Tvey føroysk met til Øssur!

Opin kapping leygardagin
01.09.2010
Rigmor vann Tórshavn Marathon aftur í ár
05.09.2010

Tvey føroysk met til Øssur!

Seinasta opna kapping hjá Hvirluni gav heili tvey føroysk met og tríggjar banarekordir! Teimum føroysku metunum stóð Øssur Debes Eiriksfoss fyri, meðan Øssur og danin Peter Berling stóðu fyri banarekordunum. Stuttligt var eisini at Kringvarpið var komið at takað upp til sendingina 3-2.

Fyrsta kapping á degnum var diskuskast, og har var forkunnug vitjan úr Danmark. Tað var nógv tann besti diskuskastarin í Danmark, sum hevði valt at melda til opnu kappingina í royndini at finna rætta vindin til at kunna enda kappingarárið væl. Tíðanverri var vindrætningurin so óheppin hann kundi verða, so har var ongin hjálp at heinta. Tó var eftir at royna at fáa banarekordina útum 50 m. Peter legði varliga út, men í triðja umfarið kom hann út á 49,76 m. Hetta bleiv tó hansara longsta kast hesuferð. Heri, sum var við fyri aðru ferð í ár, hevði eina stabila seriu, men tey longu kastini komu tó ikki. Hansara longsta var 41,39 m, sum tó eftir umstøðunum ikki er heilt við síðuna av.  Helgi, Steinolvur, Rúni og Hanus betraðu um síni persónligu met. Steinolvur við næstan 4 m, so tað nú er 27.06 cm.

Næst á skránni var hæddarlop, og her var stórur spenningur tí at Øssur hevur lopið væl til venjing og sama hevði Daniel D. Rein. Byrja var tó á 1,01 m, sum ungi Jákup kom uppum og setti sær persónligt met. Bjørk helt áfram og kom uppum 1,21 m, sum eisini er persónligt met. Teitur Bjarnastein og Steingrímur Hallson fylgdust upp til 1,26 m, tá var Teitur so óheppin at hann reiv sær hol á knæðið við píkunum og valdi tí at gevast. Steingrímur kom uppum 136 cm. Steinolvur, ið hevur tikið seg nógv fram í hæddarlopi í ár, fekk tað ikki til at rigga heilt hesaferð, og endaði tí á 1,51 m. So vóru einans Daniel og Øssur eftir. Daniel byrjaði at leypa á 1,56 m, meðan Øssur bíðaði við sínum fyrsta lopið til stongin var komin upp á 1,66 m. Tá var eisini so langt síðan at hann hevði hita upp at fyrstu lopini vóru eitt sindur trilvandi. Hann kom tó uppum 1,66 m í fyrstu roynd og 1,71 í aðru roynd. So lá stongin á 1,76 m, ið var ein cm omanfyri føroyska metið. Fyrstur at royna var Daniel, men stongin bleiv ikki liggjandi. Øssur skuldi síðan leypa, og kom hann við sínum vanliga agressiva stilið, hann tók í stongina á vegnum uppum, men hóast hon rørdi seg nakað, so bleiv hon liggjandi. Øssur hevði tikið metið, sum vinmaðurin Helgi Winter Olsen hevði sett í 2004. Hann royndi síðan á 1,80 m, og har var serliga onnur royndin sera nær við, men hesferð datt stongin. Lítið er tó at ivast í at meir er í vantu frá Øssuri. 

Trýstøkk var seinasta greinin á degnum, og aftur var mest spenningur um hvussu langt teir báðir Daniel og Øssur fóru at koma. Har vóru tó onnur við eisini, og tann einans 11 ára gamla Tinna imponeraði við at leypa 7,54 m í síni fyrstu kapping í trýstøkk. Jákup leyp 7,44 m og Teitur leyp 9,04 m, ið er eitt flott úrslit tá hugsa verður um at hann einans er 13 ár. Hallur betraði sítt persónliga met við næstan einum metri, so tað nú er 9,73 m, meðan Rúni fekk sína fyrstu markering við at leypa 10,08 m. Ein flott byrjan. Dysturin millum Daniel og Øssur var tó tað sum mest var sæð fram ímóti, men hesin byrjaði sera spennandi, tí Øssur leyp 12,74 m og Daniel 12,67 m í fyrsta umfarið. Lopið hjá Øssuri var einans 12 cm frá føroyska metinum, sum Ása Mikkelsen setti í finaluni í trýstøkk á Gotlandi í 1999. Eftir fyrsta umfar vísti tað seg tó at mest spenningur var um hvussu langt út Øssur fór at koma, tí hann bleiv betri og betri fyri hvørt umfarð, meðan Daniel ikki kom útum byrjunarlongdina hjá sær. Øssur tók føroyska meti í triðja umfarið tá hann leyp 13,08 m við góðkendum vindi. Í fimta kom hann so heilt út á 13,25 m. Hesaferð var vindurin tó 2,4 m/s undan, og sostatt 0,4 m/s omanfyri tað mest loyvda, og tí bleiv metið verðandi 13,08 m. 13,25 m er tó longri enn oyggjaleika kravið.

Nú skipar Hvirlan so ikki fyri fleiri kappingum hettar kappingarárið. Mánadagin byrjar vetrar-venjingin hjá teimum ungu, meðan Hvirluvindarnir hava frí komandi trýggjar vikurnar. Næsta kapping verður um miðjan desemberá Tórsbreyt.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

4 Comments

  1. Helgi Winther Olsen says:

    Tillukku við metunum Øssur. Far nú út um 15 m og upp um 2 m…

  2. Daniel Djurhuus Rein says:

    Takk fyri eina góða kapping.

  3. hziska says:

    Sjálvur takk Daniel.

  4. hziska says:

    Helgi. Deilig tøl út nevnur 😉

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *