Tórur risafet upp móti teimum bestu

Imponerandi úrslit síðsta umfarð av Grand Prix á breyt
22.06.2014
Føroyskt met til Hanus
28.06.2014

Tórur risafet upp móti teimum bestu

Tórur stríddist í fleiri ár við at vinna sær pláss á talentliðnum, tað stríðið er av, tí hann hevur verið omanfyri kravið í nærum øllum sínum lopum í ár. Enn var tó langt upp til teir betru í norðurlendskum høpi, tí við feska bólkametinum (5,71 m) var Tórur, seedaður nummar 19 av teimum 45 tilmeldaðu, har hann, ið hevði lopið longst undan kappingini hevði lopið 95 cm longri enn Tórur. Tórur visti tó sína vanligu styrki, tí tá dysturin var av, endaði hann heilt frammi á sætta plássi av teimum 40 sum startaðu, og einans 37 cm frá gullinum.

20140627-6181

Kappingin byrjaði tó ikki heilt sum planlagt, tí fyrstu tvey lopini vóru yvirtrakk. Hann lendi tó uttanfyri 6 m strikuna báðu fer. Trupulleikin var, at um hann ikki leypt langt í triðja, so var kappingin liðug fyri hansara viðkomandi. Aftur vísti Tórur mentalu styrkina, ið er við at verða eitt eyðkenni hjá honum. Við knívinum á barkanum satsaði hann, rakti plankan perfekt og fekk góða hædd á lopið. Tá hann lendi var hann skjótur at venda sær og hyggja, tí hann føldi at hetta var langt. Lopið bleiv mált til 6,18 m, og harvið bøtti hann um bólkametið enn eina ferð. Hesaferð við 47 cm. Harvið tryggjaði Tórur sær pláss millum teir átta, sum sluppu at halda áfram í kappingini.

20140627-6183

Í fimta lopinum toygdi hann seg eitt vet ov nógv fyri at náða plankan, og noyddist tí at rulla yvir beini, heldur enn at stemma til hædd. Longdin gjørdist tó 5,92 m. Fimta lopið var eitt sindur betur, og lendi hann aftur uttanfyri 6 m strikuna. Í síðsta lopinum var satsa, men úrslitið gjørdist eitt yvirtrakk. Ein stak flott kapping, har 15 ára gamli Tórur einans var 12 cm frá at oyggjaleikakravinum.

Viðmerkjast kann at Tórur leyp 5,14 m og gjørdist nummar 38 av 51 leyparum í 2013, og nú í 2014 leypur hann 6,18 m, sum gevur eitt pláss sum nr. 6 av 40 leyparum, sum er stak flott. Sunnudagin leypur Tórur trýstøkk, har hann er seedaður nummar átta av teimum 21 tilmeldaðu.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *