Trygvi gott úrslit í Svøríki

Tvey föroysk met annan dagin
23.01.2011
John Egholm fyrsti føroyameistari í Hvirluni í 2011
13.02.2011

Trygvi gott úrslit í Svøríki

Hetta vikuskiftið er talentbólkurin í Svøríki og kappast, og har er Trygvi við. Leygardagin luttók hann á 60 m teininum, og var tað spennandi at vita hvat status var, tí í Íslandi tjóðstartaði hann og fekk tí onki úrslit. Hesferð gekk betur. Hann kom á mál í tíðini 7,86 sek, sum er persónligt met við 0,34 sek.

Sunnudagin skal Trygvi fyrst royna seg í londarlopi (kl. 9.00 um morgunin) og síðan skal hann renna 200 m seinnapartin. Tað verður stuttligt at síggja hvat status er í longdarlopinum og um hann klárar at betra sítt einans eina viku gamla met á 200 m teininum, og kanska koma undir 25 sek á fyrsta sinni.

Hinar Hvirlurnar, ið eru í talentbólkinum, hava kvalificera seg í longu kastunum, og er tað ikki vanligt at kappast verður í hesum greinum innandura. Tí eru tey ikki við talentbólkinum hesaferð. Tey fara á venjingarlegu í Vaxjø fyrst í mars. Tað er ein túrur, sum er samskipaður við eina venjingarlegu hjá Hvirluni. Á hesi venjingarleguni fara m.a. svenskir landsliðsvenjarar í spjótkast og hæddarlopi koma at leggja lag á.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *