Tvey felagsmet í kúlustoyt

Nýtt felagsmet í diskuskast hjá kvinnum
27.07.2008
Hvirlan væl umboðað í ólavsøkurenningini
29.07.2008

Tvey felagsmet í kúlustoyt

Kappingin um føroyska meistaraheitið í hamarkasti og kúlustoyti var ein rein hvirlukapping. Tíanverri vóru tað bara trýggir luttakarar, men nýggju venjingartilboðini hjá Hvirluni fara væntandi at broyta hetta í framtíðini.

Randi kastar hamar

Fyrsta kapping var hamarkast, har Randi eigur føroyska metið. Hon byrjaði róliga og kastaði so smáar 35 m í øðrum kasti. Í triðja kasti kom hon væl í gongd og fekk við neyvum rørslum stak høga ferð á hamaran, men tíanverri fekk hon ikki heilt gjørt síðsta snúðning lidnan, og tí rakti hon búrið. Venjarin (Heri) helt, at hetta var nakað av tí besta, hon hevur kastað og spáddi, at kastið hevði endað uttan fyri 40 m strikuna, um tað ikki rakti búrið. Vóanandi verður hon tað neyvari í avleveringini næstu ferð.

Heri kastar hamar

 

Hjá monnunum vann Heri framman fyri Rógva. Heri kastaði hamaran út á 44.32 m, meðan Rógvi kastaði 25.30 m.

 

Heri hevur stoytt kúluna 

Í kúlustoyt var ein drápiligur dystur millum Randi og Rógva, sum í seinastu kapping stoyttu kúluna akkurát líka langt. Rógvi legði betur fyri, tá hann opnaði kappingina við 8.15 m móti 7.66 hjá Randi. Bæði tvey øktu næstu kastini, men Rógvi helt leiðsluna. Eftir 3 umfar lovaði Randi, at hon føldi, at hon fór at fáa kúluna út á 8½ m. Rógvi svaraði við at stoyta kúluna 8.59 m. Randi fall tó ikki í fátt, og í síðsta umfari fekk hon kúluna út á 8.66 m, sum er nýtt felagsmet. Rógvi megnaði ikki at svara aftur, og endaði hann sostatt á 8.59 m. Heri vann kappingina hjá monnum við 10.70 m, ið er 6 cm longur enn gamla felagsmetið hjá honum.

Rógvi hevur stoytt kúluna

 

Fleiri myndir eru at síggja her

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *