Tórur vann sítt fyrsta danska meistaraheitið

Rúni nærkast føroyska metinum á 100 m
24.08.2015
16 ára gamli Tórur á danska U20 landsliðið
27.08.2015

Tórur vann sítt fyrsta danska meistaraheitið

Tórur Mortensen hevur støðugt tikið seg fram seinnu árini, eisini í mun til sínar javnaldrar í grannalondunum. Síðsta staðfesting av hesum var tá hann í gjár (22. august), trygt ognaði sær sítt fyrsta danska meistaraheitið í trýstøkk.

IMG_6511

Høvuðsgreinin hjá Tórur er trýstøkk, har hann hevur bøtt um bólkametini fleiri ferðir, og hevur hann lopið longri enn øll bólkametini upp til og við 20 árs metið hjá Øssur. So mikið væl hevur hann lopið at hann var styrkismettur sum nr 1 í bólkinum 16-17 ár, har einans ein hevði nakran reellan møguleika fyri at pressa hann.

TM-podium

Tórur byrjaði, sum vant við einum solidum lopið, har mótvindurin bleiv máldur til 1,9 m/s, leyp hann 13,45 m, og harvið hevði hann longu tryggja sær gullið. Hann virkaði tó eitt sindur tungur. Hetta er úrslit av at ferðin í atrenningini er broytt, og gevur tað styttri tíð til at fáa somu kraft niður í jørðina í hvørjum avsetti. Tað setur eyka krøv, bæði til styrki og teknik, men er einasti máti at takað næsta stig út á tær meir áhugaverdu longdirnar. Næsta lopið miseydnaðist. Í triðja var hann aftur í so tungur í avsettunumm, men aftur koma hann væl útum 13 m strikuna. Hesaferð bleiv tað mált til 13,38 m. Fjóra leyp hann um, fyri at hvíla beinini til síðstu tvey lopini. Hesi bæði síðstu gjørdi hann tó yvirtrakk. Gullið var tó vunnið trygt, so higartil í ár hevur hann broncu frá innandura DM fyri ung, silvur frá DM hjá teimum vaksnu og nú gull í uttandura DM fyri ung, umframt at hann gjørdist nummar tvey í dystinum um íslendska meistarheitið fyri vaksin.

Fleiri myndir í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *