Tórur rann seg trygt í hálvfinaluna á Gibraltar

Edna Maria leyp síni longstu lop nakrantíð
07.07.2019
Tórur 15 hundraðpartar frá finaluni
08.07.2019

Tórur rann seg trygt í hálvfinaluna á Gibraltar

Tórur Mortensen byrjaði sínar oyggjaleikir við at renna 200 m. Hetta er grein har hann fyri einari viku síðan setti føroyskt met við 22,43 sek. Uppgávan í dag var tó ikki met, men at koma í hálvfinaluna. Fyri at vera vísur í at koma í hálvfinaluna, so var kravið, at hann var ein av teimum fýra fremstu í sínum riðli.

Eins og fyri viku síðan, so sat starturin ikki heilt, men frá 10 m og næstu 70 metrarnar var hann effektivur, og tá hann kom úr svinginum, var hann á einum tryggum fjórða plássi. Hann valdi tí at sleppa speedarnu, og renna róliga á mál, fyri á tann hátt at spara orkuna til hálvfinaluna. Tíðin 23,80 sek (w: -5,1 m/s).

 

Hálvfinalan er kl 12:10 í morgin (mánadagin). Har skal Tórur vantandi renna upp til sítt allar besta, um hann skal vinna sær eitt pláss í finaluni, sum verður nakrar tímar aftaná hálvfinaluna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *