Tórur partur av danska úrvals-bólkinum

“Death camp” – dagur 2
Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 19. november

Tórur partur av danska úrvals-bólkinum

Farna vikuskiftið var Tórur Mortensen á venjingarlegu við danska úrvalsbólkinum innan frælsar. Í hesum bólkinum eru bæði tey, ið luttóku á olympisku leikunum, tey, ið eru á landsliðnum og so tey, sum hava eitt støði í mun til sín aldur, sum ger at Dansk Atletikforbund (DAF) metir at hesi kunna gera seg galdandi í altjóða kapping komandi árini. Tórur er úttikin sum partur av framtíðar bólkinum hjá DAF.

daf1016-wp_20161008_10_07_58_pro

Venjingarlegan var í multihøllini Gigantium í Aalborg. Hetta er høll, har stórhøllin hevur pláss til tríggjar hondbóltsvallir, har svimjihøll við spæli-landi er, frælsahøll, tvær íshallir umframt smærri hallir, cafeteria og nógv fundarhølir eru umframt tvey hølir til styrkivenjing. Stutt sagt eitt sera gevandi venjingar umhvørvið!

daf1016-wp_20161008_10_00_38_pro

Á leguni var partvís kunning og partvís kjak um hvussu DAF skal satsa fram til næstu olympisku leikirnar. Hetta kjak var bæði millum venjararnar hjá DAF, sum skipaðu fyri, og venjararnar hjá einstøku íðkarunum, sum vóru partur av leguni og íðkararnar, sum eru tað, ið tað heila snýr seg um. Eisini var kunna um krøvini til komandi meistaraheitir. Her var U20-EM kravi serliga áhugavert, tí tað er málið hjá Tórur. Her var sagt at danska kravið er 15,40 m (altjóða kravið er 14,90 m). Hetta merkir at Tórur skal bøta seg við 37 cm áðrenn Juli 2017 fyri at koma við.

daf1016-wp_20161007_20_38_19_pro

Størsti parturin av leguni  var venjing. Henda venjing var partvís felagsvenjing, har íðkarar innan allar greinar (sprint, lop, mið-/langteinarenning og kast) vandu saman, og parvíst grein-specifik venjing, har Tórur vandi við bestu leyparunum í Danmark.

daf1016-wp_20161008_11_05_54_pro

Felagsvenjingin innihelt bæði almenna koordinatión, sprint-specifikka koordinatión, kast-teknik, lop teknik og eitt kondi-element. Afturmeldingin frá ymsu venjarunum, sum stóðu fyri hesi venjing, var at Tórur hevði eina góða grundvenjing, tí hann megnaði flestu rørslur og hann hevði eina kraft-útvikling og ein stabilitet har hann kundi matcha tey flestu.

daf1016-wp_20161008_18_01_42_pro

Sergreinavenjingin, tvs venjingin í bólkinum við leyparum, var stýrd av einum venjara, sum hevur ført nógvar íðkarar til bæði OL, HM og EM, onkuntið við heiðursmerkið sum úrslit. Hann hevði eitt eyka eyga við Tórur, tí í mun til aðrar íðkarar, so kendi hann ikki Tórur. Eftir venjingarnar hevði hann nøkur góð ráð, men hann segði eisini at har var nógv eftir at heinta. Eftir leguna var avtala at halda sambandið við líka, soleiðis at vit í Hvirluni kunna samstarva við danska landsliðsvenjaran, serliga í samband við Tórur, men hetta kemur øllum leyparum í felagnum til góðar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *