Trygdarlop gav silvur, men kostaði sigurin

Tórur Mortensen var leingi roknaður fyri stór favorittur í trýstøkk, men 3 dagar áðrenn kappingin byrjaði kom maðurin, sum eigur oyggjaleikametið, eisini á startlistan. Hetta gjørdi at nú var dysturin um gullið rættuliga opin.

Tórur hevur verði darvaður av skaðum í vetur og vár, og tí hevur ikki verði gjørligt at leypa við fullum intensitetið. Í trýstøkk er timing í hvørjum av teimum trimum støkkunum avgerandi, og einasti máti at fáa fínpussa timingina er at venja við somu ferð og sama intensitetið sum í kapping. Hetta manglaði Tórur, men onnur venjing hevur gingið væl, og kropsliga er hann betur fyri enn nakrantíð. Spenningur var tí um timing og teknikkur fór at loyva Tóri at vísa hvussu væl hann er fyri.

Í fyrsta lopinum misti hann tempo inn móti plankanum, og tí rann hann ígjøgjøgnum, og fekk onki úrslit. Í øðrum lopið kom hann væl gjøgnum plankan, men í næsta støkkinum var hann eitt vet ov seinur við svingbeininum, og gjørdi tað at hann kom at hanga framyvir í næsta flognum. Tá lendir ein ov tungt, og í besta fall fær ein bjarga sær, men í ringasta fall, kann tað geva skaða at satsa tá ein lendir so tungt, og tí valdi Tórur ikki at satsa triðja støkk. Enn eitt lop uttan at fáa úrslit. So var trýst á Tórur, tí um tað triðja eisini miseydnaðist, so fór hann heim við ongum.

Í triðja lopinum valdi Tórur at taka eitt sokallað trygdarlop. Tað merkir at hann setti ferðina niður. Trupulleikin við slíkum lopum er at tá ferðin fer niður, so fylgir intensiteturin í einstaka støkkinum ofta við. So var eisini hesaferð. Tórur kom væl gjøgnum plankan, har minkaða ferðin í atrenningini gjørdi at hann leyp 30 cm aftanfyri plankan. Fyrsta støkki var gott, men tá hann skuldi seta av aðru ferð, gjørdi mangland intensiteturin, at hann var eitt vet ov seinur í næsta støkkinum. Tí tók hælurin fyrst. Triðja støkki vísti at bul-uppspenningin var ikki heilt har hon skuldi verða. Lopið bleiv mált til 14,49 m. So  við teimum 30 cm hann var frá plankanum, so var veruliga longdin uml 14,80 m. Tórur kom tó haltandi úr sandgryvjini, tí stoyturin tá hælurin tók í øðrum støkkinum hevði verði harður.

Lopið gjørdi at Tórur kundi halda áfram í kappingini. Í fjórða lopi sást tó hvussu harður stoyturin var, tí Tórur setti nærum ikki beini til í øðrum støkkinum. Avtala var tí at leypa fimta lop um, í vónini um at hann fekk tað at sita í síðsta lopið. Hann kom væl gjøgnum plankan, men aftur sást at hann var varðin við at seta fótin í.  Hvussu nógv skaðin verðuliga hevði darva sást tá Tórur skuldi heinta heiðursmerki:

Úrslitið gjørdist sostatt at Tórur, einasta góðkenda lopið var trygdarlopið í triðja umfarið. Tað rakk til eitt trygt silvurmerkið. At hann í verðuleikanum leyp 14,80 m, og harvið bara var 20 cm frá sínum føroyska metið við einum trygdarlopið, vísur at hann hevur kapacitetin til at leypa væl longri. So vónirnar um at klára 15,40 m, sum er kravið danska sersambandið fyri frælsa ítrótt hevur fyri luttøku á junior EM, hava bygt á realistiskar forvantningar. Hendan dagin var tað tó ikki so.

Samanumtikið væleydnaðir leikir hjá Hvirluni. Alda rann sínar tveir bestu 100 m nakrantíð. Nógvi mótvindurin var einasta orsøkin til at hon ikki setti met. Alda var eisini við á 4×100 m boðrenningini, sum bøtti um føroyska meti við góðum 1½ sekundi. Harumframt megnaði Margit Weihe Fríumundsdóttir (Bragdið), sum hevur verði við til tekniska lopvenjing fram móti leikunum, at leypa longsta longdarlop nakrantíð, og bøta munandi um føroyska metið í trýstøkk, har hon eisini ognaði sær broncumerkið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *