Tvær Hvirlur tryggja sær pláss í talentbólkinum

Ólavur vann vetrarkapping fyri unglingar
27.03.2011
Góð byrjan uppá nýggja venjing
28.03.2011

Tvær Hvirlur tryggja sær pláss í talentbólkinum

Í opnu kappingini á Tórsbreyt sunnudagin (27. mars) vóru tað tvey úr Hvirluni sum kláraðu a-kravið til talentbólkin.

Kappingin byrjaði við Diskuskast har fýra royndu seg. Her var spennandi at síggja um gamli maðurin (Heri) klárði kravið til sínar 11 oyggjaleikir. Hann byrjaði tó illa, og eftir fimm umførð var hansara besta kast einans 39,20 m, sum als ikki er nøktandi. Í síðsta umfarið gekk tó heldur betur, tí tá lendi diskurin á 41,32 m. Tó enn næstan 2 m frá oyggjaleikakravinum. Helgi kastaði heilar 29,64 m við 1,75 kg diskinum, meðan Hallur kastaði 1,5 kg diskin út á 25,72 m og Hanus kastaði sama disk út á 21,21 m. Samanumtikið eitt gott úrslit tá hugsa verður um at vindurin ikki var serliga vælegnaður til diskuskast.

bólkur   reiðskapur   Íðkari   árg.   úrslit  
Menn   2,00 Kg   Heri Ziska   ’67   41,32 m  
D18-19   1,75 Kg   Helgi Geyti   ’93   29,64 m   Bólkamet
D16-17   1,50 Kg   Hallur Simonsen   ’95   25,72 m   Persónligt met
  –   Hanus Bergsson   ’95   21,21 m   Persónligt met

Í spjótkasti vóru tað fimm, sum vildu royna seg. Hanus legði aggressivt út, tí longu í fyrsta kasti kláraði hann A-kravið til talentbólkin við longdini 40,65 m. Hann steðgaði tó ikki har, tí tey næstu trý umførðini økti hann hvørja ferð. Tá kappingin endaði hevði hann kasta 700 g tunga spjótið heilt út á 46,83 m, sum er góðar seks metrar longur enn A-kravið. Nevnast kann at tað eisini er góðar 3 m longur enn hann kastaði 600 g spjótið í 2010. Marita, sum tykist verða komin yvir ein skaða í knæðum, sum hevur plága hana, setti eisini persónligt met og kláraði A-kravið til talentbólkin tá hon í øðrum umfarið kastaði tað 400 g tunga spjótið út á 25,36 m. Hallur kom heilt út á 32.99 m, sum einans er 19 cm styttri enn hann kastaði tað lættara spjótið í fjør! Helgi og Kristian Martin kastaðu við 800 g spjótinum, og komu teir út á ávikavist 36,95 m og 26,70 m.

bólkur   reiðskapur   íðkari   árg.   úrslit  
Menn   800 g   Kristian Martin Garðalíð   ’90   26,70 m  
D18-19   800 g   Helgi Geyti   ’93   36,95 m  
D16-17   700 g   Hanus Bergsson   ’95   46,83 m   Bólkamet
  –   Hallur Simonsen   ’95   32,99 m   Persónligt met
G12-13   400 g   Marita Káradóttir Petersen   ’98   25,36 m   Bólkamet

Komplettur úrslitalisti sæst her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *