Tórur trygt í finaluna í longdarlopi

Hallur nr. 8 í kúlustoyti
30.06.2015
Hallur ognaði sær silvurmerkið í einum sonnum gysara
30.06.2015

Tórur trygt í finaluna í longdarlopi

Sekstan ára gamli Tórur Mortensen fekk eina heita debut á oyggjaleikunum, tí innleiðandi kappingin var tá hitin var uppá tað mesta mitt á degnum. Tað longdarlop, sum var á skránni. Tíðanverri høvdu fýra, harav tveir av teimum betru, givi avboð, so har vóru 16 dystast um teir 12 plássini í finaluni. Finalukravið var sett til 6,50 m, sum merkir at um tú leypir 6,50 m, so er tú við í finaluni. Um tað eru færri enn 12, ið leypa 6,50 m, so sleppa 12 teir bestu við.

IGA2015IMG_2685.JPG

Tórur leyp í øðrum riðli, og tá var longu greitt at tað fóru ikki at verða 12 sum kláraðu kravið til finaluna. Vantandi fóru 6,00 m at verða nóg mikið. Tórur tók eitt róligt fyrsta lop, og lendi á 6,13 m. Ein av hinum átta komu útum 6,50 m í fyrsta umfarið, og eyðsýnt var at fleiri av luttakarunum fóru ikki at koma útum 6 m strikuna. Tórur byrjaði tó næsta lopið, men kendi til ein gamlan skaða, og valdi at “renna ígjøgnum” tvs ikki leypa tá hann kom til avset, men heldur bara renna víðari gjøgnum sandin. Fyri sikkurheits skyld droppaði hann síðsta lopið.

IGA2015IMG_2688.JPG

Samanlagt gjørdist Tórur nr 7 í innleiðandi kappingini. finalan verður í morgin (mikudagin) kl. 18:00.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *