Tvær Hvirlur afturat klára A-kravið til talentbólkin

18 persónlig met í 24 startum
Øssur uppum 195 cm og Hallur í talentbólkin

Tvær Hvirlur afturat klára A-kravið til talentbólkin

Í samband við venjingarlegu hjá talentbólkinum (ungdómslandsliðið) var skipa fyri testum á Tórsbreyt, har møguleiki var fyri at klára A-kravið, sum gevur møguleika fyri at koma við til VU-spelen í Svøríki í summar. Umstøðurnar vóru alt annað enn optimalar tí at tað regnaði alla tíðina. Fyri Hvirluna vóru tað í dag Marita, Tinna, Tórur, Trygvi, Hanus og Øssur, sum royndu seg. Marita og Hanus hava klára A-kravið áður, meðan Øssur hevur klára kravið til oyggjaleikirnar.

Fyrstir í eldin vóru Trygvi og Øssur á 100 m. Trygvi hevði annars betra sítt met (eins og felagsmetið) fyri einans 5 døgum síðan frá 12,56 til 12,10 sek. Enn manglaðu tó 0,10 sek. Øssur, ið hevur hildi seg til hædd og trýstøkk, hevði enn ikki roynt seg á 100 m. Teir fingu góðan start og lógu lið um lið allan vegin. Spenningurin helt sær tó eftir at teir komu á mál, tí tað var tíðin sum tað kom ann uppá. Tað vísti seg at felagsmetið í Hvirluni nú var komi undir 12 sekund. Øssur megnaði í síni debut á 100 m runnið 11.97 sek, men kanska meir týdningarmikið, so kom Trygvi á mál við tíðini 11.99 sek og kláraði sostatt kravið.

Næst á skránni var 80 m hjá Tóra og Tinnu. Sílandi regnið gjørdi tað ikki lættari, og fyri Tór, so var starturin stak miseydnaður. Hann kempaði tó allan vegin. Tíðin hjá honum var 11.30 sek, sum er ein betran av hansara egna metið frá 2010 við 1,15 sekundum. Tíðanverri fyri hann, so var kravið 11.25 sek. Ergriligt at starturin ikki gekk betur, men tað sæst at tað einans er ein spurningur um tíð áðrenn hann klárar kravið. Tinna kom á mál við tíðini 11.64 s, sum er betran av hennara metið við 1,11 sek. Kravið var 12.10, og kravið fyri gentur eitt ár eldri enn hon er 11.80 sek.

Marita og Hanus royndu seg í spjót meðan hini sprintaðu, og har gekk ikki so galið. Tó var spenningurin ikki líka stórur her tí at bæði hava áður klára kravið. Marita kastaði tó upp til sítt besta við 25,98 m, ið er lítlan metur longur enn a-kravið, meðan Hanus kastaði 46,19 m, ið er næstan 5 metur longur enn kravið. Nevnast kann at Steingrímur Hallson, eftir nakrar smávegis justeringar í teknikkinum betraði sítt met við góðum 5 m, og samstundis tryggjaði sær pláss í talentbólkinum.

Tórur vildi ikki gevast og valdi at royna seg á 200 m eisini, hetta einans lítlan ½ tíma eftir at hann hevði givið alt á 80 m. Tíðanverri rann hann einsamallur í regninum. Hann kom tó á mál við tíðini 29,45 sek, sum er ein betran av hansara metið við næstan 3 sekundum. Tó manglaðu 1½ sekund í at klára kravið, men stak flott runnið!

Í morgin fara Marita, Tinna og Tórur at leypa longdarlop. Trygvi og Øssur fara at leypa hæddarlop, meðan Hallur og Helgi fara at royna seg í diskuskast.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *