Trý heiðursmerki og felagsmet á Svangaskarði

Føroyski methavarin í maraton vorðin hvirla
02.08.2008
Ungdómsvenjing flutt komandi mikudag (6. august)
03.08.2008

Trý heiðursmerki og felagsmet á Svangaskarði

Rógvi Højgaard og Randi Kúrberg umboðaðu Hvirluna í kappingini um føroyameistaraheitið á frælsavøllum. Randi royndi seg í longdarlopi, meðan Rógvi royndi seg í longdarlopi og 100 m. Hetta eru greinar, sum hvirlurnar ikki plaga at íðka, og tí var tað við spenningi, at tey møttu til kappingarnar. Úrtøkan bleiv tó eitt gull-, eitt silvur- og eitt bronsuheiðursmerki og trý nýggj felagsmet.

Rógvi skuldi vera fyrsti maður í eldin, men av tí at ein av luttakarunum á 100 m teininum ikki møtti, so varð beinleiðis finala. Sostatt skuldu Rógvi og Randi royna seg í longdarlopi samstundis. Tað var mótvindur í øllum lopunum. Randi var tíanverri einsamøll hjá kvinnunum, meðan Rógvi kappaðist móti tí evnaríka Daniel D. Rein. Randi økti fyrstu fýra lopini, men kom so ikki longur. Hennara longsta var 3.63 m við 2,3 m/s í mótvindi. Hetta er nýtt felagsmet hjá kvinnum.

Hjá monnum vísti tað seg, at kappingin fór at verða stak spennandi. Daniel legði harðast út, men Rógvi nærkaðist alsamt, men hansara longsta lop, sum kom í 5. umfari var tíanverri 5 cm styttri enn longsta lop hjá Daniel, og mátti Rógvi sostatt, hóast langa lopið, taka til takka við silvurmerkinum. Rógvi leyp 5.69 m í 2.5 m/s í mótvindi. Hetta er nýtt felagsmet hjá monnum.

Síðsti startur, har Hvirlan var umboðað, var í 100 m finaluni hjá monnum. Tað var Rógvi, sum aftur royndi seg. Hann er spjótkastari, og tí er hansara venjing fokuserað uppá ein stuttan og explosivan spurt og ikki ein fyri hann so langan tein sum 100 m eru. Hann kom eisini best frá start, men eftir 20-30 m slapp nólsoyingurin, Nikolaj Falck framvið. Rógvi helt tó annaðplássið, inntil nakrir heilt fáir metrar vóru eftir, men tá slapp ungi Daniel D. Rein framvið, so at Rógvi endaði á triðjaplássinum, tó við somu tíð sum Daniel. Tíðin hjá Rógva var 12,5 sek, og aftur var tað mótvindur (3.7 m/s), so úrslitið hjá honum er nýtt felagsmet hjá monnum.

Annars kann nevnast, at unga Bjørk Herup Olsen ognaði sær enn eitt føroyskt met í einari fantastiskari kapping, har hon einsamøll megnaði at renna 5000 m 8 sekund skjótari enn Sunnuvá Bjarnastein gjørdi á oyggjaleikunum á Gotlandi í 1999. Sunnuvá vann ta ferðina bronsumerki. Á myndini niðanfyri sæst tann altíð stuðlandi pápin heppa dóttrina til enn eitt met.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *