Tórur føroyskt met í Aarhus

Tað er altíð spennandi at fara í gongd við fyrstu kapping eftir eitt longri tíðarskeið við grundvenjing. Fyri Tórur var hetta enn meir so, tí tveir skaðar hava darvað teknisku venjingini rættuliga nógv, og tá so hann gjørdist forkølaður beint uppundir kappingina, so gjørdist tað heila enn meir áhugavert. At øll tann danska elitan í trýstøkk var við, gjørdi at motivatiónin at prestera var til staðar.

Skaðar eru tó bert ein møguleiki at venja aðrar síður av tí, sum krevst fyri at leypa langt, og tá tekniska venjingin hevur verið niður raðfest, hevur kropsliga venjingin verið upp raðfest samsvarandi. At hetta er eydnast væl merkist, tí fleiri av donsku venjarunum høvdu á orði, hvussu væl Tórur var fyri.

Kappingin var í høllini hjá danska vinarfelagnum Aarhus 1900 í Marselisborg skógini. Tað serliga við hesi kapping var, at einans lop var á skránni. Harumframt var hvør leypari biðin um, at velja sær tónleik at leypa til. So tá Tórur fór í gongd við fyrsta lopið, dunaði Tróndur í Gøtu hjá Týr gjøgnum hátalararnar.

Tann eini skaðin, ið hevur darvað Tórur í vetur, hevði ikki slept heilt, tí var tað ikki uttan nervar, at man stóð á síðulinjuni, tá Tórur leyp fyrsta lopið. Lopið miseydnaðist, men Tórur kendi onki til skaðan. Í øðrum lopinum kom hann væl gjøgnum plankan, og fyrsta flogið sat væl, men tá hann lendi boygdi hann seg eitt vet ov nógv framyvir, og fekk hann tí ikki timing at sita, umframt at kropsburðurin í næstu flogfasuni ikki bleiv opimalur. So var ikki annað at gera enn, at royna at standa ímóti í síðstu lending, tí tá man er roteraður framyvir vil lendingin verða hørð, men her kom betraði fysikkurin Tórur til góðar, tí hann megnaði at standa ímóti, og fekk sett av til triðju og síðstu flogfasu ávegis út í sandgryvjuna. Lopið gjørdist 14,70 m, sum er 25 cm longri enn føroyska innandura metið hann setti í Reykjavík fyri einum árið síðan.

Triðja lopið var meinlíkt tí undanfarna. Hann kom tó 8 cm longri út, og bøtti sostatt enn einaferð um føroyska metið hjá sær. Tíðanverri fekk Peder, sum Tórur hevði ein sera spennandi dyst um gullið á DM í august í fjør, ein skaða, og gavst tí eftir at hava gjørt yvirtrakk tvær ferðir. Hetta gjørdi at kappingin bleiv eitt sindur punktera fyri Tórur’sa viðkomandi. Tey síðstu trý miseydnaðust, og tí endaði hann við 14,78 m sum sítt longsta. Tað rakk til eitt fyrstapláss.

Samanumtikið var tað sera positivt, at Tórur kundi leypa seks lop, og harvið fáa testa um skaðin hevur slept. Heilt vekk er hann ikki, men vantandi kann tekniska venjingin uppraðfestast munandi fram móti næstu trýstøkk kapping, sum verður til danska meistaraheitið fyri vaksin um tvær vikur, har Tórur vantandi skal leypa væl longri, um hann skal basa Peder og harvið endurvinna meistaraheitið. Fyrst skal hann tó testa formin í longdarlopi og í sprint á Stórmót ÍR í Reykjavík komandi vikuskiftið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *