Trygvi í óvanliga harðari kapping i longdarlop.

Heri broncu í diskuskasti
Rógvi broncu í spjótkasti

Trygvi í óvanliga harðari kapping i longdarlop.

Trygvi luttók í síni næstu kapping, tá hann stóð klárur at leypa longd. Tað var, ikki heilt óvanta, eitt óvanliga sterkt felt. Hetta komst av at bæði Bermuda og Cayman eru sera sterk í sprint og lop, og høvdu tey møtt í sterkastu uppstilling. Málið hjá Trygva var tí at fáa eina solida kapping og ogna sær meir erfaring í at kappast á hesum støðinum.

Trygvi byrjaði við einum lopið har hann setti av nakað aftanfyri plankan, men lopið bleiv hóast tað mált til 5,63 m. Í næsta lopinum fekk hann meir ferð á, men timingin í avsettinum var ikki heilt neyv, og tí bleiv hæddin ikki nøktandi. Størra ferðin gjørdi tó at hann økti við 11 cm. So bleiv avgjørt at satsa, sum man eigur i slíkari kapping. Hesaferð gav satsningin ikki bonus, so tað langa lopið kom ikki, men tó ein solid kapping hjá Trygva. Um støði er annars at siga at tríggir teir fremstu allir komu útum gamla oyggjaleikametið, og eisini góðan hálvan metur longur út enn føroyska metið hjá Ása, sum annars gav gull fyri góðum 10 árum síðani.

Trygvi hevur á Bermuda staðfest at hann hevur ein góðan grundform, men fyrst skal knæskaðin bliva i ordan,og so skal ein toppur byggjast uppá. Tá verða longdirnar (og hæddirnar) nakrar heilt aðrar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *