Tórur leyp langt í Gøteborg

100 m á skránni annan dagin í Gøteborg
02.07.2016
Sætta lopið gjørdi munin
04.07.2016

Tórur leyp langt í Gøteborg

Triðji og síðsti kappingardagur byrjaði við at Alda skuldi royna seg á 200 m. Tíðin á 100 m týddi uppá at har kundi koma enn eitt persónligt met. Alda var eisini heppin at hava fingið innasta bana, so hon kundi “fanga” hinar í svinginum. Hon kom væl frá startinum og rann seg upp í startinum. Tá einir 50 m vóru eftir byrjaði tað verðuliga at merkjast at hon rann eitt tempo hon ikki er von við, og tí fór ferðin eitt sindur niður. Hon kempaði seg tó á mál, og úrslita talvan segði 27,66 sek, sum er næstan eitt hálvt sekund skjótari enn hennara gamla persónliga met, og 1,4 sek skjótari enn hon hevði runnið teinin við ársbyrjan.

Rúni Jacobsen var næstu í eldin. Hann royndi seg eisini á 200 m teininum. Her fekk traðkaði hann galið í triðja fetið, og misti tískil alla ferðina. Hann beit tennirnar saman, og tók upp jaktina uppá hinar, og gott gekk, tí hann var væl við tá teir komu á mál. Starturin gjørdi tí at vónin um eitt føroyskt met glapp. Tíðin gjørdist 23,50 sek.

Samstundis sum Rúni rann, gjørdi Tórur seg kláran til trýstøkk, har hann var styrkismettur nr 4 í eini kapping, har tað var eyðsæð at hann skuldi leypa upp til sítt besta fyri at gera seg galdandi. Hann byrjaði trilvandi við at leypa 13,88 m. Næstu tvey lopini bøttu ikki um støðuna, men hann kom tó millum teir átta, sum sluppu at halda áfram. Tórur gleið spakuliga aftur eftir listanum, so tá hann fór í gongd við sítt síðsta lop, lá hann sum nummar sjey. Hetta vildi Tórur ikki lata sær lynda, og leypa hann sítt besta lop nakrantíð í síðsta umfarið. Tað bleiv mált til 14,94 m. Harvið leyp hann framum allar hinar, og legði seg á fyrsta pláss, har hann enn lá tá kappingin var av. Úrslitið merkir at hann í løtuni liggur nummar tvey í norðanlondum í U20 (hann blívur 18 í desember). Eisini hevur hann klára danska talentkravið, sum er ásett til at lofta teimum, sum mett verður hava møguleika fyri at kvalificera seg til altjóða meistaraheitir.

Síðst í eldin var Edna Maria. Hon skuldi eins og Tórur royna seg í trýstøkk. Edna Maria hevur í seinastuni fingið verðuliga ferð á beinini, men nú var tað spurningur um lækki (annað avsetti í trýstøkk) kom at sita. Hetta hevur verði veika punktið hjá henni. Fyrsta lopið var yvirtrakk, men í øðrum sat atrenningin væl. Fyrsta avsetti sat eisini, men í øðrum var hon ov skjót at seta fótin undir seg og misti tí næsta avsettið. Hon kom tó út á 9,73 m. Triðja lopið var meinlíkt tí næsta. Hon kom tó 2 cm ongri út. Hetta gjørdist tað longsta hjá henni á degnum.

Nú verður farið heim at venja til næstu kapping, sum verða Jatnatøk um smáðar tríggjar vikur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *