Trý bólkamet í sjey startum á øðrum degi á VU-spelen

So er gongd komin á kappingarnar í Gøteborg
29.06.2018
Hvirlur aftur í eldin triðja dagin í Gøteborg
01.07.2018

Trý bólkamet í sjey startum á øðrum degi á VU-spelen

Sjey ferðir vóru Hvirlur í eldium leygardagin. Tær royndu seg í spjótkasti, kúlustoyti, 100 m, trýstøkk, hamarkast og 400 m renning. Javnt góð úrslit, har tað eina tó skaraði framúr.

Spjótkast G15; Elin Niclasen

Fyrst í eldin var Elin, sum skuldi royna seg í spjótkasti longu kl 9:40 um morgunin. Heilir 39 kastarar vóru við, so her kom Elin at bíða leingi millum kastini. Fyrsta kastið markeraði ikki (Fyri at eitt kast skal verða góðkent, so skal oddurin á spjótinum nerta við fyrst), og tí var tað ikki góðkent. Í øðrum kom Elin betur fram gjøgnum avleveringina, og úrslitið var ein greið markering. Longdin var 29,99 m. So skuldi satsats, tí støði var høgt, og vantandi kravdist persónligt met við fleiri metrum um Elin skuldi halda áfram í finaluni. Satsi miseydnaðist hesaferð, og tí blivur teir 29,99 m teir longstu hesaferð.

 

Kúlustoyt G16-17: Lydia Poula Simonsen

Meðan Elin kastaði spjót fór Lydia í gongd við kúlustoyt. Arbeiðið við tí tekniska hevur verði við til at stabilisera teknikkin, og tað vísti Lydia við longu í fyrsta umfarið at bøta um sítt egna bólkamet til 11,41 m. Næsta royndin miseydnaðist, meðan tann triðja bleiv eitt sindur styttir enn tann fyrsta. So var talt upp, og her vísti tað seg at Lydia var komin víðari í finaluna, har hon fekk tríggjar royndir afturat. Her var hon líka við í fimta umfarið, har hon bara var 10 cm frá bólkametinum hon setti í fyrsta umfari. Nærri kom hon ikki hesaferð, men kemur heim við nýggjum bólkametið.

 

100 m Menn: Tórur Mortensen

Eftir lítla pausu var tað Tórur Mortensen Sum skuldi royna seg á 100 m. Her var hann á geil fýra í fyrsta riðli. Í startinum var Tórur ov skjótur at reisa seg, og misti hann tí stóru ferðøkingina, sum eyðkennur fyrstu metrarnar. Hann hevur tó eina góða topferð, og tí var hann væl við í riðlinum. So var bara eftir at bíða eftir tíðini. Tíggju minuttir seinni komu boðini um at hann hóast ringa startin hevði skorið 0,04 sek av persónliga metinum og samstundis tikið bólkametið. Hann kláraði eisini oyggjaleikakrav í næstu greinini higartil. Tíðin gjørdist 11,31 sek, sum er 0,04 sek frá føroyska metinum.

 

Trýstøkk Gentur 14-15: Børka Berg Jørgensen

Heili 90 gentur høvdu melda til í aldursbólkinum Gentur 14-15, har Børka er partur av yngra árganginum. Børka var ein av teimum fyrstu sum lupu, og her leyp hon heilar 9,55 m hóast ein lítlan mótvind. Næsta lopið miseydnaðist, meðan hon í triðja kom betur inn í lopið aftur, og enn einafer kom hon langt út í sandgryvjina. Tað vísti seg tó at síðsta lopið var eitt vet styttri enn tað fyrsta, sum tískil gjørdist tað longsta hesaferð. 9,55 m er er nógv tað longsta hon hevur lopið síðan hon valdi at skifta avsett bein, og eisini bara 3 cm frá persónliga metinum hjá henni.

 

Trýstøkk dreingir 14-15: Miso Buha

Miso skuldi royna seg í einari vantandi sera spennandi trýstøkk kapping, har 45 høvdu boða frá luttøku. Miso legði út við einum tryggum lopið, har hann tó kom ov høgt í hvørjum avsetti og tí misti ov nógva ferð, og harvið longd. Hetta bleiv mált til 11,73 m hóast vindurin var heil 2,1 m/s ímóti. Avtala var at í næsta lopið skuldi hann vera meir aktivur í avsettunum, soleiðis at hann fekk meir ferð við sær víðari. Sum altið, so gjørdi Miso sum avtala, og hann lendi langt uttanfyri 12 m, men tíðanverri var tað yvirtrakk við einum lítlum centimetri. Roynt var so í triðja umfarið, og aftur var lopið gott og aftur lendi hann langt uttanfyr 12 m, men enn einaferð var stóratá eitt vet ov langt frammi í fyrsta avsettinum og lopið bleiv tí kolldømt. Kravið fyri at koma víðari í finaluni var 11,99 m, so tí vóru teir 11,73 m frá fyrsta umfarið ikki nóg mikið til trý lop afturat. Ergriligt, men gott at vita at hann hevur tað heilt langa lopið í beinunum.

Hamarkast Gentur 18-19 ár: Guðrið Káradóttir Petersen

Guðrið noyddist at taka sporvognin til gjøgnum stóran part av Gøteborg fyri at koma til vøllin, har hon skuldi royna seg í hamarkast. Her vóru umstøðurnar rættuliga nógv annaðleiðis, tí í mun til Nya Ullevi, har restin av kappingunum vóru, so stóðu áskoðarar beint við kastibúri og hugdu. Stressi var tí høgt, og hetta tyktist ávirka, tí í fyrsta umfarið fekk Guðrið ikki teknikkin, sum annars hevur verði sera tryggur, at sita. Kasti bleiv mált til 33,40 m. Í øðrum fann hon tryggleikan aftur, og hóast intensiteturin ikki var stórur, so legði hon hamaran trygt út á 38,75 m. Í triðja skuldi nakrir metrar finnast um hon skuldi halda fram í kappingini, tí var ferðin sett upp. Tíðanverri tók hamarin rættuliga hart í búrið, og misti harvið nógva ferð. Kasti bleiv mált til 38, 08 m. Av tí at Guðrið sjálv hevur flutt yvirliggjaran heilt út um 40 m strikuna var hon ikki heilt nøgd, men fyri bara 2 mánaðum síðan hevði fyrsta kast (33,40 m) verði persónligt met, so framgongdin er har.

400 m Dreingir 18-19 ár: Dánjal Dahl Ljósheim

Síðsti maður í eldin var Dánjal, sum skuldi royna seg á 400 m. Dánjal hevur arbeitt bæðið við at fáa ferðina upp og við úthaldni fyri at optimera møguleikan at fáa ein góðan 800 m. So hóast hann ikki hevur vant serligu “syruvenjingina” sum er eyðkenni fyri 400 m, so var vantandi at hann kundi renna skjótt. Dánjal rann í fjórða riðlinum. Hann legði hart út, men teir báðir uttanfyri løgdu líka hart út. Alla handaru langsiðuna helt hann avstandin til teir fremru, og tá teir komu úr seinna svinginum, vóru teir tríggir at kalla javnir, men so vísti Dánjal hvussu væl hann er fyri, tí síðstu 100 m legði hann hinar heilar 20 m afturum seg. Tíðin á málinum segði 52,49 sek. Sostatt hevur Dánjal skorið 4½ sek av sínum persónliga metið uppá 14 dagar. Hann tók somuleiðis bólkametið.

 

Í morgin eru skráðin hjá hvirlunum:

  • 10:40 Helena Svabo Ziska – diskuskast (32 íðkarar)
  • 11:00 Miso Buha – 300 m (6 riðlar)
  • 17:55 Tórur Mortensen – trýstøkk (22 íðkarar)
  • 19:25 Dánjal Dahl Ljósheim – 800 m (3 riðlar)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *