Tórur Mortensen trygt í hálvfinaluna á 100 m

Lýdia; bronsumerkið og føroyskt met í kúlustoyt
10.07.2019
Tórur fyrsti føroyingur í sprint finalu í 20 ár
11.07.2019

Tórur Mortensen trygt í hálvfinaluna á 100 m

Har var ein ávís vón um skjótar tíðir tá Tórur Mortensen hitaði upp til innleiðandi kappingina á 100 m í morgun. Vindurin, sum hevur ligið omanfyri 5 m/s ímóti var fallin nógv, og sá út til at hava vent til ein lítlan undanvind. Primera uppgávan hjá Tórur var tó at tryggja sær eitt pláss í hálvfinaluni uttan at nýta alt ov nógva orku.

Fimm minuttir áðrenn start, komu sprintarnir í øðrum riðli til startin, har Tórur hevði geil 7. Eftir at hava stilla startblokkin, var ein teststartur gjørdur fyri at vita um bæðið reiðskapur, kroppur og høvd eru klár. So var tíð at starta. Hesaferð sat starturin ikki heilt, og av tí at avtalan var at spara orku, so var Tórur ikki har frammi, sum hann eftir ætlan skuldi vera. Tórur setti tí ferðina upp eftir fyrstu 50 m, og heintaði so mikið at hann gjørdist nummar 4 í riðlinum. Tað var nóg mikið at at tryggja honum eitt pláss í hálvfinalunum. Tíðanverri vísti tað seg at vónin um ein góðkendan undanvind ikki helt, tí vindmátarin vísti ein mótvind uppá 1,7 m/s (ein tummilfingur regul sigur at 1 m/s ímóti kostar 0,1 sek á 100 m). At Tórur allíkavæl megnaði at renna teinin uppá 11,45 sek, vísur at hann hevur kapacitet til at taka føroyska metið, sum eitur 11,27 sek.

 

Tá allir høvdu runnið, sást at Tórur hevði áttandu-skjótastu tíð innleiðandi, og tað hóast hann rann í tí riðlinum, har mótvindurin var mestur. Hálvfinalurnar verða runnar hósmorgunin, har Tórur hevur geil 6 í seinnu hálvfinaluni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *