Tórur føroyskt met á 60 m; tvær ferðir

Imponerandi byrjan á Tórsbreyt
08.01.2018
Spennandi dagur í Reykjavík
20.01.2018

Tórur føroyskt met á 60 m; tvær ferðir

Hvirlan hevur, síðan felagið bleiv stovna í 2008, verði umboðað á Stórmót ÍR, sum er stórsta innandurakappingini í Íslandi. Tórur hevur verði við nærum øll árini, og hevur støðugt tikið seg fram í øllum greinum. Í sprint hevur framgongdin verði so mikið stór, at har hann fyri fáðum árum síðan ikki ikki kom nærhendis eini finalu, fór hann í dag heim við silvurmerkinum hjá teimum vaksnu á 60 m teininun.

Tað lá ikki í kortunum at Tórur skuldi koma á pallin, tí undan kappingini var hann styrkismettur sum nummar 15 av teimum 34 luttakandi. Í startinum blivu fetini nakrar centimetrar ov long, og gjørdi tað at Tórur spenti eitt sindur upp. Hann vann tó ein sera tættan riðil, har 0,03 sek skiltu teir fýra fremstu. Tíðin hjá Tórur gjørdist 7,14 sek. Harvið strikaði hann føroyska metið hjá Ása Mikkelsen á teininum. Hetta var eisini 0,19 sek skjótari enn Tórur hevði runnið teinin áður.

Tíðin hjá Tórur var næstskjótasta tíðin innleiðandi, og tí fekk hann pláss í A-finaluni, sum skuldi rennast góðan tíma seinni. Her skuldi meir ferð á um hann skuldi halda seg milllum teir fremstu. Tí var arbeitt við at optimera startin. Tað riggaði stak væl, tí hsaferð kom hann betur avstað, og var minni uppspentur tá hann rann. Úrslitið gjørdist at tíma gamla metið bleiv strika. Nýggja føroyska metið er 7,09 sek. Tórur endaði 0,02 sek frá gullinum, men kann fara heim við einum óvantaðum silvurmerkið. Tá kann so havast í huga at Tórur fyrst og fremst er trýstøkkari.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *