Trygvi við til Bermuda

41 persónlig-, 10 bólka- og eitt føroyskt met í 50 startum fyrra dagin.
27.01.2013
Gevandi venjingarlega í Reykjavík
03.02.2013

Trygvi við til Bermuda

Annar dagurin á Stórmót var, um møguligt, enn betur enn tann fyrri. Úrtøkan umfataði m.a. trý føroysk met og ein ferðaseðil til Bermuda.

Tey 13 ára gomlu (árgangur 2000) vóru tey yngstu sum kappaðust annan dagin. Genturnar byjarðu við at renna 200 m. Her debuteraði Bjørk S. Lamhauge við at renna teinin uppá 32,17 sek, ið má sigast at verða imponerandi, havandi í huga hvussu stutt hon hevur vant í Hvirluni. Guðrið K. Petersen rann teinin uppá 37,73 sek, ið eisini er persónligt met. Eftir at hava havt ein steðg fóru báðar at royna seg við 2 kg tungu kúluni. Her bøttu báðar um síni persónligu met. Guðrið kom tú á 6,73 m, meðan Bjørk endaði á 6,63 m.

Teir 13 ára gomlu dreingirnir byrjaðu við kúlustoyt, har 3 kg kúlan lá klár. Sveinur Ákason stoytti kúluna út á 5,51 m, Filip Rajani Hansen út á 5,09 m meðan Pauli N. Vang, sum hevði havt nøkur sera lang stoyt til venjing, kom út á 5,04 m. Rói Sørensen kom út á 3,75 m. Allir fóru teir so til 200 m startin, har Dánjal D. Ljósheim eisini skuldi royna seg. Allir fingu aftur persónligt met. Dánjal bøtti sítt við heili 4 sekundum. Tíðirnar vóru: Dánjal 31,44 sek, Filip 34,34 sek, Sveinur 35,06 og Rói 49,39 sek. Pauli kom til at traðka á linjuna í svinginum og endaði tí við at verða diskvalifiseraður.

Rebecka M. Jørgensen og Guðrið K. Petersen royndu seg fyrst á 200 m teininum, har Tinna kom á mál við tíðini 30,22 sek og Rebecka við tiðini 34,30 sek. Tíðin hjá Rebecku var 2 sek betur enn hon hevur runni teinin áður. Rebecka endaði sítt vikuskiftið við at renna 800 m. Her legði hon í so hart út, men kempaði væl allan vegin og endaði við at koma á mál við flottu tíðini 3 min 7,30 sek.

Aftur hesaferð kom eitt føroyskt met til hóldar hjá teimum 15 ára gomlu gentunum, og aftur var tað Marita K. Petersen, sum átti tað. Hetta var í trýstøkk, har hon longu í øðrum umfarið leyp út á 9,46 m. Hon var eisini omanfyri gamla metið í triðja umfarið. So valdi hon at satsa, men hetta kostaði neyvleika í atrenningini, og tí blivu tey síðstu ikki máld vegna yvirtrakk. Av tí at trýstøkk gekk í so seint, so noyddist Marita at renna yvir til startin fyri at luttaka í 60 m forðarenning. Hetta er so avgjørt ikki besta upptaktin til eina kapping. Marita megnaði tó allíkavæl at bøta um bólkametið, so tað nú er 10,59 sek. So var tað Alda skuldi í eldin. Hennara skrá segði at hon á fyrsta sinnið skuldi renna 400 m. Hon kom á mál við tíðini 67,72 sek, ið er undir b-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Síðsti startur hjá Maritu var hæddarlop. Her leyp hon 1,35 m. Status hjá Maritu fyri vikuskiftið var sostatt at hon í fimm startum bøtti um tað føroyska metið í tveimum greinum, bólkametið í fýra og sítt persónliga met í fýra.

Tórur Mortensen og Jákup D. Ljósheim byrjaðu dagin í trýstøkk. Hetta er grein har Tórur plagar at verða væl við, og so var aftur hesaferð, tí hóast hann ikki fekk lopini til at sita, so ognaði hann sær bronsumerkið. Longsta lopið hjá honum var 10,63 m. Jákup leyp 9,25 m. Tórur fór til 60 m forðarenning, har hann skar meir enn eitt hálvt sekund av sínum persónliga metið yvir teir 84 cm høgu forðingarnar. Hann bøtti samstundis um gamla bólkametið við næstan tveimum sekundum. Tíðin hjá honum var 10,27 sek. Jákup endaði á 400 m teininum, har hann fekk tíðina 69,44 sek, ið er nýtt persónligt met.

Edna Maria Debes byrjaði dagin við at seta bólkamet á 60 m forðarenning. Hon rann teinin uppá 10,73 sek. Hennara síðsta grein hetta vikuskiftið var hæddarlop, har sjúkan og nógvu kappingarnar gjørdu at hon ikki kom heilt upp á somu hæddir sum hon gjørdi tá hon setti núverðandi føroyska uttandura met. Hon leyp 1,35 m.

Hanus Jóhansson royndi seg á 1500 m, har hann kom á mál við tíðini 5 min 20,15 sek, ið rakk til eitt bronsumerkið. Tíðin hjá Hanusi var 5 min 20,15 sek.

Hjá monnunum vóru einans tríggjar kappingar á skránni. Fyrsta var 60 m forðarenning, har Helgi Geyti skuldi royna seg á teimum 1,067 m høgu forðingunum. Her megnaði hann á fyrsta sinnið at halda eina trý-stigs rútmu millum allar forðingarnar, og var tað høvuðsorsøkin til at hann bøtti um føroyska metið við 1½ sek, so tað nú er 10,54 sek. Á 400 m teininum hendi tað fyri fyrstu ferð at trýggjar Hvirlur royndu seg í somu kapping. Rúni Jacobsen rann teinin uppá 55,10 sek, Tummas Napoleon Arge uppá 58,33 sek og Birgir Hansen uppá 58,59 sek. Tíðin hjá Tummas Napoleon er persónligt met. Meðan kappast var á 400 m teininum leyp Trygvi Z. Laksáfoss hæddarlop. Her kom hann uppum 1,62 m í fyrstu royndini, eins og hann kom uppum 1,72 m í fyrstu royndini. á 1,77 m reiv hann yvirliggjaran niður í fyrstu royndini, men aðru ferð kom hann uppum. Tá var gullið tryggja, og tí valdi Trygvi at flyta yvirliggjaran heilt upp á 1,85 m, ið er oyggjaleikakrav, og 6 cm hægri enn Trygvi hevur lopið áður. Her miseydnaðist fyrsta royndin. Tann næsta var stak nær við, men yvirliggjarin datt. So var bert tann eina eftir, og nú bar til. Trygvi leyp sítt uttan iva besta lop nakrantíð. Hann streyfaði stongina, men hon bleiv liggjandi. Sostatt ognaði fjóra Hvirlan sær ein ferðaseðil til Bermuda.

 

Hetta úrslit var nakað, sum lagt var til merkis í høllini, og m.a. kom Jón Þ. Ólafsson yvir at heilsa uppá Trygva. Jón leyp hæddarlop í 60’unum, har hann m.a. luttók á tveimum olympiskum leikum. Hann átti eisini íslendska metið í 25 ár.

Dagurin endaði sostatt við 22 persónligum metum, 6 bólkametum og 2 føroyskum metum í 29 startum. Harafturat bleiv eitt oyggjaleikakrav klára.

samlað hetta vikuskiftið bleiv tað tli 63 persónlig met, 10 bólkamet og 3 føroysk met umframt 2 gullmerkir og 2 broncumerkir, umframt at íslendska Hvirlan Kristín Lív Svabo Jónsdóttir ognaði sær eitt silvurmerkið í hæddarlopi hjá kvinnum.

Eftir kappingina var fari í Bláa Lóni at hugna sær og síðan í pizza hut í Smáralind at njóta ein vælfortjentan bita.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *