluni vóru, eins og undanfarin ár, sera spent uppá at sleppa at royna seg í dysti móti javnaldrum í Íslandi. Skuffilsi var tí stórt tá veðurguðarnir settu føtur í spenni, og syrgdu fyri at fráferðin fríggjadagin var avlýst. Roynt var tó aftur leygardagin, og tá royndist betur. Leygardagurin var tó eisini fyrsti kappingardagur, og tí hevði seinkaða fráferðin stóra ávirkan á kappingarnar, serliga hjá yngru íðkarunum. Góðir vinir í Íslandi, traðkaðu tó til, og hvar stóðu heilir fimm persónbilar á flogvøllinum tá vit komu, og so hvørt teir blivu fyltur var fari beint inn í høllina fyri at náða mest møguligt av kappingunum. Tey seinastu komu so við flogvallarbussi eitt sindur seinni.

DSC_4221.JPG

Tað var tó onkur, har allar kappingarnar vóru lidnar, men høvuðsvenjarin í Íslendska vinarfelagnum ÍR, sum eisini hevði høvuðsábyrgd fyri kappingini, segði at vit kundu melda til í øðrum bólkum, har greinarnar, ikki høvdu verði, og sostatt fingu tey flestu so roynt seg í onkrari grein, tó móti eldri íðkarum.

IMG_0791.JPG

Tað eru so nógvir luttakara í ygnru bólkunum á kappingini Stórmót ÍR, at yngru bólkarnir umfata bert ein árgang, og ikki sum vanligt er, tveir árgangir. Heilt upp til 15 ár er tað sostatt eittans árgangur, meðan tey 16 og 17 ára gomlu kappast saman. Eitt annað, sum er óvant er at tey 18-19 ára gomlu kappast móti teimum vaksnu. Hetta er tí at tey bestu í hesum bólkunum ofta eru á sama støði sum tey betru hjá teimum vaksnu, og tað ger kappingina betur, um tey bestu dystast hvør móti øðrum.

Gentur 13 ár

Yngsti bólkur, har Hvirlan er umboðað er hjá teimum 13 ára gomlu. Her var Lý Høgnadóttir einasta Hvirla. Hon roydi seg á fyrsta sinni í innandura kapping. Hennara fyrsti startur var á 60 m. Tíðin gjørdist 9,70 sek, sum er ein flott debut, serliga tá havt verður í huga at hon nærum kom beint úr flogfarðinum. Seinna dagin var tað so 200 m á skránni, har hon kom á mál við tíðini 32,25 sek, og kúlustoyt, har hon fekk 2 kg tungu kúluna heilt út á 6,81 m í síni fyrstu kapping í kúlustoyt.

DSC_4383.JPG

Gentur 14 ár

Lydia Simonsen og Helena Svabo Ziska, vóru so mikið óhepnar at tær mistu allar kappingarnar vegna seinkingar. Tær fingu to loyvi at royna seg í kúlustoyt saman við teimum 15 ára gomlu. Hjá báðum var tað fyrstu ferð tær skuldu royna seg við 3 kg tungu kúluni. Her stoytti Lydia kúluna út á 7,38 m, sum er góðan hálvan metur longri enn hon fekk 2 kg kúluna í fjør. Helena kom út á 5,69 m við kúluni, sum eisini er longri enn hon fekk 2 kg kúluna í fjør.

DSC_4404.JPG

Dreingir 14 ár

Elias Thorsteinsson og Bárður Jóhansson, er tveir av veteranunum í Hvirluni, og er hetta við at síggjast aftur á tekniska partinum. Millum annað kom ein av betru íslendsku hæddarleyparunum yvir til ein hvirlu-venjara meðan Elias leyp hædd og greiddi frá hvussu imponerandi tað var at siggja teknikkin hjá Elias.

Tað byrjaði tó ikki optimalt, tí eins og hjá gentunum, so náddu teir ikki fyrstu startirnar, men fingu tó roynt seg í sínum greinum. Báðir royndu teir seg á 200 m teininum, og her bøtti Elias seg við 1,3 sekundum til 30,50 s, meðan Bárður bøtti seg við næstan einum sekundi til 28,96 sek. Her skal so havast í huga at gomlu metini eru sett uttandura, har bleytaru svingini eru lættari at koma skjótt ígjøgnum. Í 60 m forðarenning, var báðir eisini til dystin fús. Hetta var teirra fyrsta kapping har teir skuldu uppum 84 cm høgu forðingarnar. Rútman hjá Bárður sat ikki heilt, men hann kom tó á mál munandi skjótari enn hann hevur runnið áður. Tíðin hjá honum gjørdist 12,01 sek. Starturin hjá Elias miseydnaðist, men hann bardi seg tó avstað, og kom á mál við tíðini 12,92 sek, sum eisini er persónligt met.

IMG_0949.JPG

Elias dámar best at leypa, og hesaferð skuldi hann royna seg í longdarlopi og hæddarlopi. Í hæddarlopinum, var hann lættur og elegantur uppum lægru hæddirnar og á 1,37 m var hann langt omanfyri. Tá so yvirliggjarin fór upp á 1,42 m, sást hvussu nógv tað kostar ikki at hava nøktandi venjingarumstøður, tí Elias hevur ikki møguleika fyri at venja hædd inni, og úti hava umstøðurnar ikki verði til at venja við 100% intensitetið. Tí gjørdist Elias ósikkur tá yvirliggjarin fór upp og tí kom hann ikki uppum, hóast hann vísti tá hann leyp uppum 1,37 m at hann kann leypa slíkar hæddir. Í longdarlopi skuldi Elias á fyrsta sinnið royna seg við planka, tvs at í mun til undanfarin árk so var mált frá plankanum og ikki frá har hann leyp. Elias hevur tó arbeitt við atrenning leingi, og tí nervaði hetta ikki. Elias endaði við at leypa 4,04 m.

DSC_4381.JPG

Gentur 15 ár

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Kezia Vang og Guðrið Káradóttir Petersen royndu seg allar móti hinum 15 ára gomlu gentunum. Her er tó feilur komin í úrslitini, tí at Bjørk stendur til ikki at hava runnið 60 m. Hon náddi ikki sín riðil, men rann tí móti kvinnum, har hon rann í sama riðli sum íslendski meistarin. Tíðina hava vit tó ikki tøka. Guðrið og Kezia bøttu báðar munandi um síni met við at renna teinin uppá ávikavist 9,74 s og 9,78 s.

IMG_0382.JPG

Allar royndu tær seg eisini við 3 kg kúluni, har Bjørk kom út á 7,66 m, Guðrið út á 6,86 m og Keizia út á 5,05 m. Í longdarlopi vóru Kezia og Bjørk aftur klárar, og her bleiv tað aftur til persónlig met við ávikavist 3,30 m og 3,35 m. Bjørk var einsamøll Hvirla á 400 m teininum. Hon rann eina flotta kapping og kom á mál við tiðini 70,53 sek.

DSC_4402.JPG

Dreingir 15

Ein og hjá gentunum so vóru tað tríggjar Hvirlur sum royndu seg móti sínum íslendsku javnaldrum. Hvirlurnar vóru Dánjal Dahl Ljósheim, Jóhan Nattestad Kass og Pauli Nolsøe Vang.

Á 60 m teininum bøttu teir allir um síni persónligu met við tíðunum 8,72 s (Dánjal), Jóhan (9,09 s) og Pauli (9,32 s). Sama søgan var í kúlustoyti, har Dánjal tó Bólkametið við, so tað nú er 8,48 m. Pauli kom út á 7,38 m og Jóhan 6,85 m. Í longdarlopi gekk ikki heilt so gott, tað bleiv tó til 4,06 m hjá Dánjal, meðan Jóhan og Pauli bøttu um síni met til ávikavist 4,01 m og 3,97 m. Síðsta greinin var 400 m har Dánjal royndi seg. Her megnaði hann at skera meir enn 3 sekund av sínum persónliga metið so tað nú er 62,80 s.

IMG_0278.JPG

Tað er stuttligt at síggja hvussu tað gongur framá, og serliga at ungu íðkararnir eru við at fáa grundleggjandi teknisku elementini inn. Tað er eitt fundament, sum kann byggjast uppá hjá teimum, ið ynskja at náða størri mál.

Túrurin var stuðlaður av NATA. Fleiri myndir eru í myndasavinum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *