Ungar Hvirlur á venjingarlegu í Svøríki

Nógv børn, nógv ferð og nógv gleði á Tórsbreyt
04.03.2013
Langur túrur til góða venjing
10.03.2013

Ungar Hvirlur á venjingarlegu í Svøríki

Komandi vikuskiftið fara 10 ungir íðkarar í Hvirluni á venjingarlegu hjá svenska vinarfelagnum IFK Væxjø. Farið verður úr Føroyum fríggjamorgum, og koma hvirlurnar aftur mánakvøldið. Á túrinum í Væxjø verður vant í “Teleconsult Arena”, ið er nýggja innandura frælsahøllin í Væxjø. Venjingin verður fyri ein stóran part skipa á tann hátt, at ungu Hvirlurnar koma at venja í venjingarbólkum hjá IFK Væxjø. Hetta verður gjørt fyri at fáa inspiratión, bæði frá svensku venjarunum og íðkarunum.

Í Svøríki verður búð á vallaraheiminum í Evedal, ið er beint uttanfyri Væxjø. Tað liggur á strondini av Helga-sjógvinum, og er umhvørvið kring vallaraheimið stak vakurt. Ein ting sum Smáland, har Væxjø liggur, er kent fyri, er glas-list. Ætlanin er at fara at vitja eitt glasblásaríð á túrinum fyri eisini at uppliva eina aðra síðu av Svøríki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *