Triðji dagurin: forðarenning, longdarlop, trýstøkk, spjótkast og kinamatur

Annar dagurin í Vaxjø: sprint, hædd, stong, trýstøkk, spjótkast og shopping
05.03.2011
Hvirluvindalegan fyribils útsett
07.03.2011

Triðji dagurin: forðarenning, longdarlop, trýstøkk, spjótkast og kinamatur

Venjingin byrjaði ikki fyrr enn kl. 11:30 í dag, og var tað gott, tí at tey flestu valdu at sova leingi eftir krevjandi venjingarnar undanfarnu dagar. Øll gleddu seg tó til enn ein dag av venjing í Tipshallen.

Fyrsta venjingin byrjaði við upphiting við basketball og statiónsvenjingum, áðrenn farið var til forðingarnar. Har var tað Ingela, sum stóð fyri. Henda venjingin snúði seg í fyrstani um koordinatión, kropsstyrki og tekni. Byrja var róliga við ymiskum grundrørslum, sum Hvirlurnar høvdu roynt áður, men so við og við gjørdist tað meir krevjandi, og endaði tað við forðarenning, har tað var týðuligt at venjingin gjørdi mun. Henda venjing endaði við at venja dynamiska smidigheit.

Tá venjingin var av, var farið at fáa sær ein bita á Sunset. Nøkur valdu at nýta restina av tíðini millum venjingarnar til at hyggja seg um í stóra innkeyps-sentrinum nærhendis Tipshallen, meðan onnur fingu sær ein kaffimun.

Onnur venjingin var meira málrætta har Ingela, sum er landsliðsvenjari í lop, stóð fyri venjing í longdarlopi og trýstøkk, meðan landsliðsvenjari í spjótkast (Jónas Mellblom) tók sær av spjótkast. Tey flestu høvdu hug at royna seg í lopunum hjá Ingelu, og har sá hon beinan vegin nøkur element, sum tey ymisku kundu arbeiða við. Ein tíma seinni, sást at lopini longu byrjaðu at broytast til tað betra. Nakað tað saman hendi í spjótkastinum, har tey trý í talentbólkinum og Hallur kastaðu. Arbeitt var viðari við somu elementunum, sum Jónas byrjaði við fríggjadagin. Tá venjingin var av segði Jónas at har vóru nøkur, sum høvdu basis til at kunna kasta langt. Onkur annar venjari hevði á orði hvussu væl Hvirlurnar lurtaðu og at tey altíð royndu at gera sítt besta.

Dagurin endaði á “Hong Kong”, ið er ein kinesisk matstova, sum foreldrini hjá Yongan, har Steinolvur og Øssur búgva, eiga. Fyrsti rættur var antin ein sterk, sera vælsmakkandi høsnarungasuppa. So var høvusrætturin á skránni. Tað var mongolsk buffet, har man tók ótilgjørda matin ein vildi hava, og síðan gav kokkinum, sum stokti matin meðan man biðaði. Hetta var forkunnugt, men smakkaði stak væl. Síðst kom desertin, og hon var so avgjørt verd at bíða eftir. Tað var vanilju ísur, við einari frituru stoktari banan við siroppi.

Ikki kann sigast annað enn at hesin dagurin eisini eydnaðist sera væl, og tað sæst eisini at tey ungu verðuliga eru komin at kenna tey javnaldrandi í IFK Vaxjø.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *