Tórur Mortensen og Rúni Jacobsen til DM

Tórur broncu í NM
14.08.2016
Føroyskt met og silvurmerkið á DM
27.08.2016

Tórur Mortensen og Rúni Jacobsen til DM

Komandi vikuskiftið fara Rúni Jacobsen og Tórur Mortensen at royna seg í dysti móti teimum bestu í Danmark í Aarhus 27 august.

Runi skal royna seg á 100 m teininum. Seinnu árini hevur Rúni flutt seg so mikið at hann í dag eg nógv skjótasti føroyingur. Í Danmark er støði tó enn hægri enn heima, og tí verður tað ein harður dystur hjá Rúna, sum vantandi skal bøta munandi um føroyska metið um hann skal vinna sær pláss í finaluni. Rúni, sum lesur í Keypmannahavn, kappast fyri stórfelagið Sparta og skal hann  í eldin kl 11:30 føroyska tíð.

runi-400

Tórur skal royna seg í trýstøkk. Tað er í hesi grein hann vann silvur á DM í fjør við einum lopið uppá 13,58 m. Higartil í ár hevur hann lopið 14,94 m, so hóast kappingin vantandi er munandi harðari í ár, har Tórur m.a. skal royna seg móti leypara, ið áður hevur lopið 16,  so er Tórur ein av favorittunum at fara við gullinum. Tórur kappast fyri danska vinarfelagið hjá Hvirluni, Aarhus 1900, og skal hann í eldin 14:00 føroyska tíð.

tórur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *