Trýstøkk og 200 m síðsta dagin

Tórur langt undir føroyska metið á 200 m
30.06.2019
Edna Maria leyp síni longstu lop nakrantíð
07.07.2019

Trýstøkk og 200 m síðsta dagin

Triðji og síðstu dagur á VU-spelen byrjaði longu kl 09:00 tá Miso Buha (D16) skuldi royna seg í trýstøkk. Hetta er grein, har hann í báðum kappingunum í vetur leyp útum 13 m strikuna. Í summar hevur tað tó ikki rigga heilt hjá honum. Hesum hevur verði arbeitt við, og fyri góðari viku síðan kom eitt gjøgnumbrot, men at fáa tað at sita í kapping er ikki bara sum at siga tað. tað byrjaði gott, ti Miso hevði so mikið góða ferð í beinunum at tað var neyðugt at leingja atrenningina 3½ fót fyri at fáa hana at passa, hóast hann rann inn í ein lítlan mótvind. Í fyrsta lopinum fekk hann gott avsett í øllum trimum fasum, og lendi hann langt uttanfyri 13 m, men tíðanverri var lopið yvirtrakk. Næsta var eisini yvirtrakk, og so var press á, tí um hann skuldi halda áfram, so var neyðugt at fáa eitt góðkent lop helst omanfyri 12,5 m. Her vísti hann sterka psyku, tí hann leyp 12,54 m tá tørvur var á tí. Hann hevði góða ferð inn í avsetti, men timingin sat ikki heilt. Lopið var tí eitt sindur styttri. Í fimta fall hann aftur í gamla teknikkin við at stýra kraftini beint niður í jørðina. Tað gevur hædd í avsettunum, men kostar ferð og longd, so heldur ikki her kom hann longri. So skuldi satsast, men hetta var ikki dagurin har tað vildi sita, so Miso endaði við at leypa 12,54 m.

Fýra tímar seinni skuldi Miso aftur royna seg. Hesaferð á 200 m. Starturin var góður, men Miso var eitt sindur varðin fyrstu 50 m og tí misti hann nakað í mun til hinar. Á veg úr svingininum tók hann seg saman, og fór at hála inn á hinar. Alla langsíðuna helt hann góðan form og fekk harvið bøtt munandi um tíðina. Hetta var orsøkin til at Miso, hóast ein mótvind uppá 0,7 m/s, megnaði at bøta um sítt persónliga met til 24,30 sek.

 

Tórur Mortensen (M) var tann síðsti sum royndi seg. Tað var á 200 m teininum, har hann eigur eitt føroyskt met áljóðandi 22,91 sek. Royndirnar frá 100 m, komu væl við, tí nú bleiv hann ikki hangandi í blokkinum tá skotið fór. Hann misti tó eitt sindur í næstu tveimum fetunum, men hetta heintaði hann inn aftur næstu 20 m. Restina av teimum 200 m helt hann avspenta stílin, sum arbeitt hevur verði við, og gjørdi tað at hann megnaði at renna teinin uppá 22,43 sek, sum er 0,48 sek skjótari enn føroyska metið. Meir kann lesast um metið her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *