Tríggjir venjarar verði á skeið

Hvirluvindarnir frælsast í heystferiuni :-)
13.10.2009
Góður ráðleggingardagur
15.11.2009

Tríggjir venjarar verði á skeið

Tað týdningarmiklasta í einumhvørjum ítróttafelag er, at venjarnir hava neyðugu førleikarnar, og í tí sambandinum hava tríggjir av venjarnum (Eydis, Høgni og Heri) verðir á barna og ungdómsvenjaraskeið í Sørvági. Hetta er partur av skeið-útboðnum hjá Dansk Idrætsforbund sum ÍSF hevur fingið hendan vegin.

Á skeiðnum var komi inn á nógv áhugaverd og relevant evnir;

  • hvussu ein ger venjingarnar áhugaverdar fyri børn og ung (og vaksin)
  • ábyrgd og etik í samband við venjing av børnum
  • hvat slag av venjing hóskar til ymsur aldursbólkarnar
  • nær ein fær mest burturúr at specialisera ymsu typurnar av venjing
  • uppskot um venjingar fyri børn og ung
  • hvussu ein sum venjari eigur at verða opin fyri tí ein sær og upplivir
  • og nógv annað

Av tí at nógvar ymiskar ítróttagreinar vóru umboðaðar (t.d. fimleikur, svimjing, rógving, fótbóltur, flogbóltur badminton, frælsar), so komu nógv áhugaverd kjak har fólk tosaðu út frá ymiskum erfaringum, og eins og altíð, tá ymsar meiningar og erfaringar møtast, er úrslitið at øll fara heim við meir, enn tey komu við.

Samanumtikið var tað eitt gott skeið, sum vit halda at flestu barnavenjarar fáa nakað gott burturúr av verða við til.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *