Tórur stríddist við trýstøkk

Hanus í tøttum dysti um heiðursmerkir
01.07.2015
Sprintarnir í topform í Svøríki
05.07.2015

Tórur stríddist við trýstøkk

Tórur noyddist at bíða eina heila viku á Jersey áðren hann slapp at royna seg í trýstøkk, sum er hansara besta grein. Undir vanligum umstøðum vildi tað verði gott at dystast í longdarlopi fyrst og annars nýtt vikuna til at fokusera uppá sína grein, men tíðanverri hevur ein skaði gjørt at hann noyddist at gevast í longdarlop kappingini og eisini at hann ikki hevur fingið fyrireika seg optimalt til trýstøkk. Hann var tó sum altíð til dystin fús.

IGA2015-IMG_3367.JPG

Kappingin byrjaði kl 10:30 um morgunin, sum er eitt sindur óvant, men tað nervaði tó ikki, tí Tórur tyktist klárur tá hann hitaði upp. Einasta ivamál var at hann ikki strekti ígjøgnum í hvørjum avsetti.

Upphitingarlopinin sótu væl, men har var lítið av ferð á atrenningini. Tí var atrenningin longd eitt sindur, og so byrjaði kappingin. Fyrsta lopið sá heilt gott út, men var dømt yvirtrakk. Í tí næsta stytti hann síðsta fet, og misti nærum alla ferðina. Tað bleiv mált til 12,59 m. Í tí triðja var tempo javnari, men í lægra lagi, men hann strekti ikki ígjøgnum í beinunum. Tað bleiv mált til 13,06 m.

IGA2015-IMG_3374.JPG

Í seinnu helvt av kappingini varieraði ferðin í atrennningini ov nógv, og tí passaði tað ikki tá hann kom til plankan. So fjóra og fimta lop miseydnaðust tí heilt. Í sætta umfarið byrjaði hann við mótsætta beini, og tá rakti hann plankan. Lopið var tó aftur eitt sindur forkrampa. Uttan iva av skaðanum, sum ávirkar hvussu hann kann strekkja ígjøgmum í avsettinum. Hetta bleiv mált til 13,10 m, sum var hansara longsta í dag.

IGA2015-IMG_3382.JPG

At leypa 13,10 m við skaða, tá man er 16 ár má sigast at verða rættuliga imponerandi, men har er nógv at heinta, og Tórur ferð uttan iva at bíta tennirnar saman, fyri at vísa hvat hann kann, tá hann er skaðafríður.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *