Tórur fyrsti føroyingur í sprint finalu í 20 ár

Tórur Mortensen trygt í hálvfinaluna á 100 m
10.07.2019
Skjótasti føroyingur eitur Tórur Mortensen
11.07.2019

Tórur fyrsti føroyingur í sprint finalu í 20 ár

Tórur Mortensen skuldi aftur í eldin kl 10:10 í dag. Hesaferð var tað hálvfinalan á 100 m teininum. Málið var at koma í finaluna, men til tess skuldi hann vantandi renna upp til sítt allar besta. Av tí at hann hevði runnið áttandu skjótastu tíð í innleiðandi riðlunum, so var hann í geil seks.

Stóra avbjóðingin hjá Tórur á Gibraltar hevur verið at fáa startin at sita, tí vóru tríggjir startir koyrdir sum part av upphitingini. Hesir sótu væl. So var tíð hjá Tórur at fara í ”Call Room”, har allir skulu møta 15 min áðrenn start, fyri síðan at fylgjast yvir til startin 10 min seinni. Har Tórur byrjaði við at stilla startblokkin og so testa at alt var klárt.

So fóru teir í blokkin. Tá skotið fór, var Tórur skjótu at reagera, men hann var ótolin, og trýsti tí ikki liðugt í blokkinum. Hetta gjørdi at fyrsta ferð var ov stutt og hann var ov lágur. Næstu tvey fetini kempaði hann fyri at halda seg á fótunum, fyri í triðja at noyðast at taka eitt serliga stutt fet fyri at fóta sær. So kom hann í sprintpositiónina, og kundi kempa fyri at heinta tað mista innaftur. Hann sprintaði væl, og nærkaðist skjótt hinum frammanfyri.

 

Við slíkum starti var ikki vantandi at hann kom í finaluna, men venjari og áskoðarar stóðu í 45 min og bíðaðu eftir úrslitunum. So komu tíðirnar, og har vísti tað seg, at hann hevði runnið teinin uppá 11,21 sek, sum er 0.06 sek undir føroyska metið. Har var tó ikki liðugt at bíða, tí hann hevði somu tíð sum ein annar, og bert ein av teimum slapp í finaluna. Harafturat so stóð onki um hvør vindurin var, so tað var óvist, um hann hevði tikið føroyska metið.

So komu boðini. Tórur gjørdist áttandi maður í semifinaluni og kom harvið í finaluna, sum fyrsti føroyingur í 20 ár. Tíðanverri var undanvindurin 0,9 m/s ov nógvur til at úrslitið kann góðkennast sum føroyskt met.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *