Tvey føroysk met til Øssur í Svøríki

Skrá fyri FAR-O 2012
10.07.2012
FAR-O: Úrslit dagur 1 – sprint
12.07.2012

Tvey føroysk met til Øssur í Svøríki

Heilar tíggju hvirlur luttóku á VU-Spelen í Svøríki 7. – 9. juli. Felagið var gjøgnum hesi umboða í 100 m, 200 m, 80 m hæk, 100 m hæk og 110 m hæk renning, hæddarlop, longdarlop, trýstøkk, diskuskast, kúlustoyt og spjótkast. Samlaða úrslitið gjørdist 2 føroysk met, 10 bólkamet og 10 persónlig met.

Ferðalagið taldi 22 fólk: 17 íðkarar, harav 10 hvirlur, og 5 leiðarar, harav ein úr Hvirluni. Farið var úr Føroyum fríggjadag umvegis Kastrup. So var ferðast við bussi til Gøteborg, har ferðalagið búði á Dalagærde vallaraheiminum. 

Tinna Berg Jørgensen (Gentur 13)

Fyrsti starturin hjá Tinnu var 80 m renning. Tinna hevur verið nakað skadd í vetur og hevur tað darvað hennara venjing, tí var tað við spenningi at hon fór í blokkin at renna 80 m. Her megnaði hon at kempa seg á mál við tíðini 11,45 sek, ið er bólkamet, umframt tangering av persónliga metinum.

Næsti startur var longdarlop, har 123 luttakarar vóru tilmeldaðir. Hetta merkti at hóast lopið varð í tveimum røðum, so var næstan ½ tími millum hvørt lopið. Hetta nervaði Tinnu rættuliga nógv, sum endaði við at leypa 3,83 m. Hóast lopið er langt, so er Tinna von við at leypa væl longur.

Síðsti startur var 200 m renning. Her kom Tinna illa úr blokkinum og var aftast út svinginum, men megnaði at takað seg væl fram seinnu helvt. Tíðanverri hevði ringi starturin kostað rættuliga nógv. Hóast hetta kom hon á mál við tíðini 29,55 sek, ið er skjótari enn kravið hjá 16 ára gomlu gentunum at koma í talentbólkin.

Marita Káradóttir Petersen (Gentur 14)

Eins og undanfarin ár, so var Marita tann, sum hevði flest startir. Tveir hvønn dag. Fyrsti dagurin byrjaði við 100 m renning, har Marita kom á mál við tíðini 14,25 sek, ið er persónligt met. So var spjótkast á skránni. Hetta er fyrsta ári Marita kastar við 600 g spjótinum í kvinnur eisini brúka. Spennandi var at síggja um venjingin fór at halda, tí at renningarlopi var longt við nøkrum fetum tvær vikur undan VU-spelen. Her var tó ongin ivi, tí longu í fyrsta kasti fleyg spjótið út á 33,40 m, ið er longsta kast av føroyskari kvinnu síðan Randi Kúrberg vær í hæddini. Kasti var næstan 6 m longri enn bólkametið Marita sjálv setti fyrr í ár, og eisini góðan metur longri enn hon kastaði 400 g spjótið í 2011.

Sunnudagurin byrjaði longu kl 9.00 hjá Maritu. Har skuldi hon royna seg í hæddarlopi. Hesaferð gekk tó ikki heilt eftir vild. Marita í leyp 1,40 m í vetur steðgaði á 1,25 m, ið bleiv hennara hægsta lop. Hareftir var kúlustoyt á skránni. Hon roynur seg í ár við  3 kg kúluni. Her byrjaði hon trilvandi, við tveimum royndum millum 7 og 8 m, ið báðar vóru væl longur enn gamla bólkametið. Í triðju royndini riggaði betur, tí tá lendi kúlan úti á 8,43 m. Harvið bøtti Marita um bólkametið við næstan 2 metrum.

Marita byrjaði triðja dagin við 80 m hæk. Her megnaði hon, hóast fyrsta árið við 8 m millum hvørja forðing at renna við trimum fetum millum allan vegin. Tíðin gjørdist 13,95 sek, ið er bólkamet. Marita endaði so sín leiklut á VU-Spelen 2012 við longdarlop, men nú sást at kroppurin var troyttur. Hóast hetta, so leyp hon trý teknisk góð og stabil lop, har øll vóru omanfyri 4 m. Longsta lopið bleiv mált til. 4,04 m.


Edna Maria Debes (Gentur 15)

Edna Maria, ið á fyrsta sinnið er partur av talentliðnum hjá FÍF, var fyrsti føroyingur í eldin á hesum leikunum. Hon byrjaði longu kl. 9 leygarmorgun við 100 m renning. Hon hevur runnið teinin væl í ár, men áhaldandi vindurin á Tórsbreyt hevði gjørt at hon ikki hevur fingið nakra góðkenda tíð. Hesaferð rann hon inn í ein lítlan mótvind (0,8 m/s), men hóast hetta kom hon á mál við flottu tíðini 13,94 sek, ið er 0,02 sek frá kravinum til elitubólkin (vaksin) hjá FÍF. Tað var eisini 1,3 sek skjótari enn besta tíð hjá henni við góðkendum vindi, harumframt var tað væl skjótari enn gamla bólkametið.

Beint eftir døgurða skuldi hon aftur í eldin. Hesaferð í trýstøkk, har 56 luttakarar royndu seg. Høga talið av luttakarum gjørdi at ein nærum noyddist at hita upp millum hvørt lopið, og harvið gjørdist kappingin ein heilt onnur enn vanligt er. Edna Maria hevði eina, fyri hana, minni góða kapping. Hóast hetta, so leyp hon 9,26 m.

Sunnudag leyp Edna Maria hæddarlop. Her var byrjunarhæddin heili 1,34 m, ið bara var 4 cm frá hennara persónliga metið. Edna Maria kom tó uppum, men næsta hæddin (1,41 m) var ov nógv hesaferð, so Edna Maria endaði á 1,34 m.

Mándagin var tað so 80 m forðarenning. Her rann Enda Maria teinin uppá 14,72 sek, ið er nýtt bólkamet umframt persónligt met.

Tórur Mortensen (Dreingir 14)

Hetta var fyrstu ferð at Tórur var við talentliðnum uttanlanda. Hansara fyrsti startur av 100 m. Her kom hann á mál við tíðini 13,55 sek, ið er persónligt met.

Annar dagurin byrjaði við 100 m forðarenning. Hetta er fyrsta árið Tórur skal nýta 84 cm høgu forðingarnar har fjarstøðan er 8,5 m millum tær. Tórur megnaði tó at halda trí fet millum fyrstu 6 forðingarnar, men so noyddist hann at nýta 5 fet síðstu 4 og kostaði hetta nógva tíð. Hann kom á mál við tíðini 19,10 sek, ið er bólkamet.

Síðsti starturin hjá Tórur var longdarlop. Her hevur hann havt trupulleikar við tí tekniska, men hesir eru tíðiligvís við at koma uppá pláss, tí Tórur leyp pent og stabilt. Harumframt økti hann í hvørjum umfarið. Hansara longsta bleiv mált til 4,84 m.

 Hanus Bergsson (Dreingir 16-17)

Hanus heldur seg til kast, og á VU-spelen var fyrst kúlustoyt á skránni áðrenn høvuðs-greinina spjótkast. Kúlustoyt byrjaði róliga, men í síðsta umfarið kom hann út á 11,67 m, ið einans er 12 cm styttri enn persónliga metið, hann setti í Herning fyrr í ár.

Høvuðsgreinin hjá Hanusi er spjótkast, men har var hann so óheppin at fáa ein skaða í kastiarmin seinasta heyst, og hevur hesin darvað venjingini í vetur og vár. Í Gøteborg sást tó at armurin, sum er stóra styrkin hjá Hanusi ikki heilt vildi spæla við. Hann megnaði tó í fyrsta umfarið at kasta heilt út á 43,45 m.

Hallur Simonsen (Dreingir 16-17)

Hallur er einasti føroyingur sum hevur tikið rotatións-teknikkin til sín í kúlustoyti. Hesin er effektivur tá hann situr, men tá hann ikki situr, so kostar hann nógv. Á VU-spelen var tað tað seinna sum gjørdi seg galdandi. Hallur kom ikki rætt inn í kasti og tí rakti hann ikki røttu “power-positiónina”. Longsta hjá honum endaði tí við at verða 11,04 m.

Høvuðsgreinin hjá Hallur er diskuskast og her gekk væl hjá honum. Hann byrjaði við at kasta uml. 35 m og økti síðan næstu kastini. Longsta kast kom í síðsta umfarið, tá hann á fyrsta sinnið kastaði 1,5 kg diskin útum 40 m strikuna. Kasti bleiv mált til 40,17 m. Um eg ikki fari heilt skeivur, so er hann næsti føroyingur, sum hevur kasta ein diskus útum 40 m strikuna. Úrslitið er bólkamet.

 Rúni Jacobsen (Dreingir 18-19)

Hetta var fyrstu ferð Rúni var við talentliðnum, eftir at hann hevur bøtt sítt persónliga met á 100 m teininum við heili 0,7 sekundum í ár. Í Gøteborg fekk Rúni ein stak ringan start, men acceleratiónin og ferðin eru góð, tí hóasta ringa startin meganði hann at renna teinin uppá 12,04 sek.

 Helgi Geyti (Dreingir 18-19)

Helgi, ið misti nærum alt kappingarárið 2011 vegna skaða, er aftur partur av talentbólkinum í ár. Hansara fyrsta kapping var í diskuskasti, har hann skuldi royna seg við 1,75 kg tunga diskinum. Byrjanin av kastinum vildi ikki heilt rigga, men hóast hetta kastaði hann 34,47 m, og vísti at hann hevur stabilisera seg á einum góðum støði.

Seinna greinin hjá Helga var spjótkast, har hann kastaði saman við monnunum. Hann dróg nakað niður í 800 g tunga spjótið í avleveringini, og flogið bleiv tí ikki optimalt. Øll kastini blivu dømd at lenda flatt, tvs uttan at markera og blivu tí ikki máld.

Øssur Debes Eiriksfoss (Menn)

Fyrsta kappingin hjá Øssur var hæddarlop, har hann nýliga leyt 2 metrar. Tað vóru útvið 20 mans sum lupu, og tí var lang bíðitíð millum lopini. Byrjunarhæddin var 1,83 m. Langa bíðitíðin millum lopini ávirka Øssur, og noyddist hann tí at nýta tvær royndi á bæði 1,87 m og 1,90 m. 1,93 m kom hann uppum í fyrstu roynd. So fór yvirliggjarin upp á 1,96 m. Her miseydnaðust fyrstu tvær royndirnar, og so var bara ein møguleiki eftir. Øssur er tó kappingarmenniskja burturav, og fleyg lætt og elegant uppum í triðju royndini. Sama endurtók seg á 1,98 m. Øssur kom uppum í triðju royndini. So fór yvirliggjarin upp á 2,00 m. Her valdi Øssur at melda pass og heldur goyma restina av orkuni til 2,02 m, ið vildi verið føroyskt met. Fyrsta royndin var stak nær við, men yvirliggjarin fall. Øssur endaði á 1,98 m. Eina fatan av hvussu høgt tað er fæst á myndini ovast á hesari síðuni

Annar dagurin byrjaði fyri Øssur’sa viðkomandi við 110 m forðarenning, har málið var at takað føroyska metið. Upphitingin gekk gott, men tá starturin fór passaði rútman fram til fyrstu forðing ikki heilt. Hetta kostaði tvey eyka fet umfram at hann misti alla ferðina. Hann kempaði tó viðari og helt góða rútmu restina av teininum. Tíðin hjá Øsssur var 17,38 sek, ið er góð 2 sek skjótari enn gamla metið.

Síðsta greinin sum Øssur royndi seg í var trýstøkk. Her sat 110 m hæk kappingin enn í beinunum, men Øssur megnaði tó at leypa 13,96 m, ið er nýtt føroyskt met. Øssur leyp næstan 20 cm aftanfyri plankan, so reella lop-longdin var væl omanfyri 14 m.

Rógvi Højgaard (Menn)

Rógvi noyddist at bíða til síðsta mann áðrenn hann slapp í eldin. Hetta hevði tó ikki nerva Rógva, tí eftir eitt róligt byrjunarkast, kastaði hann spjótið út á 55,61 m. Triðja kastið var ikki heilt so langt. Hetta var ein hørð kapping har teir allar flestu høvdu kasta væl longri enn Rógvi áðrenn kappingina. Hóast hetta, so var Rógvi ein av teimum, sum sluppu at halda áfram eftir triðja umfarð. Hesaferð kom hann tó ikki longur út, men gott at síggja at hann nú er stabilur við longu kastunum. So er klárt at takað eitt stig longur út.

 Feralagið kom heim týsdagin, troytt, men øll við stórum smílum á varrunum. Fleiri myndir er í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *