Tórur langt undir føroyska metið á 200 m

Góð úrslit annan dagin á VU-spelen
30.06.2019
Trýstøkk og 200 m síðsta dagin
30.06.2019

Tórur langt undir føroyska metið á 200 m

Tórur Mortensen, sum millum annað hevur vunnið heiðursmerkið í trýstøkk til DM, NM og á oyggjaleikum, hevur stríðst við ein skaða í knæðnum. Tí hevur hann fokusera uppá at fáa ferðina upp, og skal hann royna seg á 100 m og 200 m á oygggjaleikunum á Gibraltar. Í dag skuldi hann so testa formin á 200 m teininum á VU-spelen í Gøteborg.

Í fyrstu tveimum fetunum misti hann eitt sindur, men hetta heintaði hann næstu metrarnar, soleiðis at hann longu eftir 20 metrar var við í oddinum. Á veg úr svinginum var hann líka við at koma inn á geilina innanfyri, men fekk fóta sær. Hann kom út á langsíðuna í tøttum dysti við fleiri aðrar, men ávegis inn móti málinum legði hann teir afturum, soleiðis at hann kom á mál sum nummar tvey í riðlinum. Tíðin á málinum segði 22,43 sek, sum er 0,48 sek undir føroyska metið.

 

Nú er so at koma heim at fínpussa detaljurnar áðrenn farið verður til Gibraltar komandi hósdag.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *