Tórur nr 5 í dysti við bestu í Danmark

Yngstu Hvirlur hugna sær meðan tey mennast
21.02.2016
Tórur fyrsta føroyska gullmerkið á DM hjá teimum vaksnu
28.02.2016

Tórur nr 5 í dysti við bestu í Danmark

So hevur 17 ára gamli Tórur Mortensen roynt seg í sínum fyrsta innandura DM fyri vaksin. Upptakin til luttøkuna hevur ikki verði optimal, tí tað er ikki møguligt at venja innandura, og uttandura ger føroyski veturin at venjingin milt sagt ikki er optimal. Kappingin endaði tó við einum persónligum metið og einum fimta plássi í finaluni.

Tórur fór til Skive fríggjadagin, har leiðin gekk vestur í vágarnar, harfrá flogið var til Keypmannahavn. So var koyrt úr Keypmannahavn til Skive, har kappingin er. Búð verður bara nakrar 100 m frá flottu “Spar Nord Arena”, ið frælsa-høllin eitur. So tað var laga manni at spaðsera yvir í høllina tveir tímar undan kappingin, fyri at síggja Rebekku Fuglø renna 1500 m, har hon eftir at hava ligið á fjóra plássi, vísti sína eyðkendu styrki, og rann seg fram á triðja pláss ogognaði sær sítt fyrsta heiðursmerkið í DM fyri vaksin.

Tórur byrjaði kappingina væl. Í atrenningini vísti tað seg at ferðin var har í dag, tí hann noyddir at leingja sína atrenning við 1½ fóti fyri at fáa fetini at passa. Í fyrsta lopið kom hann inn við góðari ferð, men fekk ikki tima avsetti, og rann tí meir at kalla inn yvir eitt boykt bein. Tað bleiv tó mált til 6,50 m, sum er 25 cm longri enn hann leyp síðsta vetur, og eisini longri enn hann leyp uttandura síðsta summar. Í royndini at tima avsetti betur í næstu royndini, misti hann tempo í atrenningini, og endaði við at stemma heldur enn at leypa. Hæddin var øgilig, men longdin gjørdist 6,21 m. Í triðja royndi hann at halda tempo, men nú spenti hann eitt sindur upp, og misti tí løttu rørslurnar. Longdin gjørdist 6,29 m.

Eftir trý umfør bleiv raðfylgjan broytt til at verða umvent at hvar leyparnir lógu i kappingini, tvs at tann í lá fremst leyp síðst. Tórur fekk atrenningin at sita eitt sindur betur, men var enn í so spentur í kroppinum. Longdin gjørdist 6,43 m. So var avtala at leypa eitt umfarð um, fyri at royna at fáa beinini klár til síðsta umfarð. Sætta og síðsta royndin var meinlík tí fimtu. Longdin gjørdist 6,37 m.

Samanumtikið er tað besta seria Tórur hevur lopið, tí fimm av hansara bestu 9 lopum nakrantíð komu í dag, og tey fýra vóru longri enn hann leyp síðsta vetur. Hann megnaði eisini at leypa longri enn hann gjørdu úti síðsta summar. Rútman var góð, og tekniskt sær lopið eisini gott út. Sum heild ein væleydna kapping, sum vísur at Tórur er væl fyri, og við umstøðum at venja inni, ella so mikið av hita at hann kann koyra 100% intensitet í teknisku venjingini, so er ongin ivi um at hann ferð langt út um sjey metur strikuna.

Í morgin er trýstøkk, sum er primer-greinin hjá Tórur, á skránni. Her eru tað tíðanverri bara fimm, ið hava melda til, men lukkutíð, eru tað menn í ovara enda, so kappingin verður hørð.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *