Ungar hvirlur lokið venjaraprógv

Aðalfundur
23.10.2011
Halv mand helt menneske
26.10.2011

Ungar hvirlur lokið venjaraprógv

Seinni partur av venjaraskeiðnum børn 7-10 ár varð hildin farna vikuskifti. Skeiðsleiðarar vóru Heri og Randi og lata tey væl at.

Dagurin byrjaði við, at tey ungu løgdu verkevnini fram, sum tey høvdu fingið fyri sum heimaarbeiði síðan seinast. Tann parturin var lutvíst skipaður sum framløga og samrøða við høvuðspunktum skrivað á talvuna. Høvuðsevni vóru:

  1. Leiðarin – hvønn týdning hevur leiðarin og tað, sum hann sigur og ger? Hvat slag av leiðara eri eg, ella vil eg vera? Spæli eg ymsar leiklutir sum leiðari? Nógvir spurningar og fleiri svør, sum elvdu til aðrar spurningar og sjálvrannsakan.
  2. Barnið – hvussu hava vit fyrilit fyri einstaka barninum, liðnum, persónligari menning og samfelagsligari menning, tá vit venja og skipa venjing. Hvat vita vit um børn og persónliga og lívfrøðiliga menning? Hvørji skilvís og mennandi krøv vit kunnu seta teimum, tá vit leggja venjing til rættis?
  3. Virksemið – venjing og kapping, sum hóskar til aldur og menningarstig. Hvussu skipa vit venjing, har vit framstig hjá tí einstaka barninum og felagsskapinum á liðnum í miðdepli. Hugsað varð um ymisk viðurskifti bæði í einstaka tímanum, á einstaka liðnum og í felagnum sum heild.

Fyrraparturin var ástøðiligur, og seinnaparturin verkligur. Heri og Randi gjøgnumgingu venjingarøvilsi fyri børn innan ymsar frælsagreinar. Serligur dentur varð lagdur á uppbyggjan og at fáa grundina upp á pláss, tí tað er einasta venjing, sum framtíð er í. Síðan høvdu yngstu hvirluvindar felagsins fingið boð um at koma niðan í Nonnuskúlan ein góðan tíma ella so, og so sluppu ungu venjararnir at royna seg. Teir dugdu væl, fingu gott samband við børnini og dugdu væl at vísa, hvat kravdist av teimum smáu, eins og teir greitt og væl høvdu býtt venjingina sínámillum. At venjingin var góð, sást á børnunum, sum uttan íhald íðkaðu tíðina út. Børnini fingu sunkist og súrepli, og síðan tóku vit samanum og høvdu eina lítla eftirmeting (tað er nevniliga so, at tað var á fyrsta sinni, at Heri og Randi royndu seg sum skeiðsleiðarar, men tey hava rættiliga fingið blóð á tonna og fara í næstum til Svøríkis at útbúgva seg meir, so førleikin at útbúgva okkara egna fólk sum venjarar heilt upp til 14 ára aldur er í landinum).

Ein góður dag, og øll luku prógv. Til lukku við tí 🙂

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *