Tórur fyrsta føroyska gullmerkið á DM hjá teimum vaksnu

Tórur nr 5 í dysti við bestu í Danmark
27.02.2016
Summarfrælsar byrja í Apríl
13.03.2016

Tórur fyrsta føroyska gullmerkið á DM hjá teimum vaksnu

Annan dagin á DM skuldi Tórur royna seg í yndis-greinini Trýstøkk. Av tí at hann hevði lopið so langt í Íslandi, so var hann styrkismettur sum nummar eitt, og hesa styrkismeting livdi hann upp til við at ogna sær eitt trygt gullmerkið.

iDM2016-IMG_5339

Undan kappingini kendist tað at hann hevði lopið longdarlop dagin fyri, men ein góð upphiting, so vóru beinini klár. Fyrsta lopið var eitt sindur miseydnað reint tekniskt, men rakk til 13,67 m, og eitt fyrstapláss eftir fyrsta umfarð. Í øðrum umfarið kendi Tórur at hann var ov lágur á veg inn mót plankanum, og aborteraði hann tí lopið. Í var kenslan heldur ikki røtt, og aborteraði hann aftur. Hann lá tó enn á einum tryggum fyrsta plássi, og leyp hann tí síðst í teimum trimum síðstu umførunum.

iDM2016-IMG_5313

Í fjóra gjørdi hann yvirtrakk við tveimum centimetrum, so enn hevði hann bara eitt góðkent lop. Í fimta leyp hann ígjøgnum, men kenslan var ikki har. Lopið bleiv mált til 13,63 m, sum í 2015 hevði verði fantastiskt, men vit skriva 2016, so hann var ikki nøgdur. Í síðsta umfarið vísti hann viljan, sum hevur borið hann hartil hann er komin. Tí hóast atrenningin kiksaði, soleiðis at hann kom alt ov høgt inn í fyrsta lopið, við eftirfylgjandi tungari lending til næsta avsett. Hann megnaði tó onkursvegna at halda stílin og fáa sett av og koma víðari til triðja lop, sum var eitt sindur betur. Lopið bleiv mált til 14,39 m, og var tað bara 6 cm frá føroyska metinum hann setti fyri 3 vikum síðani í Íslandi. Tað verður áhugavert tá hann fær slíkt tempo at sita í einum tekniskt góðum lopið.

Lopið hjá Tórur var nærum 1½ m longri enn næsti maður leyp, so tað bleiv ikki nøkur intens kapping, men tað er gott at síggja at Tórur hevur megnað at lyft støði við næstan einum metri í vetur, og at hann megnar at levera tá tað telur.

iDM2016-IMG_5341

Eftir at kappingin var liðug var Tórur, sum gullvinnari innkallaður til dopingkontrol. Hetta gjørdi at hann skuldi bíða eina góða løtu inntil vinnarin av kúlustoyt var liðugur við sína kapping. So fóru teir báðir, saman við øðrum, til kontrol. Hetta gekk skjótt fyri seg, og tá testin var avgreidd var farið beint í bilin og so til Billund har flogfarið stóð klárt at taka glaða gullvinnaran heim.

iDM2016-IMG_5344

 

Nú verður farið í gongd við at byggja upp til summarkappingarar, har VU-Spelen er fokus fyrru helvt av kappingarárinum og DM hjá teimum vaksnu seinnu helvt.

Á heimasíðini hjá danska sersambandinum fyri frælsa ítrótt (www.dansk-atletik.dk) verður skriva um DM, og har siga tey um Tórur:

“Historisk guld til Færøerne
17-årige Torúr Mortensen skrev historie, da han vandt mændenes trespring med 14.39 meter. Det er første gang, at en atlet fra Færøerne vinder DM-guld. Det spændende talent bor og træner i Torshavn, men repræsenterer ved danske stævner Aarhus 1900.”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *