Tryggingarfelagið Føroyar og Hvirlan gjørt sponsoravtalu

Hvirluvindar í kapping
17.07.2008
Hvirlan skipar fyri FM kapping í olympisku kastigreinunum
22.07.2008

Tryggingarfelagið Føroyar og Hvirlan gjørt sponsoravtalu

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt avtalu við Ítróttafelagið Hvirluna um at verða høvuðssponsor hjá felagnum komandi tvey árini.

 

 

Hvirlan er felag sum er stovnað fyri at menna áhugan fyri frælsu ítróttirnar, í breiðasta týdningi, millum børn og ung. Hetta verður gjørt við at geva so nógvum børnum sum gjørligt møguleikan fyri at fáa eina fjølbroytta venjing, soleiðis at tey hvørt tey mennast bæðið sum menniskju og ítróttarfólk kunna byrja at venja meira málrætta innan einstøku greinarnar, og harvið blíva ein tíðandi partur av framtíðar elituni innan føroyskan ítrótt.

 

Tryggingarfelgið Føroyar eru fegið um at kunna verða við til at geva børnum og ungum møguleikan fyri at mennast innanfyri tryggar karmar, har tann einstaki íðkarin er settur í hásæti.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *