Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Hvirluni

Opin kapping á Tórsbreyt sunnudagin (27/3-11)
25.03.2011
Nýtt lið byrjar mánadagin 28. mars
26.03.2011

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Hvirluni

Hvirlan og Tryggingarfelagið Føroyar hava gjørt sponsoravtalu, ið merkir, at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá Hvirluni í 2011. 

Endamálið hjá Hvirluni, er í einum sunnum og mennandi umhvørvi, at íðka frælsar ítróttir í breiðasti týdningi, soleiðis at øll út frá egnum fortreytum kunna mennast innan tær greinar, tey  hava hug til. Tað verði seg renning, lop ella kast. Harafturat virkar felagið fyri at menna áhugan fyri frælsum ítrótti, við at skipa fyri tiltøkum innan renning, lop og kast fyri børn, ung og vaksin. Eisini verður dentur lagdur á at fáa í lag elitu-kapping við luttøku úr útlandinum.

 Hvirlan er einasta felagið í Føroyum, ið hevur venjing innan stórt sæð allar greinir innan frælsan ítrótt.

Felagið varð stovnað í 2008 og hevur ment seg til eitt felag við meir enn 100 limum. Hvirlan er sostatt eitt felag í stórari menning. Nú Oyggjaleikirnir standa fyri framman í summar vænta tey hjá Hvirluni eisini at umboð frá felagnum fara at luttaka á Oyggjaleikalandsliðið Føroya.

Sáttmálin millum Hvirluna og Tryggingarfelagið Føroyar varð undirskrivaður á Kongabrúnni. Tað vóru Rigmor Andreasen, forkvinna fyri Hvirluna og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, ið undirskrivaðu sáttmálan. Samstarv hevur verið millum Tryggingarfelagið Føroyar og Hvirluna seinastu tvey árini, og hava feløgini við hesum sáttmála avgjørt at leingja samstarvið eitt ár afturat.

Rigmor Andreasen, forkvinna hjá Hvirluni sigur: “, “Hvirlan er sera takksom fyri at Tryggingarfelagið Føroyar aftur í ár vil stuðla Hvirluni. Stuðulsavtalan ger okkum før fyri at fylgja og byggja víðari á vøksturin og menningina, sum felagið hevur verið fyri síðan tað varð stovnað í 2008. Ikki minst, at vit aftur í ár leingja sáttmálan við Tryggingarfelagið Føroyar, stuðlar okkum í trúnni á, at vit eru á rættari leið –  álit er á arbeiðið, vit hava lagt í og leggja í Hvirluna.”

Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur: “Hvirlan ger eitt stórt arbeiði fyri at menna frælsan ítrótt í Føroyum, og vit fegnast um, at vit kunnu vera við til at stuðla hesum. Frælsur ítróttur er ein ítróttargrein, ið er í stórari menning. Umframt at hetta er ein ítrótt, har ávís yrkisítróttarfólk hava møguleikar at standa seg væl í altjóða høpi, so er hetta eisini ein ítrótt, ið nógv kunnu luttaka í. Stóra undirtøkan fyri renning í Føroyum er eitt dømi um hetta. Vit gleða okkum sum heild til framhaldandi gott samstarv við Hvirluna.”

Tórshavn, 24. mars 2011

Hvirlan og Tryggingarfelagið Føroyar

Nærri upplýsingar

Fáast við at venda tykkum til:

Rigmor Andreasen, tlf. 219577

Kristinu Háfoss, tlf. 210036

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *