Tórur skar 1,67 sek av føroyska metinum á 300 m

Lýdia tók 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyt
06.05.2019
Rigmor føroyameistari í hálvmarathon
13.05.2019

Tórur skar 1,67 sek av føroyska metinum á 300 m

Tórur Mortensen, sum áður hevur ognað sær gull á DM og broncu á NM í trýstøkk, hevur verið nógv darvaður av einum knæskaða. Tí hevur hann í ár valt at droppa lop, meðan hann byggir knæði uppaftur. Síðstu 2-3 vikurnar hevur hann so kunnað vant sprint uttan at kenna nakra pínu í knæðnum, og tí var avgjørt at royna seg á 100 m og 300 m í Tårnby.

Av tí at venjingin frá oktober 2018 til og við miðan apríl 2019 bara hevur snúð seg um at koma av við skaðan, meðan sprint venjingi einans hevur verið á skrá síðstu 2-3 vikurnar, so var primera málið við luttøkuni á Tårnby Games at testa um kroppurin helt til slíkan intensitet. At hann ikki hevur mist ferðina hesa tíðina sást, tá hann rann 100 m bara 0,02 sek seinni enn føroyska metið á teininum, hóast hann bara pressaði fyrstu 40 m, fyri síðan at fokusera uppá at renna “pent”, tvs ikki spenna upp, síðstu 60 m. Tað var tó á 300 m at verðuliga testin skuldi standa.

 

Íðkarar, sum eru serliga kvikir, tola væl minni av intensari venjing og harvið eisini kapping, tí var verðuliga testin, um Tórur fór at megna at renna 300 m dagin eftir góðkendu 100 m kappingina. Tórur kendi til 100 m, og tí valdi hann at leggja varliga út, fyri í staðin at fokusera uppá at halda sama tempo allan vegin, nakað sum hann ikki plagar at gera. Tað vísti seg, at hann megnaði væl at halda tempo allan vegin, og á málinum segði tíðin 36,14 sek, sum er 1,67 skjótari enn gamla føroyska metið. Tað týdningarmesta var tó, at hann onki kendi til skaðan og sostatt kann Tórur halda áfram við venjingini fram móti oyggjaleikunum, har hann vantandi skal undir tað føroyska metið fyri at koma í finaluna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *