Tummas Napoleon Arge stóra framgongda á 800 m

Met og heiðursmerkir annan dagin á Stórmót ÍR
20.01.2019
Miso gull í Svøríki
27.01.2019

Tummas Napoleon Arge stóra framgongda á 800 m

Tummas Napoleon Arge, sum áður hevur fingið góð úrslit í sprint, skiftið í 2018 til miðtein. Hann debuteraði á FM á 800 m teininum. Síðan hevur hann vant, og tí var tað spennandi at síggja, hvussu langt hann hevur flutt seg. Tað vísti seg at vera óvanliga nógv.

Tummas Napoleon, sum venur við danska felagnum Hvidovre, royndi seg í síni fyrstu innandura kapping á Pallas Spelen í Svøríki á 800 m. Her skuldi hann kempa við krøppu svingini, sum kosta tíð í mun til kappingar uttandura, har svingini ikki eru líka krøpp. Tummas Napoleon hevur tó vant væl, tí eftir ein harðan dyst segði klokkan 2 min 11,50 sek, sum er heili 14 sek skjótari enn hann megnaði í august 2018. Tað er framgongd sum er til at føla uppá.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *